Andras Róin gevst á Føroya Tele

Andras Róin hevur verið stjóri á Føroya Tele seinastu 11 árini, men tað verður hann ikki eftir 1. januar 2007. Hann hevur sagt upp, tí hann nú hevur hug at royna okkurt nýtt


 
Í tíðindaskrivi í morgun boðaði Føroya Tele frá, at stjórin seinastu ellivu árini, Andras Róin, hevur sagt seg úr starvi og fer frá 1. januar 2007.
– Eftir ellivu ár á Føroya Tele havi eg hug at royna okkurt nýtt, og tí havi eg tikið ta avgerðina, sigur Andras Róin, tá vit spyrja hann um orsøkina aftan fyri uppsøgnina.
– Eg havi hugsað um hetta í nakrar mánaðir, so hetta er ikki nakað, sum er komið á meg brádliga, sigur Andras Róin, sum leggur aftrat, at uppsøgnin er púrasta ódramatisk og onki ilt liggur aftanfyri.
Stjórin á Føroya Tele fær tó onki sagt um, hvørjar ætlanir nú liggja á borði hansara.
– Har eru ongar ítøkiligar ætlanir. Eg havi verið 100 prosent loyalur móti Føroya Tele og havi ikki tosað við onnur, og veit ikki hvat eg komi at gera framyvir, greiðir Andras Róin frá.
 
Nevndin kallast saman
Hákun Steingrímsson er nevndarformaður í Føroya Tele, og hann fer at kalla nevndina saman í næstum har tey fara at viðgera málið.
– Eg fari at kalla nevndina saman nú í næstum at viðgera málið. Helst verður tað í næstu viku, men vit hava so ikki viðgjørt málið enn, sigur Hákun Steingrímsson.
Uppsøgnin kemur tó ikki heilt óvæntað á nevndarformannin, tí sum hann sigur sjálvur, so práta hann og Andras saman dagliga, hóast uppsøgnin ikki kom fyrr enn í dag.
Hava tit nakran avloysari í bakhondini?
– Nei, tað er ikki soleiðis, at vit sita við eini fullari skuffu av avloysarum, sum vit nú kunnu hála upp, og tað verður nokk ongin løtt uppgáva at finna ein avloysara heldur, sigur Hákun Steingrímsson.
Hann skilir tó støðuna hjá Andras Róin væl, og vísir á alt hann hevur avrikað hjá Føroya Tele.
– Vit kunnu bara hyggja eftir hvat er hent, meðan hann hevur verið her. Frá tíðini á Tinghúsvegnum og har sum vit eru nú, har er ein rúgva hent, sigur Hákun Steingrímsson.
– Vanligi hugburðurin í Føroyum er, at stjórar eiga at sita til teir verða bornir út úr stólinum, men vit mugu bara venja okkum við, at stjórar í dag eisini søkja nýggjar avbjóðingar. Tað skilji eg væl og parturin hjá Andras liggur ikki eftir á Føroya Tele, sigur Hákun Steingrímsson, sum saman við nevndini fer at viðgera málið einaferð í næstu viku.