Allan hóttir Jens Martin

Fótbóltur: Allan heldur at broytingarnar hava verið stórar frá tiltikna dystinum í Landskrona og til nú hann spælir 46. dystin

Landsliðsvenjarin plagar ikki at siga nakað um, hvussu liðið fer at síggja út, og tað fer hann neyvan at gera hesaferð heldur.

Men hann plagar at halda seg til teir, sum hann frammanundan hevur víst álit, og tað fer hann ivaleyst eisini at gera hesaferð.

Tað vil millum annað siga, at Jákup Mikkelsen verður í málinum, og at Allan Mørkøre verður úti á vøllinum. At málverjuplássið er upptikið av Herfølgemálverjanum vil aftur siga, at hann, sum sambært íslendska dagblaðið DV var besti spælari í landssímadeildini í ár, verður á bonkinum.

Um tað verður, sum vit her hava roknað við, so vil tað siga, at Jens Martin Knudsen í annaðkvøld ikki verður einsamallur um at sita á metinum í tali á landsdystum.

Jens Martin Knudsen hevur 46 ferðir vart føroysk málið í altjóða skrásettum landsdystum, meðan Allan Mørkøre hevur spælt við 45 ferðir.


Frá frítíð til arbeiði

Tá føroyingar spældu fyrsta EM-undankappingardystin yvirhøvur, var Allan Mørkøre 18 ára gamal.

Hann hevði verið við í onkrum venjingardysti, t. d. ímóti Hetlandi, og tí kom tað ikki púra óvart á hann, tá Páll Guðlaugsson gjørdi av, at ungi klaksvíkingurin skuldi vera millum teir fyrstu 11 ímóti Eysturríki í Landskrona:

? Broytingarnar hava verið sera stórar síðani tá, men eg má siga, at tað, sum framvegis stendur í huganum sum tær størstu upplivingarnar í øll hesi árini, eru teir fyrstu landsdystirnir. Tá vunnu vit móti Eysturríki, taptu 4-1 í fullsettari Ítróttarpark í Keypmannahavn, og eg var so heppin at skora føroyska málið, og tá vit megnaðu at javna til 1-1 og halda tørn í Belfast.

Og hvørjar hava størstu broytingarnar so verið?

? Bæði í mátanum vit spæla, og í mátanum, sum alt kring dystirnar kring gongur fyri seg uppá. Eg var heppin at gerast ein av teimum, sum Páll Guðlaugsson valdi hvørja ferð. Vit fóru hvørja ferð á vøllin fyri at verja og fyri at stríðast fyri lívinum. Páll dugdi fantastiska væl at seta okkum upp til dystirnar, men vit spælarar vóru ikki so medvitandi um týdningin, sum tað hevur at fyrireika seg rætt til stóru avbjóðingarnar. Vit vóru meiri ella minni ferðamenn, tá vit vóru saman á landsliðnum. Vit spældu tennis, svumu og sólaðu okkum við hvørt.

Og nú?

? Landsliðsuppgávurnar eru meira arbeiði enn frítíðarítriv. Vit hava lært, hvussu týdningarmikið tað er at hvíla millum venjingarnar, og tá vit fara inn á vøllin til landsdystirnar, so er tað altíð við boðum frá venjaranum, at vit skulu spæla fótbólt. At nógvir av okkum eisini hava spælt nógvar dystir, ger eisini, at vit ikki eru so óróligir og nervøsir, sum tá vóru, tá royndirnar fáar og smáar.


Dreymurin

Um tað gongur, sum tað higartil hevur gjørt, so fer Allan Mørkøre komandi ár at spæla fyri 50. ferð á landsliðnum, og sambært klaksvíkinginum í ÍBV, sum hesaferð umboðar HB á landsliðnum, droymir skjótt 28 ára gamli miðvallarin framvegis um at koma longur við fótbóltinum:

? Komandi árið verður fyrsta ári, har eg frá byrjan av fari at venja eins nógv sum hinir í ÍBV, og eg havi sett mær fyri at leggja alla orku í. Um møguleikin býðst at fara onkra aðrastaðni at spæla, og tilboðið er nóg spennandi, so fari eg av álvara at umhugsa at taka av.