táverandi stjórin á Ferðaráðnum segði upp heitti hann á Anniku um at søkja stjórastarvið. Hon so gjørdi og millum átta umsøkjarar varð hon kosin. Hon er fyrsta kvinnan í stjórasessinum á Ferðaráðnum og sjálv [...] karrierumøguleikar og fordómar ímóti kvinnum á arbeiðsmarknaðinum. Næsta samrøðan verður í blaðnum næsta leygardag við Elsu Mariu Holm Olsen, stjóra á Handilsskúlanum á Kambsdali. [...] eftir stiganum hjá stjóranum á Ferðaráð Føroya. Fyri fýra árum síðani varð hon liðug við útbúgvingina sum cand. negot. og hon hevur longu sitið í hálvt annað ár í heita sessinum á Kongabrúnni. Henda tíðin
lagi at fáa málið lýst - Er grundarlagið undir kanningini burtur, nú so nógv rumbul er um málið? - Tað er ein politiskur spurningur, sum eg ikki kann svara, men eg haldi, at tað er í lagi, at vit fáa málið [...] havi eg verið við í fleiri avhoyringum saman við viðskiftafólki mínum, og eg havi fult álit á kanningarnevndini. - Á tann hátt, sum fundirnir hava verið, kann eg bert siga, at teir hava verið góðir og áli [...] lønarkonto í einum banka, sigur Jógvan Páll Lassen. Hann heldur, at bankakanningin bert er áhugaverd á journalistiskum støði, men at einki veruligt hald er í hesum tíðindum. Føroyingar skulu vera varnir
sigur Jákup Oluf. Umsjónarmaðurin á Havsbrún gjøgnum øll hesi mongu ár leggur stóran dent á, at dygdin á fiskinum, sum virkið keypir í dag, er sera góð. Hann vísir á, at bæði svartkjafturin, lodnan, sildin [...] framvegis nógvar túrar norður á bryggjuna og hyggi, hvat gongur fyri seg, og av og á detti eg inn á gólvið til ein kaffimunn. Jákup Oluf sigur, at hann kennir ikki øll tey ungu, sum eru á virkinum í dag, men hann [...] Oluf Joensen, sum starvaðist á Havsbrún í Fuglafirði í samfull 38 ár. Hann byrjaði á virkinum longu árið eftir, at Havsbrún tók ímóti fyrstu lastini, og hevur verið í starvi á virkinum heilt fram til fyri
skipað fyri hátíðarhaldi umborð á Teistanum, meðan hann sigldi ein túr út í Hest. Í dag er hetta lívsverkið hjá Eyðuni liðugt. Hann hevur latið næsta manni róðurpinnin umborð á Teistanum. Skjót avgerð Ein [...] bróður hansara, Bjarni seg í samband við hann. Hesin hevði fingið til uppgávu frá stjóranum á Strandferðsluni at heita á Eyðun um at taka við einum starvi, at sigla við Sildberanum hjá Strandferðsluni. Trupulleikin [...] einum góðum manni longu morgunin eftir! Mikumorgunin 11. januar fyri 40 árum síðani fór hann á fyrsta sinni umborð á Sildberan sum manning. Áðrenn skipið varð selt til Grønlands, førdi tað mangan farmin úr
tankagongd. Fáa vit eina fatan av, at tey liva undir órímiligum viðurskiftum siga vit við tey, at tey mugu siga frá og fáa onkran tey hava álit á at tosa við. Samstundis sum vit royna at fáa tey á glið at [...] Vit liva í eini tíð, har vit fáa nógvar upplýsingar, men eg haldi ikki, at børn og ung eru so væl upplýst. Kanska er tað tí, at upplýsingin er so grunn, at hon ikki kemur inn á nakað persónligt, og tá ið [...] millum børn og foreldur í dag, sigur Jóhanna Joensen, sum til dagligt arbeiðir sum sjúkrasystir á deild 2 á Landssjúkrahúsinum. Føla seg øðrvísi Tey, ið taka telefonina, spyrja altíð tey, ið ringja, um tey
