Men er tað eisini best? Tað er spurningurin.
Tá broytingaruppskotið um barsilsskipanina í desember 2002 var fyri á tingi, tóku nógvir løgtingslimir orðið. Ikki tí teir høvdu kannað, hvussu broytta lógin fór at ávirka børnini, páparnar og mammurnar. Ikki tí teir høvdu sett broytingaruppskotið inn í eina heild og sóu, hvussu tað fór at ávirka arbeiðsmarknaðin, familjuna og samfelagið sum heild.
Flestallir tinglimir tóku orðið fyri at minna á, at mamman er tann besta at ansa barninum. Og at pør eiga rættin til sína millum at velja, hvør skal vera heima hjá barninum. Grundgevingin var, at hetta vóru royndirnar hjá tinglimunum sjálvum, og at tað hevði riggað væl fyri 20, 30 og 40 árum síðani.
Nøkur heilt fá vardu rættin hjá barninum at verða ansað av báðum foreldrum. Nøkur heilt fáa vardu rættin hjá kvinnuni at velja, og søgdu, at kvinnan er tann, sum betalir prísin. