Ein endalig fullveldisætlan

Talan verður ikki um stig fyri stig politikk. Ein endalig avrigging skal gerast soleiðis, at alt er komið undir føroyskt lóggávuvald innan ásett áramál - tildømis í seinasta lagi 2006.

Tað er hetta, sum Føroya fólk skal taka støðu til á fólkaatkvøðuni í apríl næsta ár.

Tað, sum ikki ber til við Danmark, mugu vit gera sjálvi. Vit gera okkara egnu skiftistíð og taka avgerðirnar í Føroyum.

Tað er niðurstøðan eftir tær mangan sjónleikakendu samráðingarnar um ein sáttmála millum Danmark og Føroyar eftir tí íslendska leistinum.

Samgongan og landsstýrið hava tí lagt eina ætlan á borðið fyri, hvussu fullveldisætlanin verður førd á mál við føroyskum avgerðum.


Onki stig fyri stig

Onkur er nú farin at tosa aftur um stig fyri stig politikk og yvirtøkur sambært heimastýrislógini.

Hetta liggur ikki í teirri semju, sum er gjørd.

Talan er um eina púra fastlagda ætlan, har heimastýrislógin skal avriggast, blokkstuðulin minkast burtur og eitt sjálvstøðugt ríki verður sett á stovn við føroyskari grundlóg.


Fólkaatkvøðan í apríl

Á fólkaatkvøðuni í apríl skal Føroya fólk spyrjast um tey taka undir við hesi ætlan um føroyskt fullveldi - við einum føstum áramáli.

Landsstýrið hevur ikki meldað út, hvat árámál kemur at standa á atkvøðuseðlinum. Tí so verður bara aftur farið at tosa um, hvat danska stjórnin sigur og so framvegis.


Í seinasta lagi 2006?

Men eftirsum ivi tykist verða sáddur um ætlanina, er rættast at upplýsa: Tað, sum uppskotið byggir á, er, at í seinasta lagi ? tildømis ár 2006 skulu øll málsøki verða komin undir føroyskt lóggávuvald og heimastýrislógin avriggað. Tað kann sjálvsagt eisini gerast innan ta tíð.

Tá bindingarnar eru burtur skal føroysk grundlóg leggjast til fólkaatkvøðu og vit eru eitt fult sjálvstøðugt land.

Sostatt er hetta ein endalig ætlan, sum Føroya fólk skal taka støðu til ? og ikki nøkur leys og ótrygg loysn.

Lat ongan iva valda um tað.


Høgni Hoydal

Landsstýrismaður