koma í rættlag. 7 av fólkunum, sum hava starvast á Innkrevjingardeildini, hava sagt seg úr starvi orsakað av samstarvstrupulleikum við leiðsluna á Innkrevjingardeildini. Nú leiðarin ikki longur er í starvi [...] vórðu viðgjørd fleiri onnur mál m.a. brotini á grein 2 í sáttmálanum, broyttur bygnaður og komandi sáttmálasamráðingar, sum longu nú er neyðugt at fara í holt við at fyrireika. Eisini var formans- og nevndarval [...] ikki er av fyrrenn øll 14 starvsfólkini hava fingið høvi til at koma at aftur í arbeiðið. Aðalfundurin áleggur nevndini í Starvsmannafelagnum at virka fyri hesum. Samtykt á 39. aðalfundi hjá Starvsman
urtagarðarnir valdir í øllum bygdunum í Vágum, og sum nakað nýtt fáa tey, sum koma til »Giljanestiltakið« eisini møguleika at velja. Klokkan 21.30 endar so møguleikin at velja vakrastu urtagarðar í Vágum. Hjartatól [...] kemur ágóðin av »Giljanestiltakinum« onkrum serligum til góðar, og í ár verður eitt hjartatól, diffibilator, handaður sjúkrabilinum í Vágum. Handanin verður klokkan 19.50. Uml. klokkan 23 endar so stóra [...] ÓLAVUR Í BEITI Skráin fyri árliga »Giljanestiltakinum«, sum Lions Club Vágar skipar fyri sunnudagin, er sera fjølbroytt. Har verður mat- og køkutombula, loppumarknaður, 21-spæl, tombola, fiskibrunnur,
at teir við fúkandi ferð kundu fara í kontra álop, og so at siga ótarnaðir seta bóltin í málið. Petur Magnusson í neistamálinum man hava bjargað teimum mong stigini í ár, men tað lítla korterið, sum hann [...] løgdu so nógv fyri í verjupartinum. Serliga í høgra verjuborði var hetta sjónligt, við tað at teir vardu somikið offensivt, at Áki Olsen so at siga ongan møguleika hevði at koma til skot. Í hinum verjuborðinum [...] Fyri Kyndil var hetta absolutt seinasta útkall hjá teimum, um teir skuldu halda lív í vónunum um eina endastøðu í toppinum, meðan tað fyri Neistan var av avgerðandi týdnigni, at teir fingu tvey stig burtur
miðskeiðis í nítiárunum, skuldi skjøtil nú setast á eitt nýtt tíðarskeið. Eitt tíðarskeið, sum vónandi skal fáa føroyskan hondbólt upp á sama støði, sum hann var seinast í sjeyti- og fyrst í áttatiárunum [...] eisini av, at Heini ikki fekk nóg mikið av hvíld undir dystinum. Meðan vit í Áka, Sámal og partvíst Bjarna hava nakrar frálíkar vinstra bakkar, er verri statt við plássinum hjá Heina. Í løtum varð Sámal [...] dreymabyrjan. Jóhan á muni Tað vóru ikki leiktir meira enn einir tríggir minuttir, tá hevði Heini langað bóltin í grønlendsku meskarnar tríggjar ferðir, og tá Jóhan samstundis tók sær av tí, sum varð tveitt
hoyrdist eisini um, at í hvussu so er ein av hesum leikarum fór at vera við, tá seinasti dysturin í hesum umfarinum skuldi leikast í Vestmanna. Talan var um Jacob Larsen, sum dagliga spælir í bestu donsku deildini [...] fóru føroyingarnir at vinna. Ingi og hinir Í seinna hálvleiki fingu grønlendingar beinan vegin tvey mál, men so fór Ingi Olsen rættuliga í gongd. Ikki tí, eisini í fyrra hálvleiki hevði hann verið besti leikarin [...] Harumframt royndist Ingi eisini sera væl í verjupartinum, har hann antin dekkaði úti á veinginum, ella hevði leiklutin sum eittari í 5-1 verjuni. Sum eittari fekk hann fatur í eini rúgvu av bóltum, og vórðu teir
mótstøðuliðið. Føroyska liðið var aftur eitt sindur umskipað í mun til leygardagin. Hesu ferð vóru Óla Kristian og Hans Áki ikki við í hópinum. Í málinum slapp Jens Skipagøta at royna seg frá byrjan av dystinum [...] eins væl og Jóhan og Óla Kristian hvødu gjørt í undanfarnu dystunum, so hevði hann tó nakrar bjargingar. Í álopspartinum var aftur líkt til, at Føroyar í stóran mun máttu líta á avrikið hjá Inga Olsen [...] dystin. Í prátið við Útvarpið gav hann nevnliga til kennar, at dómararnir í øllum førum ikki høvdu verið ímóti føroyingunum seinastu løtuna av dystinum, og heilt skeivt man venjarin ikki hava í hesum. Seinastu
aftur í, at hann var einasti málverjin, sum var í hópinum allar dystirnar. Jens Skipagøta, H71 Vardi málið eina løtu í dystinum leygardagin, men tá vildi einki rigga hjá honum. Byrjaði kortini í dystinum [...] møguleikar í fyrsta dystinum, men var nógv neyvari í teimum báðum seinnu. Janus Einar Sørensen, Kyndil Prógvaði at hann helst er besti strikuspælari okkara í løtuni. Loftar so at siga øllum bóltum í álopspartinum [...] besti leikarin í teimum trimum dystunum. Var sera sjónligur í álopspartinum, har hann fyri tað mesta royndi seg sum miðspælara, og var toppskjútti í øllum dystunum. Var eisini ein týðandi liður í føroyska
num, Jákup Sverri Kass úr Sjálvstýrisflokkinum, Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýrisflokkinum, Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldisflokkinum, Heini O. Heinesen úr Tjóðveldisflokkinum og Finnur Helmsdal úr Tj
eftir dystirnar í kvøld, tí hóast Neistin skuldi vunnið, og har við komið ájavnt VÍF í stigum, so hevur VÍF í løtuni ein málmun, sum er góð 50 mál betri enn Neistin. Ein málmunur, sum í seinasta enda kann [...] var av ongum, tá klokkan í høllini ikki vildi rigga. Eftir skipanini áttu bæði liðini at hava frí í kvøld, og sostatt lá væl fyri at gera dystin av sær longu nú. Einki er at ivast í, at tað eru strandingar [...] hevur verið, um Heini Joensen fór at verða førur fyri at spæla. Í fyrsta landsdystinum um vikuskiftið meiddi hann sær høgra arm, men kortini fekk hann spælt við bæði leygar- og sunnudagin, so í Neistanum rokna
árini. Ikki minst, tá havt verður í huga, at venjingarumstøðurnar verða bøttar munandi komandi vetur, tá nýggja ítróttahøllin í Hoyvík væntandistendur liðug. Dysturin í tølum Málskjúttar: Neistin: Áki Olsen [...] sum mikukvøldið skuldu royna seg í Ítróttarhøllini á Hálsi. H71 hevur alt kappingarárið talst millum niðaru liðini á stigatalvuni, meðan Neistin hinvegin hevur verið í toppinum, og meðan Neistin higartil [...] málmunin, sum kann fáa avgerandi týdning í seinasta enda. H71 gavst ikki At byrja við var eisini líkt til, at júst ein stórsigur var tað, sum neistaleikararnir høvdu í huga. Eftir fáum minuttum var støðan