Las á internetsosialinum í morgum (25.juni 1999) at fyrrverandi formaðurin í, nú fyrrverandi partafelagnum, North Atlantic Provider leggur undirritaða undir, meiri ella minni, við vilja at hava koyrt felagið á heysin.
Vísandi til stevning frá undirritaða endar hesin sami Heðin greinina við at siga _ ?men Suni vann einki fyri tað, tí felagið er koyrt konkurs? (ha-ha!). Lat tað verða sagt beinavegin, at undirritaði stevndi ikki Heðin & Co fyri at fáa peningarligan vinning burturúr, men fyri at fáa staðfest í rættinum at uppsøgnin var ógrundað (Ja, Heðin - tað var spell at sakførari tykkara ikki møtti).
Hetta er bert ein stubbi, so her verður eingin longri gjøgnumgongd av ?allari? gongdini - tó vil eg staðfesta nøkur viðurskifti. Í míni fíggjarætlan fyri North Atlantic Provider verða útreiðslurnar mettar til Dkr.108.000,- pr. mánað. Margfaldar tú hesa upphædd við 5 so fært tú (tey flestu) Dkr. 540.000,-. (tá er tað er eitt sindur torført hjá mær at skilja, at nevndarformaðurin er ?skakkur? av at næstan Dkr. 600.000,- eru brúktar alla ta tí hann er førur fyri at margfalda 108 við 5).
Viðvíkjandi inntøkum so má eg við ganga, at eg ikki útgreinaði at meðan telefonlinjur og líknandi verða lagdar verða ikki nógvir sáttmálar skrivaðir (eg má hava hildi hetta verið sjálvsagt). Eg varð tí ikki sørt stoltur tá ið vit longu tann 29.12.1998 undirskrivaðu tann fyrsta sáttmálan. Eg skilti tó at nevndin, serliga nevndarformaðurin, var vorðin ótolin eftir at síggja (inngoldnar) inntøkur longu í januarmánað. Fyri at bøta um hetta sendi eg honum eitt skriv m.a. viðvíkjandi hvørjar uppgávur vit p.t. høvdu ?taxametri? koyrandi uppá (inkl. upphæddir) - hesar uppgávur og upphæddir vóru á heilt góðari leið samanbornar við fíggjarætlanina fyri 1999 (tó ikki inngoldnar pr. 31.01.99).
Í omanfyrinevnda skrivi til nevndina hevði undirritaði eisini sjey (7) ymisk uppskot v.v. hvussu felagið kundi styrkjast fíggjarliga, har undir ein tilsøgn frá undirritaða og partnara hansara til persónliga at útvega Dkr. 200.000,- fyri at hækka partapeningin við 33%. Stutt sagt. Eg haldi tað vera beinleiðis ósømuligt at leggja undirritaða undir ?við vilja? at hava koyrt eitt partafelag á heysin- Eitt partafelag sum hevur kostað undirritaða uml. Dkr. 100.000,- úr egnum lumma og sum harafturat hevur kostað skattgjaldarum í Suðuroy og Vágum mangt slíkt (Suður-Vestur Samtakið). Vónandi er hetta tað seinasta eg nakrantíð føli meg noyddan at sigða alment um Heðin Poulsen og P/F North Atlantic Provider.
Suni á Dalbø
Fyrrverandi stjóri í N.A.P.