##med2##
Heilt til 83 minuttir vóru farnir høvdu Andras Olsen og liðfelagarnir í EB/Streymi eitt stig í hondini. Andras Olsen gjørdi sítt við at rudda nógvar atsóknir hjá Vìkingi burtur, men so spældi Sølvi Vatnhamar Ara Olsen leysan tá bert sjey minuttir av vanligu leiktíðini vóru eftir, og so mátti EB/Streymur spenna álopsbogan, og í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat økti Jákup Johansen til 2-0.
EB/Streymur – Víkingur 0-2 (0-0)
0-1: Ari Olsen (83.)
0-2: Jákup Johansen (90.)
- Hetta var ræðuligt, staðfestir Andras Olsen um at missa eitt gott stig úr hondum so seint í dystinum. Andras heldur, at EB/Streymur vardi væl, men tíverri bleiv eingin løn fyri stríðið í dag.
Um fyrsta triðingin sigur Andras Olsen, at hann hevur prógvað, at liðið kann spæla upp móti øllum á einum góðum degi. Andras heldur avgjørt ikki, at tað kemur uppá tal, at EB/Streymur flytur niður í 1. deild við tí manning teir hava.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Andras Olsen.
2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Teitur Joensen taka samanum ein uppibornan sigur til Víking, og eitt gott leikligt avrik hjá EB/Streymi. Teitur heldur, at liðið hjá Víkingi eigur nógv gott í sær, og hann væntar, at Víkingur fer at avrika enn betur. Teitur Joensen hevur annars HB sum favoritt at vinna á NSÍ í annaðkvøld klokkan 20, men hann staðfestir, at fyri spenningin í kappingin hevði tað verið gott um NSÍ fekk stig.
HER ber til at hoyra: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá báðum málunum hjá Víkingi. Teitur Joensen var viðmerkjari. 2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við veteranin hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar aftaná dystin.