fyri einki. Hvar er logikkurin, og hvar er fólksins ogn? Menn sita á fiskiloyvum og leiga tað út til aðrar fyri stórar upphæddir, tí vinnutólið er útleigað? Hvar er logikkurin, og hvar er fólksins ogn? Í [...] sum gongur. Og besta prógv um hetta er tann ágangur, sum flokkinum er fyri. Og orsøkin er einføld tann, at okkara mótstøðufólk so væl vita, at júst okkara loysn er størsta hóttanin ímóti fullveldisætlanini [...] mugu vera greið yvir, at hetta er bert fyrsta stigið. Næsta stigið er sjálvsagt, at partapeningurin verður lýstur til sølu, og so er privatiseringin ein veruleiki. Nógv er frammi í hesum døgum um ein føroyskan
hava billað okkum inn, at heimastýrið er nakað heilt serligt, men so er ikki. T.d. hevur verið greitt frá í fjølmiðlunum, at undirgrundin er yvirtikin, men tað er beinleiðis skeivt. Vit hava »allernådigst« [...] danskari síðu mótvegis Føroyum. Hinvegin, um samgongan vágar sær at reka egnan politikk, ið hon var vald uppá at reka, so skulu treytirnar gerast harðar sum grót. Hetta er dømi um, hvussu »fólkaræðisliga« »danska [...] ur). Føroyskir fullveldispolitikarar mugu ikki gera tað dáraverk, ið tað er, at gera neyðsemju um fullveldisætlanina, tí so er »slottið næstan vunnið« hjá teimum trimum »Nyrupunum«, har vit eiga teir tveir
Eg kundi tað sama spurt teir, hvat klokkan var. Hví skulu aðrir og helst útlendingar siga okkum tað, sum vit frammanundan vita? Er hetta eitt tjóðveldiskompleks, ella er hetta enn eitt dømi um politiska [...] sigur, at ein umbering er neyðug, um tú hevur borið teg skeivt at møti øðrum, og hann heldur, at tað ikki fer nakað av nøkrum okkara, um vit biðja um eina umbering, tá tørvur er á henni. ? Men hvørki tú [...] hevði stundir til slíkar barnalótir, sigur Jóannes Eidesgaard í brævi sínum. ? Hetta opna bræv títt er eitt týðuligt dømi um mann, sum ber seg desperat at. Væl kann tað vera, at tú sært, at títt fullve
eftir tí. Men nú er hesin spurningur latin oljufeløgunum at gera av, og sjálvandi verður avgerðin tikin eftir tí, sum tænir teimum og ongum øðrum best. Hvat gjørdu norðmenn? Áhugavert er at siggja í bløðunum [...] var hóast alt gleðiligt, at nøkur fá føroysk áhugamál vóru umboðaði. Hetta ynskti samgongan Tað, sum eg her sipið til, er, at sjálvandi skuldu vit havt tryggjað okkum við einum almennum føroyskum oljufelag [...] Trupulleikar, har vit frammanundan hava eina alt ov sterka miðsavnan, meðan øki er í landinum, sum bara ganga eftir hæli, bæði hvat fólkatali og vinnumøguleikum viðvíkur. Minnilutin mælti í hesum sambandi til
og flokkinum onnur motivir til. Hetta er ótrúliga lágt og lítið virðiligt fyri ein mann, sum hevur sett sær sum mál at leiða tjóðina gjøgnum loysingina. Hetta er manipulatión og villeiðing í stórum stíli [...] treytum, sum fylgja við. Tað er sum so eisini ein erlig søk, men so kundi tú farið út og sagt tað, heldur enn at leggja meg undir landsskaðiligt virksemi. Fyri okkum at síggja er burðurin fullgingin, men tit [...] gerðir. Góði Høgni Hoydal. Javnaðarflokkurin hevur sítt boð. Tað er eitt boð, sum tú ikki tekur undir við, men tað gerst ikki við og er eisini í lagi, tí vit kunna heldur ikki góðtaka títt boð um eina
