John Johannessen
Av tí, at einasta málið á dagsskránni fyri tingfundin leygardagin var framløga av tingmálum, vóru tað nógvir tinglimir og fleiri landsstýrisfólk, ið ikki møttu til tingfundin.
Teir níggju løgtingslimirnir, Jógvan við Keldu úr Fólkaflokkinum, Vilhelm Johannesen úr Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum, Flemming Mikkelsen úr Sambandsflokkinum, Jákup Sverri Kass úr Sjálvstýrisflokkinum, Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýrisflokkinum, Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldisflokkinum, Heini O. Heinesen úr Tjóðveldisflokkinum og Finnur Helmsdal úr Tjóðveldisflokkinum vóru ikki á fundi.
Seks landsstýrisfólk vóru ikki á fundi, og vóru tey Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Jørgen Niclasen, Signar á Brúnni, Finnbogi Arge og Helena Dam á Neystabø.
Tingfundurin leygardagin var ógvuliga stuttur. Hann varð settur klokkan 13.30 og slitin klokkan 13.50.