valdur á sama lista sum Páll á Reynatúgvu til kommunuvalið á Sandi í november í fjør. Hann hevur saman við trimum øðrum bygdarráðslimum ? sum tilsamans telja meirilutan í bygdarráðnum, skrivað Páll á Reynatúgvi [...] Teir fýra bygdarráðslimirnir vísa í brævinum á, at teir halda, at breiða samstravið í bygdarráðnum, sum umfatar alt bygdarráðið, kann halda fram, um Páll á Reynatúgvu leggur frá sær sum borgarstjóri. Um [...] Um ikki, so skipa hesir fýra valbólk uttan um Páll á Reynatúgvu. Brandur Sandoy nevnir í grein, sum verður prentað í Sosialinum í morgin, at Páll á Reynatúgvu ikki virðir gegni. Eitt tað fyrsta málið hann
ávirkan á likamligu støðuna hjá unga nólsoyinginum. Men lívsneistan og lívsgleðina hevur sjúka hansara kortini ikki nortið við. Heldur ikki ætlanir hansara fyri framtíðina. Róar gongur í løtuni á Tekniska [...] uttanífrá. Róari dámar væl at sita frammanfyri telduna, og er spælið “World of Warcraft” ofta á skíggjanum. Hann er eisini á Facebook og dámar væl at hyggja eftir filmi. Um vikuskiftið er hann onkutíð í Nólsoy [...] at lyftin til bilin riggaði ikki, og tí mátti hann fáa MBF-bussin at koyra seg. Hann gjørdist tí nakað seinur í skúla. Fyrsta tíman var eitt el-fak á skránni, næsti tímin enskt og síðani eitt sindur um
gingið væl, og tá eg fyrr í ár aftur royndi at fáa lán til at keypa bakaríið hjá Eiler, var tað eingin truplleiki, tí eg hevði tveir góðar roknskapir at vísa á, sigur Símun. 1. juli yvirtók Símun bakaríið [...] helst eitt sindur av muni á, hvussu nógv vit koyra av hvørjum, og hvussu rávørurnar eru, sigur hann. - Tað er einki loyniligt við mínum uppskriftum, men eg geri til dømis breyðini á tann hátt, sum eg haldi [...] sova. - Arbeiðstíðirnar eru keðiligar, og tað er mangan ein kampur at koma á føtur, sigur Símun Akursmørk, sum fer til arbeiðis á midnátt og er til arbeiðis til seinnapartin dagin eftir. - Tað er ofta møtimikið
blokkin, men tað eru so nógvir aðrir ágóðar, ið vit fáa í sambandi við ríkisfelagsskapin, so sum atgongd til danska heilsuverkið, føroyskir ungdómar kunnu fara á hægri lærustovnar í Danmark, og so kunnu vit eisini [...] stóran dent á, at formansvalið í Sambandsflokkinum ikki er nakað perssónsstríð. - Kaj Leo og eg eru stak væl, og vit standa saman um politikkin. Tað snýr seg um sambandspolitikk, og hvussu vit fáa hann fram [...] aftur at ganga á odda í føroyskum politikki, sigur Johan Dahl, ið heldur tað verða umráðandi, at talan ikki gerst um eitt persónsstríð. Tingmaðurin heldur eisini, at tað er umráðandi at fáa bæði lokalfeløgini
at hóast hansara starv er umborð á strandfaraskipinum Teistanum, hevur hann verið limur í Fiskimannafelgnum, síðan hann var blaðungur og fór til skips. - Eg havi verið á næstan hvørjum landsfundi í felagnum [...] at eg ikki havi verið á landsfundi. Tummas Frank sigur, at hann altíð hevur verið nógv upptikin av trygdini hjá fiskimonnum, og hann brennur eisini fyri, at fiskimenn kunnu fáa eina mannsømiliga efti [...] haldi eisini, at vit skuldu tikið útróðrarmenninar við upp í okkara felag, soleiðis at hesir kunnu fáa eina betri trygd, tá útróðurin svíkur. Tummas Frank Joensen hevur verið sóknarformaður fyri Føroya