tíðir, sum ikki kunnu brúkast sum model í dagsins samfelagi. Og so als ikki í einum samfelagi, sum vil rópa seg altjóða. Tað ber til í Íslandi. Hví ber tað ikki til í Føroyum? [...] Teir dagarnir í desember 2002, tá broytingaruppskotið hjá landstýrismanninum í vinnumálum var til viðgerðar, høvdu flestu løgtingslimir yvirhøvur lítið uppá hjarta. Tað varð flent og gnisað í salinum, men [...] at ivast í, at hesar eru álvarsligar fyri alt fólkið og alt samfelagið. Og tey, sum fingu hoyringsskrivið frá landsstýrismanninum í vinnumálum, nýttust kanska ikki at hava lagt so stóra orku í, tí tá av
fýra ikki vilja greiða frá, hvat stendur í brævinum, so siga teir seg ikki vera bangnar fyri upplýsingunum í brævinum. - Tit skulu bara fara til Páll. Hann hevur í hvussu so er móttikið brævið og nú er tað [...] at málið endaði í miðlunum. Og tí greiða tær frá, at teir ikki hava borið boðini um brævið, sum nú er vorðið samrøðuevnið hjá øllum borgarunum í bygdini, tí ongin vil siga, hvat stendur í, meðan Brandur [...] Brandur Sandoy hevur fingið sessin í boði fyri at fara í part saman við hinum. - Eg eri als ikki kløkkur av støðuni. Tað vísir seg ofta at gerast freistingarnar nóg stórar í politikki, sigur Páll á Reynatúgvu
mikudagin. Fyrst at taka orðið var framsøgumaður Sambandsfloksins, Maria Hansen. Maria Hansen metti, at tey brekaðu í Føroyum vóru ov lágt prioriterað í mun til so mangt annað í hesum landinum. Hon nevndi [...] hetta endamál. Eisini Ernst Hansen var í móti at stongja Pensionatið á jólum. Ørðvísi í New York Thordur Niclasen úr Miðflokkinum helt, at tað var lítil nytta í føgrum orðum, um einki var aftanfyri. Hann [...] lítið av peningi, at neyðugt var at stongja ávísar deildir. Og hann ætlaði sær ikki upp í tað kórið, sum bara lovaði í eyst og vest, men ikki dugdi at fíggja lyftini. Tað fór einki lyfti at koma frá honum
Rokni eisini við at í næstu leikskrá hjá B36 fer uttan iva standa eitt krav um at felagið fer úr steypakappingini Men aftur til orði PRÆCEDENS. Tað orðið brúkti Bjarki Mohr í Sosialinum í kvøld. Men hevur [...] kreftirnar í FSF fara at vísa feløgum at tað eru komnir ?aðrir bollar í suppuna", og óskil, ja tað er einki annað enn amatør-óskil í tí KÍ og B36 hava gjørt, als ikki verður góðtikið. Grein 13 til 16 í lógum [...] hví eg brúki orðið PRÆCEDENS) Tá ið Bjarki Mohr kom í FSF, so legði hann nøkur kort á borði, og sjálvur var eg sera glaður fyri at hoyra at onkur tordi at seta seg ímóti teimum ?stóru" í lítla fótbólts-Føroyum
halda tað. Men soleiðis er tað ikki. Hann virkar í allar mátar sum onnur vanlig fólk. Hann dugir væl at lesa, skriva og rokna, hóast hann bert gekk í skúla í sjey ár. Eitt barn við DAMP hevur nakrar atfe [...] kann gerast fyri hann her í Føroyum. Tað er heilt sikkurt betri fyri hann at vera í sínum heimliga umhvørvi við teimum, sum hann er góður við rundan um seg, ivast Brandur ikki í. Hóast hann ikki hevur so [...] mær, tí eg bara soleiðis varð sleptur upp á fjall, sigur Brandur. Hann er ikki í iva um, at um fakfólk ella ein stovnur var í Føroyum, tá hann var barn, so hevði hansara barndómur verið heilt øðrvísi. Fólk
