At spæla á heimavølli hevur altíð verið roknað sum fyrimunur. Nú tveir triðingar av hesum kappingarárinum eru lagdir afturum, siga tølini, at tað næstan kemur eins ofta fyri, at liðini, sum eru á útivølli, fáa fulla úrtøku, sum at tey, ið eiga heimavølli, fáa fult.
Inntil fyri trimum árum síðani var kappingin átjan umfør og harvið 90 landskappingardystir. Tá ið 18. umfar var liðugt spælt sunnudagin, var landskappingin 2007 90 dystir gomul. 39 ferðir hava heimaliðini fingið fult, 34 hava útiliðini vunnið, og 17 ferðir hevur verið javnt.
18. umfar var serligt á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin í ár, at tað í ongum av teimum fimm landskappingardystunum í Formula deildini eydnaðist heimaliðnum at fáa fulla úrtøku. Fýra dystir endaðu við fullari úrtøku til útiliðið, og í einum føri fingu liðini eitt stig í part.
Merkisvert er tað eisini, at í trimum av teimum fimm førunum vóru tey liðini, sum í 18. umfari vóru á útivølli, á stigatalvuni undir liðunum, sum høvdu heimavøll. KÍ var undir GÍ á støðutalvuni, men klaksvíkingar fóru við øllum stigunum. HB var undir EB/Streymi á talvuni, men meistararnir fóru við øllum stigunum, og hóast VB/Sumba var fleiri pláss niðari á talvuni enn B71, so eydnaðist tað suðuroyingunum at fara suður aftur við einum stigi.
NSÍ og B36 eru topplið, og tey bæði vístu í gjár, at tey eru verdugir kappingarneytar um FM heitið. Fleags fyri bæði liðini hevur higartil verið, at tey hava víst seg at vera tey við tættastu verjunum. Soleiðis var tað eisini hesa ferð. Bæði liðini vunnu 2-0.
Sunnudagin 2. september verður 21. umfar á skránni. Tá fer B36 til Runavíkar. Úrslitið í tí dystinum tykist fara at hava ógvuliga stóran týdning fyri, hvør fer at vinna FM.
Bæði NSÍ og B36 eru væl skipað og vísa stórt sjálvsálit. Næsta sunnudag eiga bæði oddaliðini heimavøll, og tey mugu finna seg í at vera greiðir favorittar, tá ið Skála fer at vitja í Runavík og VB/Sumba í Gundadali. Undan toppuppgerðini fer B36 at spæla á heimavølli móti KÍ, meðan NSÍ skal til Sandoyar. Tað kann væl vera, at tað skal stríðast fyri søkini, men eingin orsøk er at rokna við øðrum enn, at bæði oddaliðini fara at fáa seks stig afturat, áðrenn tey fara at bresta saman.
Umframt NSÍ og B36 er tað bara HB, sum tykist hava møguleika at blanda seg í FM stríðið. Teinurin hjá meistarunum upp á tindin er langur, men hann er ikki ómøguliga langur. Motivatiónin er góð, og um tað gongur, sum tað hevur gjørt seinastu ferðirnar, og um tað endar við javnleiki, tá ið B36 fer at vitja í Runavík, so skulu meistararnir, sum eiga útidyst móti NSÍ og B36 í síðsta umfari, ikki heilt avskrivast. Men tað verður torført hjá teimum.
Í botninum øktist fjarstøðan bæði hjá AB og VB/Sumba fram til bjargingina. Sunnudagin skal AB spæla í Streymnesi, og VB/Sumba fer at vitja HB. Um botnliðini einki fáa burturúr, og um KÍ samstundis fær fult móti B71, so verður niðurflytingin næstan avgjørd.
Men nú fæst at síggja. Hagtølini siga, at higartil hava útiliðini staðið seg væl. Fleiri heimaskansar hava víst seg at rilla.
19. umfar sunnudagin 19. august: B36-VB/Sumba, KÍ-B71, NSÍ-Skála, EB/Streymur-AB og HB-GÍ (mánadagin 20. august).