sum eisini fiskifrøðin heldur eigur at vera í føroyskum sjógvi. Ingi Hansen vísir til royndirnar við rist í trolinum, sum vórðu gjørdar inni á stongdum leiðum í 2013 og 2014. - Her gjørdi eitt trolarapar [...] fyri, at smái upsin fer út aftur og ikki aftur í trolposan, har hin størri fiskurin endar. Útgerðarmaðurin sigur, at í hesum royndum hevði annar trolarin rist í trolinum - og hin hevði ikki. Tískil sást eisini [...] eisini verið trupult at selt vøruna í Póllandi. - Spurningurin er so, um ikki upsaveiðan í føroyskum sjógvi átti at fingið størri rásarúm, soleiðis at skip kundu fiskað inni í annars stongdum kassum við rist
stóru broytingarnar gjørdar í rúsdrekkalógini í hesum valskeiðnum. Tað staðfestir Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Tað merkir, at tað er heldur ikki meiriluti í Løgtinginum fyri at taka [...] innflyta vín Men nú málið hevur verið til umrøðu í Løgtinginum er greitt, at hann fær ikki sítt seinasta, politiska ynski uppfylt. Uppskotið fær nevniliga lunkaða móttøku, at kalla allastaðni frá í Løgtinginum [...] einstakar broytingar nú og tá. Men hinvegin heitir hann á Helga Abrahamsen, landsstýrismann á økinum, um at taka stig til rúsdrekkalógin, øll sum hon er, verður endurskoðað, har semja fæst í Løgtinginum um,
vil ynskja valdu Umboðsráðslimum í september hjartaliga til lukku við valinum, í teirri vón, at “Nú skal syngjast annað lag”. Hví leypa á talufrælsi ? Mín virkni lutur í Umboðsráðnum hevur m.a. verið, at [...] var um inntriv í minnilutaverju og rættin hjá ”tykkara vald” umboðum, at gera sína ávirkan galdandi. (keldur: Innlit frá Skráseting Føroya og Kærustovninum í Vinnumálum). Innanhýsis skjøl í Umboðsráðnum [...] hjá formanninum í Umboðsráðnum. Eg fari annars framhaldandi at gera, sum eg altíð havi, – viðgera umboðsráðsmál í Umboðsráðnum. Vinaliga Andras Skaalum Afturvaldur Umboðsráðslimur í september 2020
fyrsta ferðin í ár, at tað í ongum av teimum fimm landskappingardystunum í Formula deildini eydnaðist heimaliðnum at fáa fulla úrtøku. Fýra dystir endaðu við fullari úrtøku til útiliðið, og í einum føri fingu [...] fingu liðini eitt stig í part. Merkisvert er tað eisini, at í trimum av teimum fimm førunum vóru tey liðini, sum í 18. umfari vóru á útivølli, á stigatalvuni undir liðunum, sum høvdu heimavøll. KÍ var [...] sunnudag eiga bæði oddaliðini heimavøll, og tey mugu finna seg í at vera greiðir favorittar, tá ið Skála fer at vitja í Runavík og VB/Sumba í Gundadali. Undan toppuppgerðini fer B36 at spæla á heimavølli
seinastu dystirnar, so er einki at ivast í, at teir longu nú mugu roknast sum ein av heitastu favorittunum til gullið. So er spurningurin bara, um teir aftur í ár detta í felluna, har teir fara at tveita stig [...] veikari. Fyrsti stigamissurin í so máta líktist eitt av hesum tapunum, tá teir máttu lúta fyri KÍF. Komandi sunnudag eru tó ikki ráð til mistøk. Tá vitjar Kyndil í Vestmanna í tí, sum líkist fyrsta veruliga [...] Tað vóru føroyameistararnir tey bæði seinastu árini, sum hittust í høllini á Hálsi sunnudagin. Bara hetta í sjálvum sær átti helst at borga fyri eini ávísari góðsku. Hartil hava dystirnir millum júst Kyndil
