vestmannakvinnum á kyndilskvinnum í tí triðju FM-finaluni, ið var leikt í Vestmanna í dag. Í steðginum var VÍF á odda 10-7. Agnas Olsen gjørdist toppskjútti hjá VÍF við átta málum. Marianna G. Eystberg gjørdist [...] toppskjútti hjá Kyndli við fimm málum. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá VÍF og fimm spælarar hjá VÍF. Raðfylgjan á ljóðfíluni er hendan: 1) Kristian Griksaite
Í kvøld hevur Klaksvíkar kommuna handað Listavirðisløn Nólsoyar Páll á tiltaki í Atlantis. Undanfarin ár hava Hanus G. Johansen, Edward Fuglø og Eyð Matras fingið virðislønina, og í ár varð heiðurin latin [...] seinastu árini hevur hann skrivað tvær krimiskaldsøgur, tann triðja er á veg. Saman við heiðrinum fekk Steintór Rasmussen peningagávu á 75.000 krónur. Steintór Rasmussen tók ímóti virðislønini og helt røðu [...] listamaður, sum ikki avmarkar seg til eina listagrein. Hann er sera virkin og skapandi og gongur fegin á odda fyri verkætlanum innan mentan. Steintór Rasmussen er kendur sum sangari og sangskrivari. Hann hevur
lag, sum er ein víðarimenning av ljóðinum á seinastu plátuni. Annað lagið, er melodiskt og sorgblítt, og minnir í sínum lagsmíði um tað, vit hoyrdu frá Høgna á hansara fyrstu plátu, »Most Beautiful Things« [...] í Føroyum. Seinni í summar verður hon givin út online og í øðrum londum. Høgni Lisberg spælir í ár á G! Festivalinum, við einum vælmannaðum bólki. Har verður høvið at hoyra bæði nýggj løg og løg, sum fólk [...] Høgni Lisberg hevur júst lagt seinastu hond á nýggju plátu sína. Henda fjórða pláta Høgna eitur »CON MAN«, og er gjørd í samstarv við walisiska framleiðaran, James Thomas, sum Høgni eisini gjørdi seinastu
rapptónleikur á skránni frá høvuðsstaðar bólkinum Swangah Dangah. Vælumtóktu rappararnir hava júst boðað frá, at teirra fyrsta fløga er ávegis, so nú sleppa fjepparar skjótt undan at leita sær á YouTube hvørja [...] Swangah Dangah gjørdist skjótt væl kendir í Føroyum. Fyrsta konsert teirra ognaði teimum nevniliga pláss á G! Festivalinum 2011. Í kvøld verða teir so at hoyra í Klaksvík. [...] Í kvøld verða tvey áhugaverd tónlistarlig tiltøk á skránni í Klaksvík. Tað er nevniliga soleiðis, at Club 700 og All In Nightclub bjóða til ávikavist 80ara tónleik og rapptónar frá Swangah Dangah. 80ini
sær ein lítlan dukkert. Men soleiðis sá veruleikin út á Gøtusandi hósdagin, fríggjadagin og leygardagin. Sauna’in er eitt av bestu dømunum um, at á G!-festivalinum ber alt til. At festivalurin savnar saman [...] er eisini serstakliga originalt, tí eins óhugsandi tað í roynd og veru er at savna fólk í túsundavís á Gøtusandi, eins óhugsandi er tað, at ein sauna skuldi liggja har um vikuskifti, sum saman við syrutum [...] veruleika. Tí álvaratos, hvør hevði nakrantíð ímyndað sær, at ein sauna skuldi savna saman berar reyvar á sandinum í Syðrugøtu?
Vági, og Hans Vilhelm Joensen (1927-2004), ættaður úr Hvalvík og vaks upp á Sandi. Magni eigur eina yngri systir, Sólgerð, (g. á Bakkanum), sum eisini býr í Havn. Tá Magni byrjaði hjá Telefonverki Føroya [...] skipanir. Hann trívsist væl í hesum starvi við nógvum nýggjum avbjóðingum, og nógv nýtt er á veg. Hann arbeiddi á Tinghúsegnum øll árini til Føroya Tele flutti í nýggja bygningin í Hoyvík.
Mortensen, Jónas G. Djurhuus, Janus Dam Djurhuus og liðfelagarnir í HC Keypmannahavn taptu á útivølli 21-27 fyri Odder. Tað stóð annars væl til í steðginum, tí tá var HC Keypmannahavn á odda 15-13. Hetta [...] leiki í dag. Pauli Mittún, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne vunnu á útivølli 34-30 (17-16) á Give. Pauli var noteraður fyri tvey mál. Suðuroyggjamenn eru fjórðfremst í deildini við
Joensen, starvsfólk á Hagstovuni, so skakkur av greiningini hjá Landsbankanum, at hann kendi tørv á at læra tey um debet og kredit. Men her fór tann uppfarandi hagfrøðingurin í stovuhæddini á Albert Hall skeivur [...] Líkningin vit brúka er hendan: X−M=(S−I)+(T−G)X−M=(S−I)+(T−G)X er útflutningur, M er innflutningur, S er privata sparingin, I er privatar íløgur, T er skattur og G er almenna nýtslan. Tað vil siga at (X - [...] viðmerkingum til búskaparfrøðingarnar á ovastu hædd í Albert Hall, hóast Landsbankin heldur ikki vóru nóg neyv í síni greining . Í síni greining av stóru avlopunum á gjaldsjavnanum tekur Landsbankin støði
kemur kanska best til sín rætt á ovaru hæddini í Norðurlandahúsinum. Tað fyrsta, tú fært eygað á, er sokallaði Plakatveggurin, sum Edward Fuglø er sloppin at seta sín dám á hesuferð. Eitt sera hóskandi val [...] til okkum og okkara tíð Á glasveggunum í Klingruni hanga løttu, fínligu og ljósu myndirnar hjá Astri Luihn á ein hátt, so tær næstan sveima sum ein partur av útsýninum. Hinumegin, á stóra vegginum, hanga [...] rúminum. Smáu myndirnar á framsýningini hesuferð eiga Tórbjørn Olsen og Ingálvur á Reyni. Myndirnar eru nógvar í tali og støddin krevur, at tú sleppur nær at teimum. Hesar spæla sær ikki á sama hátt við inn
galdandi á besta liðnum, har Sorin Anghel var heilt stóri profilurin. Seinastu sjey árini hava Egil á Bø og René Tórgarð somuleiðis verið millum álitini, og so spæla menn sum Pætur Dam Jacobsen, Pauli G. Hansen [...] venjarar seinastu tíggju árini. Sostatt hevur tað, hóast árið í fjør var turbolent á aðrar mátar, valdað ein ávís ró á vøllinum og á síðulinjuni, har útskiftingin í øllum hinum feløgunum hevur verið munandi størri [...] samansett sum lið. Ótolnir og spentir Sigfríður Clementsen hevur enn ikki eitt ár á baki sum venjari í HB, har hann stendur á odda fyri at byggja eitt nýtt lið. Eitt ungt lið, har ungir mans, sum eru uppvaksnir