num er innrættaður ein grafiskur verkstaður, sum er á høgum støði, tá ið tað ræður um útgerð innan steinprent. Verkstaðurin er eyðvitað eitt tilboð til føroysk listafólk, men tann stóra ætlanin er umframt [...] fær á hvørjum ári á løgtingsins fíggjarlóg er hálv onnur miljón krónur og tað er nóg mikið at halda virkseminum á einum rímiligum støði. Í inntøkuætlanini er pláss fyri nýkeypi í vissan mun - keyp av [...] vitjað. Nógvar dagar hevur verið fult hús. - Áhugin fyri Listaskálanum er sum heild vaksandi, eisini millum føroyingar. Umhvørvið er hugnaligt, og nógv, sum leita sær í viðalundina støkka inn á gólvið til
vita av góðum grundum ikki alt um gongdina í málinum. Men hetta er ikki fyrstu ferð, at fólk, ið hava búð her, ella sum ætla sær at búgva her, standa í hesi margháttligu støðu, at betongjuristar úr Keypmannahavn [...] Loysing, sjálvsavgerðarrættur, fullveldi og sjálvstýri. Hetta er nøkur av hugtøkunum, sum í tíð og ótíð eru uppi at venda í politiska orðaskiftinum her á landi. Hugtøk, ið lýsa ætlanirnar hjá tí einu síðuni í [...] fyri onnur er hetta sjálvt hjartablóðið í okkara hugsjón. Sjálvur grundvøllurin undir øllum tí starvi, sum vit fremja, og sum byggir á tað, ið kempur undan okkum stríddust fyri. Fyri okkum, er hetta ikki
eygnabrýr, og ofta er onnur tynri enn hin. Tí ræður um at forma brýrnar við støði í teirri tynru, so tær verða so líkar sum gjørligt. Hetta er eisini galdandi hjá Oddvør, har onnur er tynri enn hin. Skiftandi [...] Karin Wilhelm er vakurleikaserfrøðingur við egnari salong í Stockholm. Hvønn dag hevur hon millum 10 og 15 kundar, sum skulu gera eygnahár og eygnabrýr. Í dag skal hon gera eitt lítið make-over hjá 42 [...] eygnabrýrnar umleið fjórðu hvørju viku. Tey, sum ikki fáa serkøn fólk at gera tað, kunnu gera tað heima. Her eru nøkur góð ráð í hesum sambandi. Ger tað sjálv 1. Keyp tær eina góða pinsett. Royn góðskuna við
handlinum í Niels Finsensgøtu 38 í miðbýnum í Havn. Einki er yt Í sminku er einki tíðar- ella staðbundið á sama hátt sum við mótarákum/klæðum o.ø. Í smyrsli er tað meira, hvør tú ert sum persónur, og hvat hóskar [...] leggja slíka sminku á teg sjálva, er tað ikki ov seint at bíleggja tíð hjá Cosméto til nú leygarkvøldið. Sminkan hjá Barbaru: Legg fyrst ein lættan consealara, har tørvur er til tess. Smyr síðan brúnt krem [...] og allan vegin uppi yvir eyganum kanska eitt sindur tjykkri við endan. Legg síðan eygnaskuggar á. Her hava vit nýtt tríggjar ymiskar lilla-litir: ein dimman, ein miðal og ein ljósan. Nýt fyrst tann dimma
Klokkan er tjúgu minuttir í tvey. Eini tredivu hús eru eftir. Hann tekur dik á seg; blaðmenninir hava seinkað honum minst ein tíma. Oyrareingir er seinasti býlingurin. Her eru tólv hús. Seinastur er bóndin [...] næstan ikki drukkið glóðheita kaffið, sum hon flennir. Og tað er ikki bara tí Hallstein er stuttligur. Sólin skínur, tjøldrini láta og maðurin er á heimleið. Skal hon ikki vera glað? Fólk eru ymisk Meðan posturin [...] Oyrareingjum, Óli Krisjan Debess. Her plagar Hallstein at verða boðin inn á gólvið. Afturvið kaffi og køku verða dagsins mál vend. Bóndin er rótgrógvin fólkafloksmaður. Og Hallstein er, sambært bóndan, ógrøðiligur
Kirkjugangurin verður ikki hildin á sama hátt, sum her heima hjá okkum. Tað er heilt annarleiðis. T.d. skal ein standa uppi, tá sungið verður. Tá altargongd er, koma fleiri kirkjutænarar og deila breyð út har [...] at spæla ímóti hvørjum øðrum. Her vann A-liðið,og komu teir so víðari til fjórðingsfinaluna . Tíanverri blivu teir slignir út í kvartfinaluni av Ungarn, ið vann 4-3, men her skal sigast, at á tí liðnum vóru [...] ið liggur á the Mall, sum er tann langa grasfløtan frá obeliskinum niðan til Capitol, sum flest minnast frá kravgongunum móti Vietnamkrígnum í sekstiárunum. Sum alt í Amerika er bygningurin sera stórur,
síggja vit ikki so nógv til her í Føroyum, sigur Jens Frederiksen og leggur afturat, at enn verður føroysk list dominerað av ekspressionismu, ið er tengd at náttúruni. - Tað er tann listarleiðin, ið enn [...] og tað er her hjá okkum í Føroyum. Ólavsøkan í Føroyum hevur tey eyðkenni, sum sipa aftur til sjálvt virki Ólavs kongs hins heilaga. Hesir báðir høvuðstættirnir eru í Ólavsøku okkara: hon er ein tjóðskapligur [...] kirkjuligur hátíðardagur. Nógv er í landi og fólki okkara, sum skilir sundur. Fólkið býr spjatt í oyggjum og avbygdum, firðir og fjøll skilja og byrgja, og sundurlyndið er sterkt í fólki okkara. Ólavsøkan
Royndarstøðina. Ætlanin er, at Listasavn Føroya eisini skal verða partur av Søvnum Landins, og Mentamálaráðið kannar í løtuni, hvussu hetta kann skipast. Andras Mortensen er 50 ára gamal og útbúgvin cand [...] verið føroyskt umboð í Kulturkontakt Nord, sum er ein stuðulsstovnur hjá norðurlendska ráðharraráðnum fyri mentanararv og list. Virkisøkið hjá Søvnum Landsins er náttúru- og mentanarsavnsvirksemi, skjalas [...] veruleiki. - Søvnini hava ómetaligan týdning fyri okkara samleika og fyri menningina av okkara samfelag. Her starvast okkara fremstu savnarar, granskarar og miðlarar av vitan og list, náttúru- og mentanararvi
klokkan 20, men hann staðfestir, at fyri spenningin í kappingin hevði tað verið gott um NSÍ fekk stig. HER ber til at hoyra: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá báðum
hyggja eftir hvat er hent, meðan hann hevur verið her. Frá tíðini á Tinghúsvegnum og har sum vit eru nú, har er ein rúgva hent, sigur Hákun Steingrímsson. – Vanligi hugburðurin í Føroyum er, at stjórar eiga [...] Eg havi hugsað um hetta í nakrar mánaðir, so hetta er ikki nakað, sum er komið á meg brádliga, sigur Andras Róin, sum leggur aftrat, at uppsøgnin er púrasta ódramatisk og onki ilt liggur aftanfyri. Stjórin [...] ikki hvat eg komi at gera framyvir, greiðir Andras Róin frá. Nevndin kallast saman Hákun Steingrímsson er nevndarformaður í Føroya Tele, og hann fer at kalla nevndina saman í næstum har tey fara at viðgera