uppá kravið um trygdarskeiðið. Spurningurin um trygdarskeið hevur verið umrøddur í fleiri ár. T.d. greiddi eg frá á ársfundi hjá Fiskimannafelagnum fyri skjótt trimum árum síðani um hetta evnið. Í november [...] somuleiðis kunnað um skrivið. Eisini skrivaði eg blaðgrein um hetta evnið, m.a. í FF-blaðnum, í februar í ár. Í skrivinum, sum bleiv sent út til hoyringar, varð m.a. víst á, at kravið um, at ein og hvør [...] skeið, um teir skuldu gjalda alt sjálvir. Uppskot mítt var, at sjómannafeløgini og tryggingarnar vóru við til at fíggja hetta. Ætlanin var, at kunngerðin skuldi koma í gildi 1. juli 1996. Hetta bleiv útskotið
eru í ein um samarbeiðið við Ford-umboðið í Danmark, har henda skipan eisini er galdandi. ? Hetta er ein nýggj skipan á okkara leiðum, men hon hevur verið roynd aðrastaðni. Eitt nú hevur hetta verið vanligt [...] talan er um eitt rættuliga víttfevnandi prosjekt, og at tað tí í fyrstu atløgu bara verður talan um at Ford fer at rinda rakstrarútreiðslurnar av Ford-bilum. Men skipanin fer beinanvegin at fevna um meira [...] lagi eru 35 oyru fyri hvønn kilometur, tey koyra. Hetta sigur Leif Hovgaard, sum er sølumaður hjá Fordumboðnum í Føroyum, p/f Wenzel. Við hesum í huga er Ford farið undir eitt, á okkara leiðum, púra nýtt
hevur verið undir skurðviðgerð í so langa tíð, at ylur er komin í rúgvuna, ja, so kann ikki annað sigast enn at tað sama ger seg galdandi her. Um viljin er til staðar, so kann hendan kanning uppklárast til [...] forleingja søkina eins og danski grísurin er forlongdur, til tess at vinna fleiri pengar í sjáttur sínar. Men sum sagt, so er hetta bankamálið júst nú í andglettinum, og tað er ikki eiti á, hvussu tungan verður [...] lygnina fyri og aðra eftir út millum fólk, gjøgnum bløð og sjónvarp v.m. Hetta minnir um tað, sum stendur skrivað í Esaias: 59.4. »Eingin er, sum lyftir rødd sína fyri rættvísina, og eingin flytur mál á ærligan
verður tosað um hetta í løtuni, sigur Tryggvi Johansen. Hann sigur, at tað er heldur ikki fyrr enn nú, at møguligt hevur verið at fingið tílíkt samband í lag um hesi viðurskifti. Tí ikki fyrr enn nú hava menn [...] slíkum starvi, slepst ikki undan, at eitthvørt, sum ikki er so stuttligt, er komið fyri. Og tá er greitt, at ein skjótt sær, nær ein vøra ella verkætlan er munadygg ella ikki. Men tað eru tó ikki allir føroyingar [...] »Tá er skjótt, at ein kann koma í ringt ljós. Tað er komið rættiliga ofta fyri,« sigur Tryggvi Johansen. Hann hevur mangan fingið at vita, at hann er bara arrogantur og vil einki hava við hetta at gera
ætlanin at hava eitt av um mánaðan. Mikukvøld verður skúli í húsinum. Hetta er undirvísing fyri vaksin í føroyskum og um føroysk viðurskifti . Tað er Gulla Mohr, sum er lærari, sum fer at undirvísa hesi [...] var nóg gott, so nýggj kapping er um hetta. Serlig tiltøk Hans Mikkelsen, fomaður í Føroyingafelagnum í Odense sigur, at mánakvøld er húsið opið frá klokkan 17 - 19. Tað er eitt sokallað kafékvøld, har øll [...] einum skúla í Odense eina ferð um vikuna, og Odense Kommuna fíggjar. Luttøkan er eitt sindur ójøvn. Í fjør vóru tey nógv fleiri, enn tey eru í ár. Hans Mikkelsen sigur, at tað er eitt mál, felagið má fara at
