Koyra við óttanum til Viðareiðis

Hóskvøldið hendi aftur tað, sum fólk á Viðareiði bera ótta fyri hvønn einasta dag: Ein stórur steinur sum vigaði um 2 tons datt oman á vegin. – Tíbetur er eingin størri vanlukka er hend á hesum vegastrekkinum, men vit liva allatíðina í óttanum, sigur ein viðingur

Viðareiði: - Vit síggja tíbetur ikki allar klettarnar sum koma oman á vegin, tí teir hjá Landsverki eru so skjótir at rudda teir burtur.

- Men vit síggja í øllum førum farvegin eftir teimum – bæði við holum í vegnum og ikki minst við teimum mongu buglunum á bilverjuni, sigur ein viðingur við Sosialin.

Hóskvøldið bórust tey tíðindi, at eitt minni omanlop hevði verið á hesum vegastrekkinum millum Hvannasund og Viðareiði.

Ein bilur ella fólk vóru til staðar, hóast hetta nær nærhendis bygdini og tað í miðal koyra omanfyri 450 bilar í miðal eftir vegastrekkinum um dagin.

Umframt vandan úr erva, er tað eisini ein sannroynd, at bilverjan eftir Viðareiðisvegnum er sera lág. Í støðum er hon ikki hægri enn hálvur annar mjólkarpakki.

Viðareiðis kommuna hevur skrivað til løgtingið, har víst verður á hesa vandafullu farleiðina. Men svarið tey fingu var, at tey máttu bíða í nakað nógv ár aftrat: Áðrenn nakar nýggjur tunnil verður gjørdur hagar, má ein loysn finnast á teimum 40 ára gomlu tunlunum á Borðoynni.

- Ja, vit mugu bara bíða í tolni, og biðja um rættiliga gott tol, verður sagt.


2 tons

Tað hevði regnað sera illa mikudagin, og tá er altíð ein ávísur møguleiki fyri, at slík omanlop kunnu henda.

Nakað fyri klokkan átta hetta hóskvøldið var ein bilur av Viðareiði farin eini ørindi til Klaksvíkar. Tá var einki grót at síggja nakrastaðni.

Tá bilførarin eina løtu seinni var á veg norður aftur, verður hesin steðgaður av fólki sum søgdu frá hesum omanlopinum. Hesaferð vóru fleiri fólk í bilinum.

Tey vórðu her vitni til tann veruleika sum tey dagliga liva í: Úti við bilverjuna lá ein stórur steinur, sum mundi vera um ein metur høgur.

Sambært heimasíðuni hjá Landsverki vigaði hesin steinurin millum 1 og 2 tons.


Ótíðarhóskandi

Í stóru og umfatandi samferðsluætlanini hjá Landsverki er nevndur ein tunnil til Viðareiðis.

Sagt verður, at verandi vegur til bygdina er smalur, ótíðarhóskandi og at grót ofta kemur á vegin.

Ymiskar loysnir hava verið frammi, millum annað hesin tunnilin millum Hvannasund og Middal á eystursíðuni á Viðoynni. Hesin tunnil verður eftir ætlan 2300 metrar langur og vegaføringarnar báðumegin samanlagt 4 kilometrar.

Higartil eru tær innleiðandi jarðfrøðiligu metingarnar og kanningarnar gjørdar. Ein kjarni er boraður í Middali, og ein lýsing gjørd á Jarðfeingi og send Landsverki. Enn er eingin kostnaður ella tíðarætlan sett fyri hesa loysnina.

Ein onnur loysn – ella rættari sagt fýra aðrar loysnir – vórðu almannakunngjørdar í Sosialinum í mai mánaði í fjør. Her hevði Dánjal Lydersen av Viðareiði gjørt fýra uppskot um tunlar til heimbygdina.

- Eg tók eitt kort, ein blýant og ein lineal og gjørdi síðani fýra uppskot um tunnilssamband til Viðareiðis. Hetta varð gjørt av mínum eintingum, fyri líkasum at koma við nøkrum konstateringum, segði hann við blaðið.


Tryggleiki

Á heimasíðuni hjá Landsverki verður sligið fast, at eingin fekk skaða av hendingini hóskvøldið.

Steinurin var komin oman úr líðini stutt norðanfyri Hvannasund, á einum staði har ein ikki so ofta sær slík omanlop.

Hóast tunga og stóra steinin gekst skjótt hjá monnum hjá Landsverki at rudda steinin burtur, soleiðis at hann ikki tarnaði ferðsluni.

Á vegnum frammanfyri steinin lá nakað av mold og smásteinum, men ferðslan gekk kortini sum hon skuldi.

- Hóast vit kundu koyra framvið stóra steininum, so var tað við einum ávísum ampa at vit hildu leiðina til hús aftur.

- Vit spyrja enn einaferð, hvussu leingi vit kunnu kenna seg trygg á hesum vegastrekkinum, og nær fáa vit tunnilin?, spyr hesin maðurin.


Trygdarhegn ímóti gróti

Í Tjørnuvík er sett eitt trygdarhegn upp, júst við tí endamáli at taka ímóti gróti, ið dettur niður.

Her er kortini fyrimunurin tann, at tað mesta grótið dettur niður á einum avmarkaðum øki uppá einar 200 metrar.

Hegnið hevur longu víst sína dygd, men tann stóru trupulleikin er, at tað er ikki serliga vakurt á at líta.

Í eini meting frá Landsverki vóru fýra vegastrekki nevnd sum slík, har ið eitt slíkt trygdarhegn hevði havt sína stóra týdning. Eitt teirra var júst Viðareiðisvegurin.

Nú er hegnið í Tjørnuvík sett upp sum eina roynd. Spennandi verður at vita, um hesar royndirnar eru somikið góðar, at tær kunnu verða framdar á øðrum støðum.