helt fram við at sigla, og tað ger hann tann dagin í dag. Í 1987 møtti hann konuni Evy, og tá Anfinn sama árið flutti til Bornholm flutti Evy aftan á árið eftir. Tey giftust í 1990, og brúdleypið gjørdist [...] húsini keypt. Men hetta fyribils er nú blivið permanent, og húsini eru nú bygd út, so ivaleysa rúmligt er til Anfinn úr Klaksvík og Evy úr Fuglafirði og tey bæði børnini, sum umvegis Bornholm gjørdust nólsoyingar [...] Anfinn & Co, og Co vóru eingir verri enn Hjarnar. Saman við teimum gav Anfinn út bondini »Hví« og »Tí«. Seinni hevur hann eisini givið út »Betri seint enn álvara«, tó við øðrum »Co«. Anfinn er fallin væl inn
vári, tú fórt á hvørjum ári eftir nátaungum, og tú fórt í grind, hvørja ferð tað lá fyri. Tú hevði gæs og syrgdi fyri, at vit øll fingu vælsmakkandi jólagás á hvørjum ári, og hesi framíhjárættindi læt tú [...] okkurt áhugavert at tosa um og at halda talu í eini forsamling og fáa fólk at flenna, stendur ikki á. Tú ert væl umtóktur, har tú ert, og hevur verið stigtakari til mangt og hvat í tínum lívi. Millum annað [...] bert 69, og omma tín á Selatrað (Magdalena) 68. Mamma tín (Karolina) gjørdist 97, og pápi tín (Johan Esbern) 88. Av systkjum í bæði móðir- og faðirætt tína er stórur partur komin til høgan aldur, og hetta
føroyskum politikki eru sera ymiskir og hava hvør sína eyðkenda floksmentan og søgu. Vit hava prátað við Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðing, um leiklutin hjá einum formanni og løgmansevni, um hví teir borgarligu [...] ra” – hann fyllir nógv og er klárt formuleraður. Tað alfaðirliga hjá Alta P. Dam finna vit neyvan aftur, tað sóu vit týðuliga á valinum í 1984, tá valið á fyrsta sinni varð sent í sjónvarpinum, og flokkurin [...] týðiligir. - Kanska Høgni Hoydal, men hann var so ungur og óroyndur og skuldi brúka nógv ár til at arbeiða seg fram, so eisini hinir lærdu hann at kenna. Og Sambandið kann ikki semjast um, hvør skal vera formaður
av hernaðarligu útgerðini í Mjørkadali og á Eiði. Eftir at Múrurin og Warzawasamgongan vóru fallin, tiðnaði Kalda kríggið burtur, spenningurin í heiminum linkaði, og óttin fyri einum heimsfevnandi atombardaga [...] at halda hesa friðarligu javnvág liggur fyrst og fremst á USA. Undir Clinton stjórnini eydnaðist hetta væl, tí USA og NATO dugdu sær hógv og ansaðu eftir ikki at eyðmýkja tað Rusland, sum reisti seg úr [...] Georgia, har Putin og Medvedev nýta loysingina hjá Abkasia og Suðurossetia til at vísa NATO, USA og ES, at Rusland aftur er við at gerast eitt stórveldi, sum Vesturheimurin noyðist at virða og at rokna við.
