1942. Sum heilt ungur fór hann til skips. Hann giftist við Ingibjørg Petersen úr Kaldbak 11. mai í 1963, og búðu tey í Porkeri frá 1963 til januar 1968, tá tey fluttu til Havnar at búgva. Í Havn fór Heini [...] abbabørnini eru seks. Føðingardagurin verður hildin hjá dóttrini í Svendborg. Vit ynskja Heina hjartaliga til lukku við degnum og Harrans ríku signing í komandi døgum við ynski um mong góð ár framyvir. ----- Vinir
eina tíð. Hann var eisini eitt skifti hjá stóra Martin á Vatnsoyrum, men kom so til Klaksvíkar, har hann búsettist. Hann giftist við mammu, Lenu Danielsen, úr Fuglafirði, í 1952. Tey vórðu gift í Fuglafirði [...] saman við øðrum monnum fór at halda møti, t. d. við “Sendiboðnum”, einum báti, teir høvdu tá til at sigla til aðrar bygdir við og boða hin góða boðskapin fyri fólkinum. Góði babba! Takk fyri alt, sum tú [...] at arbeiða sum borari. Hann var við at gera Oyggjarvegin og bæði bergholini norður gjøgnum fjøllini til Árnafjarðar og Norðdepils. Ta seinastu tíðina av arbeiðslívi hansara var hann kranførari hjá Klaksvíkar
ynskja allari familjuni hjartaliga til lukku við hesum stóra degi. Og tykkum, sum starvast á Vesturskin á Toftum og dagliga eru um Jákup Mikal, ynski eg eisini hjartaliga til lukku. Tey í eldra ættarliðnum [...] liðugt-gjørdar vørur vóru til keyps í handlinum. Alt hetta er trupult, ella ómøguligt at ímynda sær í dag. Jákup Mikal Mikkelsen, úr Torbisgerði á Toftum, varð føddur 18. okt. 1924. Sonur til Karolinu, sum var [...] veg. Jákup Mikal giftist í 1949 við Joninu (Ninu) Hansen (1926-2010), sum var ættað uttan av Rætt á Nesi. Tey bygdu sær nýggj hús í 1954 úti á Ytsu Heygum á Toftum. Her búði Jákup Mikal til januar 2024, tá
søkti Jóhan á Plógv sum ungur sjógvin. Bert 13 ára gamal fór Jóhan til prest at biðja um at blíva fermdur, so hann kundi sleppa til skips, og fór hann í 1935 sín fyrsta túr við ?Vón? hjá Sigurð Simonsen [...] síðani førdi í 4 ár. Í 1946, tók handilsmaðurin J. E. Thomsen stig til at seta á stovn Sandavágs Trolarafelag, sum stutt eftir broytti navn til Samvinnufelagið, og sum við sínum 56 árum á bakið nú man verða [...] Samvinnufelagið, og teir menn ið vóru drívmegin í hesum felag, høvdu verið við til at tryggja Føroyum tey søguligu rættindi til botnfisk, sum føroyskir flakatrolarar enn tann dag í dag dúva uppá í Barentshavinum
Mamma kom ung til Klaksvíkar at arbeiða og eitt satt konubrot hevur hon altíð verið. Í 1937 fór hon, 22 ára gomul, saman við Alfred Petersen, trúboðara og øðrum yvir í Gomlu Føroyingahavnina at arbeiða [...] í 1936. Men mamma gavst ikki eftir einum ári. Hon var eisini í Grønlandi í 1938 og 1939. Í 1940 giftist hon við Aksel Johannesen, Aksel á Hædd í Klaksvík, og búsettust tey í barnaheimi hansara uppi á Hædd [...] skínandi reint og ruddiligt í heiminum. Hvussu ófør og arbeiðsom mamma okkara er, gav at bíta, tá hon nú til seinastu jól hevði bundið øllum 43 langommubørnunum eitt par av hosum í part í jólagávu. Hóast hon
Ùr Leirvík hon kom So vøkur og von Hon giftist við pápa Sum so væl kundi práta Altíð hon er okkum kær Og barnaheimið tað var Reynagarð Tá so ferian var....leiðin til Leirvíkar bar Á tey minnir ið vit hava
1977-1979 og í 1981. Hann arbeiddi sum brandmaður til 1994, tó við undantaki av árunum 1983 til 1988, tá ið hann starvaðist hjá býráðnum. Hann var leysur brandmaður til 2007 og var sostatt knýttur at brandstøðini [...] frá 1984 til 1990. Hetta starvið røkti babba, til hann 67 ára gamal valdi at gevast. Enn hevur hann tó samband við Politistøðina, tí hann hjálpir við onkrum smávegis arbeiði. Babba giftist 9. januar 1965 [...] sum tá var í útjaðaranum í Havn. Har búðu tey, til tey bygdu í Kaldbak í 1981. Har var støðgurin tó ikki so drúgvur. Longu í 1988 fluttu tey aftur til Havnar, hesaferð út á Teig. Síðani 2004 hava tey
Morning Star. Í 1964 fór hann umborð á tað nýbygdu Oknina. Har var hann, til hann gavst at sigla í fyrra umfari í 1966. Vit fluttu til Runavíkar at búgva í 1964, og tá pápi gavst á sjónum, fór hann at arbeiða [...] Elsebeth f. Jacobsen av Glyvrum. Pápi hevur uppliva nógv gjøgnum lívið. Hann fór sum 15 ára gamal til skips sum flestu aðrir dreingir tá á døgum. Abbi, Magnus í Rituvík, var skipari á sluppiniYvonnu [...] gudsótta. Omma og pápi vóru ómetaliga góð hvørt við annað, alt lívið. Systkini vórðu ikki spjadd runt til onnur at vaksa upp, sum annars var so vanligt tá, um tey mistu mammuna ella pápan. Tey megnaðu saman
m, men mátti bíða til næstu konfirmatión. Malla gekk tvey ár á handilsskúla í Keypmannahavn, og heimafturkomin arbeiddi hon á virkinum hjá pápanum, til hon tann 20 sept. 1936 giftist við Klement Petersen [...] tign, sómi og guðsótti valdaði. Tað var væl av jørð í húsinum, og tvey – av og til trý - vóru neytini. Einki varð keypt til matna og klæðna, alt varð virkað heima burturúr teimum ráðvørum, sum jørðin og [...] slíkum, men brotið var so álvarsamt, at teir hildu seg ikki til at gera nakað, so varð hon borin oman á brúnna og umborð á ein bát, sum førdi hana til Havnar á sjúkrahúsið. Hon kom frá tilburðinum uttan varandi
um, at Agnar er farin, rann mær til hugs orðini hjá Rasmusi Effersøe, “Trúfastur altíð var maður, vildi ei bróta sítt orð”. Soleiðis minnist eg Agnar. Útróðrarmaður til tað síðsta Agnar Nielsen var útbúgvin [...] trúgvin Tá ein maður er komin so mikið til árs sum Agnar Nielsen, skerst ikki burtur, at lívið bæði hevur givið og tikið. Agnar Nielsen var familjumaður. Hann giftist við Lilly, sum var úr Vági, og saman [...] Agnar Nielsen var óvanliga virkin. Líka til tað síðsta. Fyri einum góðum mánaði síðani fortaldi hann í útvarpssendingini “Við Tórði á túri”, at hann framvegis róði út. Og ikki bara onkran hissini túr.