eittast, - um tað er rætta orðið at brúka í hesum sambandi, - 8 fólk í aldrinum 20-30 ár vóru í viðgerð í 1999. Hetta er ein minking í mun til 1998, tá 12 í hesum aldursbólki vóru í viðgerð. Alkoholpolitikkur [...] tali, í 1998 vóru tær 5 og í 1999 eingin. Hvørji onnur narkotisk evni enn tey, sum hava verið frammi í nógv ár, eru í umfari, fæst ikki at vita í hagtølunum. Tey, ið fara í viðgerð fyri trupulleikar av øðrum [...] Hetta árið vóru í alt 156 fólk í viðgerð á Heilbrigdinum á Velbastað og 130 á Blákrossheiminum í Havn. Á báðum stovnunum er nógv tann størsti parturin menn. Av teimum 156 fólkunum, ið vóru í viðgerð á He
Men tær gjørdu greitt, at seinasta orðið er ikki sagt í hesum málinum. Súsanna Bertholdsen sigur í eini viðmerking í morgun, at í fyrstu syftu fara tær nú at seta seg í samband við sakføraran hjá Kommunufelagnum [...] velja nevndarlimir í ymsar nevndir. Ein av nevndunum, sum limir skuldi veljast í, at Suðuroyar Bú og Heimatænastu, har tað stendur í lógini, at borgarstjórarnir í teimum sjey kommunum í Suðuroy, eru fastir [...] kravdi Javnaðarflokkurin, sum er í minniluta, at fáa tað umboðið í nevndina. Tær báðar, Kristina Roest og Súsanna Bertholdsen, førdi fram, at tað stendur í lógini, at í slíkum førum tá ið nevndir skulu
at finna heilt afturi í 1939, tá ið hann gekk á Læraraskúla og skuldi skriva eina uppgávu. Í tí sambandi tosaði hann við Lávus í Køkini. Tá ið Lávus í Køkini var 17 ára gamal, í 1868, var hann við til [...] Í kvøld var sermerkt bókaframløga í Roynhøllini í Hvalba. Tað er tann einki minni enn 96 ára gamli Johannes Andreas Næs, sum hevur skrivað søguna um Lítlu Dímun, og í kvøld varð bókin so løgd fram á samkomu [...] fyri 4820 ríkisdálar. Tað svarar til 586.168 krónur í okkara pengum, hevur Zakarias Wang roknað seg fram til í bókini um Eik, Eikirøtur, sum kom út í 2008. Lítla Dímun er ein dreymaoyggj, helt Zakarias
hava tær í Danmørk. Tískil komu føroyingar upp í leikin, og við Jákupi Paula Olsen á odda eydnaðist við tógvið stríð at fáa teimum uppihaldsloyvi í Føroyum. Jákup Pauli Olsen var við í ferðalagnum í gjár. [...] uppihaldsloyvi í Føroyum. Hvussu eydnast skal teimum at fáa endaligt loyvi at vera í Føroyum, nú tær ikki sleppa at vera í Danmørk, er enn ógreitt. Men Jasmin, sum fer í fjórða flokk í summar, hugsaði [...] Danmørk í tvey ár. Men nú er hann sloppin at búgva í Føroyum. Flogfarið við teimum báðum eysturslavonsku familjunum setti seg í Vágum klokkan 10.55 fyrrapartin í gjár. Jasmin var glaður, tá ið hann setti fótin
frá, og Olav Schneider fekk eisini orðið. Hans Jákup segði eitt nú, at tá Olav Schneider hevði framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í fjør, ivaðust tey í bókadeildini ikki í, at myndirnar høvdu verið sera vælegnaðar [...] skurðtíðina í nýggju bókini Heystsuita, sum Bókadeild Føroya Lærarafelag gevur í hesum døgum. Heystsuita er bók við fotomyndum eftir Olav Schneider, og evnið, ið verður viðgjørt er slakt í Føroyum, frá [...] týðandi mentan Í sambandi við útgávuna, sum Mjólkarvirki Búnaðarmanna hevur stuðlað, varð skipað fyri móttøku og framsýning í fundarhølunum hjá Mjólkarvirki Búnaðarmanna við Vegin Langa í Hoyvík týsmorgunin