Dysturin í Gundadali í gjár var serstakliga áhugaverdur at eygleiða. Ein fínur fótbóltsdystur við góðari ferð, tøttum nærdystum, frálíkum detaljum og sum var heilt væl leiktur til tíðir. Oddabrakið millum HB og EB/Streym var eisini áhugavert á tann hátt, at tað enn einaferð staðfesti týdningin, sum Fróði Benjaminsen hevur fyri HB, og hvussu EB/Streymur er samansett sum lið.
Ótolnir og spentir
Sigfríður Clementsen hevur enn ikki eitt ár á baki sum venjari í HB, har hann stendur á odda fyri at byggja eitt nýtt lið. Eitt ungt lið, har ungir mans, sum eru uppvaksnir í felagnum, í stóran mun manna liðið. Í slíkum førum spæla royndar kreftir ofta ein stóran leiklut. Hetta er sanniliga eisini galdandi fyri HB í ár, har Fróði Benjaminsen hevur ovurhonds stóran týdning.
Tískil var saknurin í honum bæði stórur og sjónligur, nú hann var leikbannaður, eftir at hava fingið tvey gul kort í dystinum móti KÍ. Hetta sást aftur serliga aftur í uppbyggjandi spælinum, har HB-leikararnir tóktust ótolnir og dekan ov spentir.
Heldur enn at flyta bóltin skjótt runt sína millum, sum HB plagdi at gera og sum dagsins leikarar eisini duga, vóru vertirnir alt ov ótolnir og spentir. Hetta hevði við sær, at nógvir høgir og óneyvir bóltar vórðu sendir móti EB/Streyma-brotsteiginum, har ikki meiri spurdist burtur úr.
Ró í Sundalagnum
EB/Streymur er í eini heilt øðrvísi støðu enn HB. Bulurin hjá EB/Streymi hevur stórt sæð verið tann sami síðani 2003, tá menn sum Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen, Gert Hansen, Arnbjørn Hansen, Leif Niclasen og Brian Olsen byrjaðu at gera seg galdandi á besta liðnum, har Sorin Anghel var heilt stóri profilurin. Seinastu sjey árini hava Egil á Bø og René Tórgarð somuleiðis verið millum álitini, og so spæla menn sum Pætur Dam Jacobsen, Pauli G. Hansen og Levi Hanssen nú á fjórða ári í felagnum. Aftrat øllum hesum hevur EB/Streymur havt ein og sama venjara í Heðini Askham seinastu fýra árini. Tað er, tíverri, sjáldsamt í føroyskum fótbólti, og uppaftur meiri sjáldsamt er tað, at EB/Streymur einans hevur havt tríggjar venjarar seinastu tíggju árini.
Sostatt hevur tað, hóast árið í fjør var turbolent á aðrar mátar, valdað ein ávís ró á vøllinum og á síðulinjuni, har útskiftingin í øllum hinum feløgunum hevur verið munandi størri og ógvusligari.
Í Sundalagnum fegnast tey eisini um, at ungar lokalar kreftir aftur verða slúsaðar inn í hópin. 20 ára gamli Arnar Dam hevur spælt tilsamans tíggju dystir higartil í ár, 18 ára gamli Árni G. Olsen hevur spælt átta dystir, 20 ára gamli Poul G. Olsen er sloppin upp í part tvær ferðir, og tað sama er galdandi fyri bara 16 ára gamla Jóhannes Hansen. Tað er langt síðani, at so nógvir ungir mans eru slopnir framat í EB/Streymi.
Teitur dagsins leikari
Dysturin í gjár staðfesti greitt styrkina hjá EB/Streym og veikleikan hjá HB. Hjá HB kostaði tað, at Fróði Benjaminsen var leikbannaður, og styrkin hjá EB/Streymi er ró yvir liðnum og trúgv á egnan mátt, hóast mótstøðuliðið hevur bóltin meginpartin av tíðini.
Tí HB hevði bóltin mest, spældi seg eisini fram til onkrar vandamiklar støður, men fyri tað mesta høvdu Marni Djurhuus og restin av defensivu kreftunum hjá EB/Streymi fullkomiliga tamarhald á støðuni.
Samstundis framleiddu framrættaðu kreftirnar hópin av vandamiklum kjansum, tá spælið brádliga vendi. Málið hjá Hans Paula Samuelsen var besta dømið um hetta. Marni Djurhuus vann ein luftbólt, sum Niels Pauli Danielsen síðani fangaði í vinstra borði. Hann varð álopin, men vann seg leysan, dróg skjótt niðan í vinstru og legði innfyri. Arnbjørn Hansen og Teitur Gestsson dystaðust um innleggið, sum í síðsta enda fall fyri føturnar á Hans Paula Samuelsen, ið var avgjørdur í fyrstu atløgu.
Hetta var einasta ferðin, Teitur ikki megnaði at verja fyri. Annars var hann har hvørja einastu ferð – og tað var ofta. Teitur kom gott út úr málinum ferðir eftir ferð, stórbjargaði stútara frá Gert Hansen úr stuttari fjarstøðu, vardi væl fyri vandamiklum skoti frá Hans Paula Samuelsen og fekk fótin á skotroynd frá Leif Niclasen staddur skamt frá málinum.
Teitur Gestsson var av sonnum dagsins leikari, hóast HB hevði bróðurpartin av spælinum og kortini tapti. Tað er ikki ofta, at tað kemur fyri.