Tað er gjøgnum eyguni á børnunum, at vit eygleiða skurðtíðina í nýggju bókini Heystsuita, sum Bókadeild Føroya Lærarafelag gevur í hesum døgum. Heystsuita er bók við fotomyndum eftir Olav Schneider, og evnið, ið verður viðgjørt er slakt í Føroyum, frá rakstri til rullupylsu. Talan er fyrst og fremst um eina søgu í myndum við smáum tekstabrotum og yrkingum, sum fyri ein stóran part er søgd úr barnsins sjónarhorni: hvat síggja barnaeygu, hvussu taka tey lut í hesum serliga universi, og hvat gera tey saman við teimum vaksnu.
Í bókini er hópur av vøkrum huglagsmyndum, sum lýsa, hvussu henda siðbundna mentanin verður løgd niður í børnini og tey ungu, ið fara at taka við.
Tað er Olav Schneider, sum hevur tikið myndirnar. Hann arbeiðir við klassiskari fotodokumentasjón og hevur seinastu árini havt fleiri framsýningar. Yrkingarnar og tekstabrotini eru eftir Sonju Schneider. Hon hevur skrivað og týtt barna- og ungdómsbøkur.
Serføroysk og týðandi mentan
Í sambandi við útgávuna, sum Mjólkarvirki Búnaðarmanna hevur stuðlað, varð skipað fyri móttøku og framsýning í fundarhølunum hjá Mjólkarvirki Búnaðarmanna við Vegin Langa í Hoyvík týsmorgunin. Har greiddi Hans Jákup Thomsen, leiðari fyri Bókadeildina, frá, og Olav Schneider fekk eisini orðið.
Hans Jákup segði eitt nú, at tá Olav Schneider hevði framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í fjør, ivaðust tey í bókadeildini ikki í, at myndirnar høvdu verið sera vælegnaðar til eina myndabók.
- Hetta er ein týdningarmikil dokumentatión av einari elligamlari siðvenja, sum í dag er serføroysk í mun til grannalondini, har tað er forboðið við lóg at slakta heima.
Gjøgnum eygu barnsins
Og Olav Schneider greiddi soleiðis frá:
- Hendan siðbundna mentanin er tíbetur livandi millum føroyingar enn, og kann hon metast sum eina felags verkætlan millum børn og vaksin, sum øll taka í størsta álvara, segði Olav Schneider. Og hann legði dent á, at bókin ikki er ein dokumentatión av slaktinum, men harafturímóti at myndirnar eru eygleiðingar barnsins.
- Við myndarøðini vil eg vísa, hvussu børnini uppliva skurðtíðina, og hvussu tey, so við og við, verða drigin inn í heimin hjá teimum vaksnu. Hendan mentanin er ein dýrabarur gripur, sum vit eiga at varðveita - ikki minst í dag, har vit liva í einum
heimi, har børn og vaksin eru alt meira burtur frá hvørjum øðrum, segði Olav Schneider. Og hann greiddi frá, at honum hevur altíð líkað at taka myndir í døkka og dramatiska umhvørvinum undir slaktinum.
Karmur um myndirnar eru tvær yrkingar, eftir Sonju Schneider. Bókin er býtt í brot, sum bera heitini: Av fjalli í bóndans garð, Teir svæva, Teir tumma, Teir opa og taka innanúr, Vambakonur, Í løtum, Seyðarhøvd og Tey gera rullupylsu. Aftast er samandráttur á donskum og enskum.
Myndirnar eru tiknar á ymsum bóndagørðum í Kaldbak, Kaldbaksbotni og á Sundi. Heystsuita er 136 blaðsíður og innbundin.