Formaður Javnaðarfloksins vil ikki geva Høgna Hoydal eina umbering fyri, at hann segði landsstýrið vera eina vittigheit, tá tað heitti á ST um at kanna møguleikarnar fyri at fáa ein triðja part upp í fullveldissamráðingarnar.
Hetta ger Jóannes Eidesgaard greitt í opnum brævi til Høgna Hoydal í bløðunum í dag.
Jóannes Eidesgaard sigur, at ein umbering er neyðug, um tú hevur borið teg skeivt at møti øðrum, og hann heldur, at tað ikki fer nakað av nøkrum okkara, um vit biðja um eina umbering, tá tørvur er á henni.
? Men hvørki tú, Høgni Hoydal, ella Føroya fólk, sum tú í reinari fáfongd hevur hug at seta líkheitstekin ímillum, fáa eina umbering frá mær um tað, sum eg havi sagt í ST-málinum ella øðrum málum av líknandi slag. Tey orð, sum eg havi sagt, tey standi eg við og vil fegin kennast við, sigur Jóannes Eidesgaard.
Barnalótir
Í brævinum finnist Jóannes Eidesgaard eins harðliga at Høgna Hoydal, sum Høgni Hoydal finnist at Jóannes Eidesgaard í brævinum, hann sendi út fyrr í vikuni.
Jóannes Eidesgaard sigur seg ikki kunna taka Høgna Hoydal í fullum álvara, tá hann sendir út eitt alment bræv við yvirskriftini »Eru føroyingar ein vittigheit ella ein serstøk tjóð?«.
? Ta einu løtuna helt eg satt at siga ikki, at ein maður í tínum starvi ikki hevði stundir til slíkar barnalótir, sigur Jóannes Eidesgaard í brævi sínum.
? Hetta opna bræv títt er eitt týðuligt dømi um mann, sum ber seg desperat at. Væl kann tað vera, at tú sært, at títt fullveldisprojekt ikki ber á mál, men hóast so, so mást tú taka tað sum ein maður í staðin fyri at skjóta til høgru og vinstru, sigur Jóannes Eidesgaard.
Formaður Javnaðarfloksins vísir Høgna Hoydal á, at hann heldur tað vera løgi, at samgongan altíð vil hava aðrar at siga okkum, hvørji vit eru. Í hesum sambandi sipar hann til frágreiðingina hjá Gudmundi Alfredssyni, ið staðfestir at Føroyar eru tjóð.
? Sjálvandi eru føroyingar ein tjóð, tað hava vit føroyingar altíð vitað. Men tá hesin spurningurin eftir øllum at døma er ein trupulleiki fyri teg og fyri Tjóðveldisflokkin, so kunnu tit sjálvsagt spyrja útlendingar. Men vælsignaðir menn gjaldið tað so sjálvir, sigur Jóannes Eidesgaard í brævinum til Høgna Hoydal.
Vil ikki spyrja stjórnina
Í almenna brævinum frá Høgna Hoydal til Jóannes Eidesgaard, heitti Høgni Hoydal á Jóannes Eidesgaard sum fólkatingslim, um at seta fram fyrispurning til donsku stjórnina, um hon metir Føroyar sum serstaka tjóð.
Men hetta ætlar Jóannes Eidesgaard sær ikki at gera.
? Eg kundi tað sama spurt teir, hvat klokkan var. Hví skulu aðrir og helst útlendingar siga okkum tað, sum vit frammanundan vita? Er hetta eitt tjóðveldiskompleks, ella er hetta enn eitt dømi um politiska ómegd, spyr Jóannes Eidesgaard.
? Skulu vit tosa um eina umbering, so kundi tú hóskandi biðið Føroya fólk um eina umbering fyri, at tú saman við samgonguni hevur lagt alt vanligt politiskt arbeiði lamið nú í skjótt hálvttriðja ár. Tú kundi hóskandi biðið Føroya fólk um eina umbering fyri at hava bilt teimum inn, at títt fullveldi ongar avleiðingar fær av nøkrum sum helst slag, sigur Jóannes Eidesgaard við Høgna Hoydal.
Formaður Javnaðarfloksins endar brævið við at heita á Høgna Hoydal um at gevast við at spæla politikk.