vnurnar, er samanhaldið millum fakfeløgini og Javnaðarflokkarnar. Tankin um eina arbeiðararørslu uttan ein politskan part Javnaðarflokkin og ein fakfelags part LO er óhugsandi. Tí er tað so hugstoytt [...] finnur saman. Tað er undanførsla, tá fólk trína fram og gera nýggjar politiskar flokkar við tí grundgeving, at Javnaðarflokkurin er ikki flokkur verkafólksins. Er hann ikki tað, so er tað teirra egna skyld [...] kreftirnar knúska tað, sum hóast alt er vunnið hesi árini. Javnaðarflokkurin í búnum aldri Nú Føroya Javnaðarflokkur fer um tey sjeyti, er rætt at minna á, at flokkurin ikki er gamal, men fullbúgvin at taka tøk
við tuberklum um borð á skipi og doyði árið eftir bara 43 ára gamal. Næsti maður á listanum tók við í 1937. Tað var Jógvan Símun Heinesen, skipari í Leirvík, sum sat til 1940. Hugaligt er at síggja, at [...] eftirkomarar hjá hesum báðum fyrstu tingmonnunum í øðrum, triðja og fjórða ættarliði enn eru javnaðarfólk. Stórar ættir, ið búgva um alt landið. Í 1940 var Jógvan Frederik Øregaard úr gøtu valdur. Hann var handilsmaður [...] aftur í flokkin. Eysturoyar Javnaðarfelag hevur 260 trúgvar limir, sum eru stamman í veljaraskaranum. Hetta skeiðið frá 1994-98 meta vit sum eina parantes í floksins søgu. Vit fylkjast manniliga og koma sterk
kann broyta reglurnar, og eingin kunngerð er gjørd um tað. Feløgini halda eisini nýggja reglunar stríða beinleiðis ímóti feriulógini. - Vit síggja enn eitt dømi um, hvussu munur verður gjørdur millum fatslønt [...] okkurt av arbeiðarafeløgunum eftir, at Almannastovan er farin at mótrokna innvunna feriu, tá fólk søkja um dagpening vegna sjúku. ?Upplýst verður, at um tygum ikki halda feriu, verður tíðarskeiðið tygum hava [...] Arbeiðarafelags, heldur tað vera púra óhoyrt við nýggju mannagongdini. - Hetta er ógvuliga órættvíst, tí fólk mugu hava nakað at liva av, um tey eiga feriudagar til góðar. Tey verða ikki mett av feriuni, sigur
Selås millum annað at filmurin er «en helt usedvanlig storslått, visuell og medrivende historie fra Færøyene på 1700-tallet». Um Anneke von der Lippe skrivar hann: «Hun er nesten hele filmen alene, når [...] vánaligasta ummæli. Her gevur Edel Bakkemoen filminum terningkast try. Sambært henni er filmurin ov langur og søgan er ov tunn. Um Anneke von der Lippe skrivar Adel Bakkemoen at hon ikki livir upp til Barbaru [...] skrivar at filmurin «er blitt en mektig og intens opplevelse enhver bør unne seg. Anneke von der Lippe gjennomfører en vanskelig hovedrolle med glans. Ikke bare hun. »Barbara« er velspilt hele veien
Longu tá ið tú trein um gátt í Norðurlandahúsinum um sjeytíðina hetta kvøldið, visti tú, at nú var Jazzfestivalurin byrjaður. Húsið var á tremur við glaðum traditionellum jazztónum, so teir brustu út í [...] trumlaður niður í hálvan annan tíma við elitujazzi so tað forsló! At finskur jazzur er á høgum listaligum støði, er onki nýtt í - tað hevur hann prógvað hvørja ferð, hann hevur verið á palli her heima [...] sindur til her heima frá tónaskøldum so sum Tróndi Bogasyni ella Sunnleivi Rasmussen, men annars er hetta eitt nýtt og spennandi rák fyri okkum, sum EQ vóru meistarar í. Lagið bleiv ongantíð burtur í s