týdningarmikil enn júst í hesum tíðum, og eigur orðaskiftið tí á ongan hátt at enda. At Hákun kundi hugsa sær at alt bleiv tagt í hel, er nokk ein onnur søga, men tað eru ikki bara 5 fólk í FNU sum ikki stuðla [...] fólk í økinum, og føroyingum annars og vitjandi, ið hava mist stór virði. FNU heppnaðist at steðga byrjanina av verkætlanini har Fjallavatn stóð fyri neyðtøku. Síðan kom Eiðisverkætlanin har sjón nú fæst [...] harafturat hava vit frælsið at skriva, savnast í áhugafelagsskapum, og tosa frítt um øll samfelagsins mál. Viðvíkjandi útlátum av vakstrarhúsgassum frá byrgingum her í landinum, er víst til at neyvar kanningar
kílar í slíkt mál, um tú fer at tosa alment um hetta, sum vit hava latið landsstýrinum. Í parti við Føroyum -Tað hevur oftani verður spurt, hvørjum parti Fíggingargrunnurin og tess formaður er í - tí danska [...] vit nú kunnu tað og í tann mun landsstýrið ynskir tað. Knud Heinesen sigur, at hetta málið fevnir um tveir partar. Ein, sum snýr seg um viðurskiftini til Den Danske Bank og tað endurgjald, sum fæst frá [...] av í hvønn mun grunnurin hevur ábyrgd at taka stig, hvørji stig hann kann taka og hvussu grunnurin løgfrøðiliga vil meta um frágreiðingina. Hetta arbeiðið er gjørt og varð lagt fyri nevndarfundin í Fí
Strondum fekk heilt stóran skaða í ódnarveðrinum sunnumorgunin. Eisini brunnbáturin Víkingur, snelluskipið Morning Star, ein aliringur og bryggjan í Heygsstøð fingu skaða í ódnini. Útróðrarbáturin Marianna [...] Báturin verður ikki afturgjørdur í bræði, og í hvussu so er allur vetrarróðurin fer fyri einki. Sonni Johansen sigur, at báðar síðurnar, gron og reyv umframt eitt nú egningarmaskinan, sum stendur á innilokaða [...] Marianna av Strondum fór heilt illa í ódnarveðrinum sunnumorgunin. Báturin lá við bryggju í Heygsstøð og varð fangaður innan fyri brunnbátin Víking, sum sleit og rak oman yvir Marionnu. Sonni Johansen av Strondum
hitta aðrar kvinnur. Hóast tær eru í ymiskum aldrum, eru tær savnaðar her við einum endamáli: At læra meiri um tøving. Sloyfur Hetta skeiðið í tøving varir samanlagt í 64 tímar, og byrjar á morgni og endar [...] og arbeiða ull, hesar sjey hugagóðu kvinnurnar í Handarbeiðsskúlanum. Seks teirra sita við borðini og gera ymiskt úr ullini, meðan tann sjeynda kvinnan er í einum øðrum rúmi og vaskar ull. Frammanfyri teimum [...] verður, tá vit trína innar í undirvísingarhølið. Tað er ikki meiri enn at tær sansa at gestir eru komnir á gátt. Her ræður um at nýta hvørja løtu væl, soleiðis at sum mest fæst burtur úr undirvísingini.
Teknirøðirnar, sum eisini eru týddar til føroyskt. Bøkurnar góvu fólkum innlit í Norðurlendsku gudalæruna, ið ráddi í gomlum døgum. Nú hevur kristna læran fingið eina minst líka flott teknirøð. Maðurin, sum teknaði [...] 163 síður. Bíbliufelagið gevur út, og bókin fæst til keyps í bókabúðunum fyri 150 krónur. MYBDATXT Menniskjusonurin eftir Peter Madsen er eitt meistaraverk. Nú á føroyskum [...] útgávuna frá 1995 til føroyskt. Danska útgávan hevur selt í meira enn 65.000 eintøkum, og hon er millum annað týdd til franskt. Føroyska útgávan er komin í lag eftir ynski frá Bíbliufelagnum, har Bergur D. Joensen