Danielsen er annars av teirri sannføring, at vit skulu ikki samráðast við danir um loysing ella fólkaræði. Tað er nakað, sum vit taka og avgera sjálvi, tá tíðin er búgvin til tess. -Hetta er ikki nakað [...] fyri fólkarættinum, og tað snýr seg væl um, at tað er Føroya fólk, sum skal bestemma. Tað er eingin annar enn tann føroyski veljarin, sum skal avgera, hvat skal henda í viðurskiftunum við Danmark. Tað haldi [...] heldur, at tað er ein stór helvt løgtinginum, sum ikki er samd við linjuni hjá leiðsluni í landsstýrinum. -Og um hon nú ætlar sær at trumfa okkurt ígjøgnum, so kunnu vit bert ímynda okkum, hvat hendir eftir
Vit hava staðfest, at skipanin, sum vit hava arbeitt eftir, har suvereniteturin her og nú er ovasta málið, er ikki nakað, sum politiskt og innan tíðarkarmarnar førir á mál. Tí hava vit lagt ætlanina á [...] segði, at samgongan nú fer at royna aðrar møguleikar. Hann segði, at landsstýrið í staðin fyri at miða ímóti fullveldi her og nú fer at troyta møguleikarnar, sum liggja í heimastýrislógini. Samgongan fer at [...] at tað kann hann ikki svara upp á nú. Hóast landsstýrið fer at arbeiða við einari aðrari loysn, so er líkt til, at føroyingar kortini skulu til fólkaatkvøðu næsta ár. Anfinn Kallsberg segði við Útvarpið
verið um, hvat samgongan vil, og hvønn taktikk hon fer at fylgja. Sum ikki einaferð fer Fólkaflokkurin (helst ikki av óvart) út við ymiskum signalum. Tað er ikki ókent í tí flokkinum, men nú er komið fram [...] at hetta ikki var so !! Hóast tað, so heldur samgongan fram við at júka sín boðskap, soleiðis sum óivað varaløgmaður hevur lært tey at júka. Samgongan er jú hansara ekkó! Høvdu vit ikki havt tøknina í [...] hoyrt samstundis. Eitt dømi er tað, danir sambært løgmanni og varaløgmanni skulu hava sagt, um at ríkisstuðulin til Føroya verður burturi undir øllum umstøðum um nøkur ár. Hetta er blivið júkað umaftur og
stjórnina? Málini, ið samgongan her setur sær í sjálvstýrispolitikkinum, er mest av øllum fólkaflokspolitikkur, samanberst tú, hvat ið ymsu sjálvstýrisflokkarnir fóru til val uppá. Tað er ikki sørt, at leiðandi [...] í verandi støðu og fyri framtíðina, er, hvør áskoðan vinnur og sleppur at mynda flokkin. Sum tað er í løtuni er tað ógjørligt at gera sær eina greiða mynd av, hvat ið Fólkaflokkurin vil í sjálvstýrismálinum [...] Tinganesi vil taka í dag. Hetta er torført at siga, tí tað er tengt at, hvussu vit fara at klára okkum." Næsti spurningur fylgir næstan av sær sjálvum, tá tú lesur hetta: 2. Er ein meiriluti innan Fólkaflokkin
Onki stig fyri stig Onkur er nú farin at tosa aftur um stig fyri stig politikk og yvirtøkur sambært heimastýrislógini. Hetta liggur ikki í teirri semju, sum er gjørd. Talan er um eina púra fastlagda ætlan [...] taka avgerðirnar í Føroyum. Tað er niðurstøðan eftir tær mangan sjónleikakendu samráðingarnar um ein sáttmála millum Danmark og Føroyar eftir tí íslendska leistinum. Samgongan og landsstýrið hava tí lagt eina [...] einum føstum áramáli. Landsstýrið hevur ikki meldað út, hvat árámál kemur at standa á atkvøðuseðlinum. Tí so verður bara aftur farið at tosa um, hvat danska stjórnin sigur og so framvegis. Í seinasta lagi