Poul Michelsen fær ikki sítt seinasta ynski uppfylt

Meirilutin í Løgtinginum er ímóti

Tað verða ikki tær stóru broytingarnar gjørdar í rúsdrekkalógini í hesum valskeiðnum. Tað staðfestir Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

Tað merkir, at tað er heldur ikki meiriluti í Løgtinginum fyri at taka einkarrættin frá Rúsuni til at innflyta vín.

Tað seinasta uppskotið, Poul Michelsen í Framsókn var við til at leggja fyri Løgtingið, áðrenn hann segði tingsessin frá sær av heilsuávum, var annars, at matstovur, og aðrar fyritøkur, skuldu sleppa at innflyta vín. Her var talan um vín sum vanliga verður drukkið aftur við mati, og sum í mesta lagi er 15 prosent.

Tá ið uppskotið varð lagt fram, vísti Framsókn á, at matstovur hava fleiri ferðir víst á, at tað er neyðugt hjá teimum at fáa eitt betri úrval av dygdarvíni til gestirnar.

Samstundis verður dentur lagdur á, at hetta fer ikki at gera tað lættari hjá fólki at fáa fatur á rúsdrekka.

Men hinvegin siga tey, at við hesum fáa tær fyritøkur og matstovur, sum fáa loyvi at innflyta matvín, heimild til at samráðast við veitaran, tey keypa frá, um prís og avsláttur, og onnur viðurskifti.

https://www.in.fo/news-detail/news/rusan-skal-missa-einkarraettin-til-at-innflyta-vin/?no_cache=1Les meiri um tað her: Rúsan skal missa einkarrættin til at innflyta vín

Men nú málið hevur verið til umrøðu í Løgtinginum er greitt, at hann fær ikki sítt seinasta, politiska ynski uppfylt.

Uppskotið fær nevniliga lunkaða móttøku, at kalla allastaðni frá í Løgtinginum.

Beinir Johannesen, sum var talsmaður fyri Fólkaflokkin, heldur, at verður tað lættari hjá matstovum at keypa rúsdrekka, er eisini vandi fyri, at tær fara at keypa meiri og at fólk fer at drekka meiri.

Johan Dahl, talsmaður fyri Sambandsflokkin skilur ikki trupulleikan, tí hann sigur, at matstovur hava longu møguleikan at keypa vín beinleiðis frá veitarum og í hesum sambandi kunnu tær eisini samráðast um prís, og aðrar treytir.

– Sostatt er núverandi lóg eingin forðing fyri matstovurnar, sigur talsmaðurin fyri Sambandsflokkin.

Men tað, tær keypa, skal ígjøgnum Rúsuna, sum so avgreiðir tollin, og onnur viðurskifti, og ger vínið klárt hjá matstovuni til heintingar.

Hann heldur ikki, at tað er rætt at máa grundarlagið undan Rúsuni við at gera ymsar einstakar broytingar nú og tá. Men hinvegin heitir hann á Helga Abrahamsen, landsstýrismann á økinum, um at taka stig til rúsdrekkalógin, øll sum hon er, verður endurskoðað, har semja fæst í Løgtinginum um, hvussu rúsdrekkalógin skal vera.

Í hesum sambandi heldur hann, at Løgtingið eigur at endurskoða kravið til rúsuna um at hon skal hava eitt ávíst yvirskot um árið.

Ikki óvæntað gjørdi Miðflokkurin greitt, at tey taka ikki undir við uppskotinum – og í roynd og veru merkir tað, at hetta verður ikki broytt.

Tað stendur einki í samgonguskjalinum um rúsdrekkalógina og tað merkir, at har kunnu ongar broytingar verða gjørdar uttan so, at øll samgongan er samd um tá – og tá ið Miðflokkurin ikki vil, hendur heldur einki.

– Vit hava eina einkarsølu sum vit vilja verja, tí vit halda, at hetta er tað skilabesta fyri okkara samfelag, sigur Stefan Klein Poulsen, talsmaður fyri Miðflokkin.

Helgi Abrahamsen sigur, at honum hóvar ikki at rúsdrekkalógin verður broytt á hesum øki.

Tað stendur einki í samgonguskjalinum um rúsdrekkalógina og tað merkir, at broytingar verða ikki gjørdar, uttan at semja er um tað í samgonguni. 

Og Helgi Abrhamsen vísir eisini á, at tað eru partar í samgonguni, sum leggja stóran dent á, at rúsdrekkalógin ikki verður broytt, so tað verða ikki tær stóru broytingarnar gjørdar í hesum valskeiðnum, ger hann púra greitt.