Stórfingið undirhald í Prag í kvøld

Fótbóltur: Kekkarnir spæla á lítlum stadion, tí har siga teir, at rómurin er bestur

Kekkia eigur sambært styrkislistan hjá FIFA næstbesta fótbóltslandsliðið í heiminum. Teir hava vunnið allar níggju dystirnar í undankappingini, sum tað í dag verður lagt lok á, og skulu vit trúgva tí, sum hýruvognsførararnir siga, so verður avgjørt roknað við, at Kekkia seinni í kvøld fer at hava fult stigatal.

Kekkiska fótbóltssambandið hevur skipað fyri stórfingnum undirhaldi, og millum annað fara teir at gera sítt fyri at fáa rættuligan veitsludám í. Teir ætla at gera burturúr, bæði tí teirra landslið hevur spælt seg í endaspælið, og tí teir sum einasta liðið í allari kappingini fara at vinna allar dystirnar.


Ofta í provinsini

Føroyska landsliðið hevur tvær ferðir áður spælt ímóti Kekkia á útivølli. Fyrra ferðin var mikudagin 23. september í 1992, tá Kekkia og Slovakia framvegis vóru saman um eitt landslið, og seinna ferðin var 20. august í 1997, tá Kekkia var mótstøðuliðið.

Hjá bæði Kekkoslovakia og Kekkia hevur tað verið vanligt, at nógvir landsdystir hava verið spældir aðra staðni enn í høvuðsstaðnum.

Tá føroyingar fyrru ferðina vóru her niðri, varð dysturin spældur eysturi í Kosice, sum er í Slovakia, og seinnu ferðina varð spælt í Teplice, sum er ein provinsbýur her í Kekkia.

Í báðum førunum vann heimaliðið, og í hvørgum førinum megnaði føroyska liðið at skora mál. Fyrru ferðina vann Kekkoslovakia 4?0, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 1?0, sum eisini var støðan, inntil tað bara restaðu fimm minuttir.

Í seinna førinum vann Kekkia 2?0, og tað var støðan longu tá 27 minuttir vóru farnir.


Rómur í høvuðsstaðnum

Tríggir av kekkisku spælarunum, sum hava verið nógv við á landsliðnum, eru ikki tøkir hesa feð, tí teir eru skaddir. Hesir eru Pavel Nedved, Radek Sloncik og Pavel Kuka.

Fótbóltsáhugaðu kekkarnir, sum vit hava tosað við, fjala kortini ikki, at teir eru fullvísir í, at teirra landslið fer at vina í kvøld, og teir gleða seg til at vísa fagnaðin fyri landsliðnum. Tað fara teir at gera á Sparta stadion. Tað rúmast ikki fleiri enn 20 túsund áskoðarar kring vøllin, og øll atgongumerkini eru langt síðani útseld.

Eitt tað størsta stadion í heiminum er í Prag. Tað kallast Strahoc stadion. Tað er uppi ímoti tí, teir kalla Petrín fjallinum. Har eru trý stadion í sama umhvørvi. Føroyska liðið vandi í fyrrakvøldið á venjingarstadion. Størsta stadion av teimum trimum man vera eitt tað størsta í heiminum, tí har rúmast ikki færri enn 220 túsund fólk.

Men tað er langt síðani, at hetta stadion hevur verið karmur um fótbóltslandsdystir. Nú verður tað so at siga ikki brúkt til annað enn framsýningar av ymiskum slagi.

Kekkar halda stutt sagt, at karmurin ikki er nóg intensur á stadion, sum hevur rennibreytir kring sjálvan fótbóltsvøllin, og tí hava teir valt at lata landsliðið spæla á minna stadion, har áskoðararnir sita tætt upp at sjálvum fótbóltsvøllinum, og har rómurin ikki er so lítið átøkur honum í Sevilla í Spania. Tað er á hesum lítla, intensa og fullsetta stadion, at kekkar í kvøld ætla sær at vinna og fegnast um glæsiligu úrslitini í EM undankappingini.


Einki mál ígjøgnum

Hjá summum kann tað kanska tykjast í so næsadjarvt, at kekkarnir opið ásanna, at teir í kvøld fara at fegnast um fulla úrtøkuna í hesi EM undankappingini, men vit kunnu ikki annað enn staðfesta, at teir hava hagtølini við sær.

Føroyar hava tvær ferðir spælt landsdyst ímóti Kekkoslovakia, og tríggjar ferðir hevur Kekkia verið mótstøðuliðið. Føroyska liðið hevur hvørja ferð verið við undirlutan, og hóast tað hevur verið spælt í 450 minuttir í alt, so eiga føroyingar framvegis fyrsta málið til góða. Í Føroyum hava úrslitini verið sigrar til gestirnar uppá 3?0 í 1993, 2?0 í 1997 og 1?0 í 1998, og ? sum sagt ? so hava úrslitini á útivølli verið sigrar til vertirnar uppá 4?0 í 1992 og 2?0 i 1997. Tað vil við øðrum orðum siga, at føroyingar eiga framvegis fyrsta málið á, meðan mótstøðuliðið hevur skorað tólv mál.