Snoddi stóð í túninum. Enn er alt ikki liðugt uttanfyri. Men tað man fara at koma so við og við! Lá ikki eftir Tað var ein sorgardagur fyri mong fólk á Viðareiði, tá bygdarhandilin lat aftur fyri fáum [...] verið noydd at farið annaðhvørt í kioskina í bygdini, ella til handlarnar í grannabygdunum – Norðdepli og Klaksvík, og kanska eisini í Árnafirði! Um somu tíð var klaksvíkskvinnan Óluva Frederiksen farin at [...] partur skuldi í øllum førum ikki liggja eftir, tá talan var um at tryggja bygdini sømilig kor á hesum øki. Hon og maðurin tosaðu saman um tað, fingu eitt øki til vega og leygardagin 19. juli í ár kundu viðingar
Landsverki eru so skjótir at rudda teir burtur. - Men vit síggja í øllum førum farvegin eftir teimum – bæði við holum í vegnum og ikki minst við teimum mongu buglunum á bilverjuni, sigur ein viðingur við Sosialin [...] vegastrekkinum millum Hvannasund og Viðareiði. Ein bilur ella fólk vóru til staðar, hóast hetta nær nærhendis bygdini og tað í miðal koyra omanfyri 450 bilar í miðal eftir vegastrekkinum um dagin. Umframt [...] Úti við bilverjuna lá ein stórur steinur, sum mundi vera um ein metur høgur. Sambært heimasíðuni hjá Landsverki vigaði hesin steinurin millum 1 og 2 tons. Ótíðarhóskandi Í stóru og umfatandi samferðsluætlanini
truplar fortreytir, so hevur veteranurin og liðformaðurin mangan havt truplari dystir enn hesaferð. Uppgávurnar vóru ofta avmarkaðar til langskot og innlegg, og ta einu ferðina kom hann heilt skeivt út [...] eina dystin. 3. Johan Troest Davidsen, NSÍ Eftir at hava verið miðverji og høgri bakkur seinastu dystirnar, varð Johan hesa ferð fluttur yvir á vinstra bakk, og hann prógvaði enn einaferð sítt fjølbroytni [...] keðiligu hendingini. Og undirstrikaði hetta við tvær ferðir at beina vandamikil innlegg burtur inni í sjálvum málteiginum. Breyt ein heilan hóp av mótstøðuálopum við fótum og høvdi, og hevði eisini yvriskot
hevði gloymt. Sjálvur var Ragnar sjúkur fríggjadagin, og lá í songini tað mesta av degnum. - Ongin var og vitjaði meg, men eg fekk øgiliga nógv sms, og ordiliga nógv ringdu. Tey góvust ikki fyrr enn á midnátt [...] Riddence hjá Greenday, og hóast dómararnir vóru ójavnir á máli – Peter Aalbæk bað hann fara heim at eta spinat, meðan Martin Hall bað hann fara til Føroyar at byrja Føroya besta punkbólk – kom Ragnar Finnson [...] atkvøðum fyri og einari ímóti, víðari í til undanumførini í Talent 2008. Tað var ikki upprunaliga ætlanini hjá Ragnar Finnsyni at luttaka, men hann fór upp á pallin á Torginum í SMS, og sannførdi fram
hesum, segði seg hava fingið vaml fyri onglum og træðrum. Tá var tað, eg tók yvir. Eg gekk til handar eftir arbeiðstíð, leygardagar og aðrar frídagar, tá ið tað lá fyri. Hetta gjørdist ein rættilig lærutíð [...] skiftandi framsýningar av føroyskari og útlendskari list á skránni. Tá ið nýggj sýning varð sett upp, skuldi ikki farast fram eftir fummum, men flytast og broytast, metast og eftirmetast - ein fyrsta uppseting [...] Hann dugir at fáa søgur at sita, og søgurnar eru mangar og stuttligar. Í skemtinum býr mangt listilært spei. Men fyrst av øllum veit hann nógv um myndlist og um søgu. Málið og siðsøgan hava hansara stóra áhuga
hesum, segði seg hava fingið vaml fyri onglum og træðrum. Tá var tað, eg tók yvir. Eg gekk til handar eftir arbeiðstíð, leygardagar og aðrar frídagar, tá ið tað lá fyri. Hetta gjørdist ein rættilig lærutíð [...] skiftandi framsýningar av føroyskari og útlendskari list á skránni. Tá ið nýggj sýning varð sett upp, skuldi ikki farast fram eftir fummum, men flytast og broytast, metast og eftirmetast - ein fyrsta uppseting [...] Hann dugir at fáa søgur at sita, og søgurnar eru mangar og stuttligar. Í skemtinum býr mangt listilært spei. Men fyrst av øllum veit hann nógv um myndlist og um søgu. Málið og siðsøgan hava hansara stóra áhuga