med taknemlighed. Men jeg er meget bange for de politikere, der er så ivrige efter at komme i historiebøgerne. Selvstyre er ikke resultatet af en politisk beslutning. Selvstyre er en proces, der gerne går [...] mindretal, men at det er folkets ønske. At det er en folkebevægelse, som vi så det i Island, mens vi har set det modsatte i Nord Irland og andre steder. At vi politikere er uenige, det er jo en del af vores [...] hinandens synspunkter. Det er det værste, der kan ske. Og er det ikke en folkebevægelse, så er sagen ikke moden. Så skal den udvikles mere, og det må få lov at tage den tid, der er nødvendig. Derfor kan jeg
tey er, at ongin er á lívi í dag. Fullkomin listapalett Finn Jor sigur, at hann er serliga glaður fyri at hava fingið Ísland og Føroyar við í hesa bókina. - Við umboðunum frá hesum báðum londunum er tann [...] litirnir og tað sum er inni í húsunum, fortelur okkum, hvør sum býr har. Soleiðis er tað sjálvandi eisini við okkara listafólkum. - Øll lond hava onkran, sum gevur tjóðini ein samleika, og her eru listafólk [...] skal vera við. Fyrsti listamaðurin vit hitta, er Snorri Sturlasson. Hansara heim stendur ikki longur, men baðikarið er framvegis møguligt at síggja. Hetta er tann elsti listamaðurin í bókini; tey flestu
leggja seg út í kjakið. Tað er kanska ikki so løgið, tí tað eru onnur mál, sum upptaka danan enn júst ríkisfelagsskapurin. Eitt teirra er harðskapur, sum eftir øllum sólarmerkjum er farin at gera alt meira [...] meira um seg í Danmark.. Eitt annað er evran, sum danir uttan iva skulu til fólkaatkvøðu um áðrenn ov long tíð er fráliðin. Tí er ríkisfelagsskapurin ikki tað, sum fyrst kemur dønum í hug, tá teir vera spurdir [...] aktivering, eldrapolitikkur, fyriskipað hjúnarløg og ríkisfelagsskapurin. Evnini eru her nevnd í teirri røð, sum atkvøtt er fyri teimum, og tað merkir, at henda lítla »veljarakanningin« sigur okkum, at rí
Norðstreymoy er einki ellis- og røktarheim. Í Vestmanna er eitt sambýli, og har eru fyri tað mesta røktarsjúklingar. - Tann dagin vit verða sjúk, er eingin hjálp at heinta. Og er tað nakað eg ræðist, so er tað [...] Hon er undangongukvinna á nógvum økjum, hevur aldri ræðst fyri at taka stig, har hon hevur mett tað er neyðugt, og mangan hevur verið heitt á hana fyri at fáa eitthvørt uppá føtur. Aldurin er eingin forðing [...] tryggleikin, sum vit løgdu so stóran dent á, er burturi í dag. So lítil tíð er sett av til hvønn einstakan, at viðkomandi verður skundaður undir og humsaður við. Tað er niðurgerandi fyri tann gamla og sjúka,
sita. Ein møguleiki er, at John Petersen verður fluttur longri fram á vøllin. Tað fer at hava við sær, at Uni Arge verður settur uttanfyri. Hin møguleikin ? og hann er meiri sannlíkur ? er, at Julian Johnsson [...] sæst á tí, sum hann hevur at siga um Fróða Benjaminsen: ? Tað harmar meg almikið, at Fróði ikki er við her í Kekkia. Hann hevur arbeitt seg alt nærri einum plássi millum teir fyrstu ellivu, og um hann hevði [...] altíð lagt dent á, hvussu týdningarmikið tað er, at føroyingarnir ikki missa bóltin beinanvegin, tá teir hava fingið fatur á honum. Um hetta skal eydnast er fyrst og fremst treytað av, hvussu tað gongst
Tá føroyingar fyrru ferðina vóru her niðri, varð dysturin spældur eysturi í Kosice, sum er í Slovakia, og seinnu ferðina varð spælt í Teplice, sum er ein provinsbýur her í Kekkia. Í báðum førunum vann [...] øll atgongumerkini eru langt síðani útseld. Eitt tað størsta stadion í heiminum er í Prag. Tað kallast Strahoc stadion. Tað er uppi ímoti tí, teir kalla Petrín fjallinum. Har eru trý stadion í sama umhvørvi [...] áskoðararnir sita tætt upp at sjálvum fótbóltsvøllinum, og har rómurin ikki er so lítið átøkur honum í Sevilla í Spania. Tað er á hesum lítla, intensa og fullsetta stadion, at kekkar í kvøld ætla sær at
kundi koyrast í 20 minuttir ? Tað eri ikki so ógvuliga harmur um at tað ikki ber til at venja. Hetta er endin á fótbóltsárinum. Spælararnir eru í góðari venjing, men teir eru troyttir, og tí kemur tað væl [...] fyri smáskaðarnar, sum fleiri dragast við, og so samstundis hugsa um stóru uppgávuna í annaðkvøld. Her hevði eg skriva í skránni, at skráin møguliga fór at blíva broytt, og í tí lá, at ein venjing møguliga [...] lokalkendum ferðaleiðara. Jens Erik Magnussen, formaður í landsliðsnevndini hjá Fótbóltssambandinum, er sum so mangan áður ferðaleiðari hjá landsliðnum. Hann sigur, at teir vita um 325 føroyingar, sum fara
málverjuplássið er upptikið av Herfølgemálverjanum vil aftur siga, at hann, sum sambært íslendska dagblaðið DV var besti spælari í landssímadeildini í ár, verður á bonkinum. Um tað verður, sum vit her hava roknað [...] enn frítíðarítriv. Vit hava lært, hvussu týdningarmikið tað er at hvíla millum venjingarnar, og tá vit fara inn á vøllin til landsdystirnar, so er tað altíð við boðum frá venjaranum, at vit skulu spæla fótbólt [...] mær fyri at leggja alla orku í. Um møguleikin býðst at fara onkra aðrastaðni at spæla, og tilboðið er nóg spennandi, so fari eg av álvara at umhugsa at taka av.
ein sorgarleikur fyri familjuna, hóast vit onga løtu hava ivast í, at John er ósekur. Hann er eingin harðskapsmaður, hann er altíð farin væl við mær og børnunum, og eg havi altíð vigað tað góða upp ímóti [...] børn nú og hugsa um tað, sum farið er fram. Tey vilja gera vart við viðurskifti, tey meta vera merkt av órættvísi og vantandi virðing fyri teimum, ið vara av, tá talan er um slíkt álvarsamt revsimál. Ikki [...] Gugg-una og børnini mest, er almenna úrlatingin og eyðmýkingin av manninum. Sambært teimum hava fjølmiðlarnir ikki himprast við at válkað sær í málinum. - Vit skulu øll liva her í landinum, og eg meti, at
á fløguni. Talan er um fløgu, har Ragnar syngur sangir hjá fyrimyndini Hank Williams. Og tað sæst eisini beinanvegin, at her er talan um mera, enn eina vanliga country fløgu. Húsin er nakað fyri seg. Í [...] Tó kom ymiskt í vegin, men nú er hon komin til landið. Jógvan Andrias hevur Edvard N. Debess og tveir norskar tónleikarar afturat sær. Talan er um vísur og tónleikurin er grundaður á akkustisk ljóðføri [...] Simme Jacobsen. Snøgga húsan hevur Poul Hansen gjørt. Tveir tekstir eru týddir av Birgir Kruse og hann er komin væl frá tí. Ein sonn countryfløga, sum tykist gjøgnumførd. Krás hjá teimum, ið dámacountry og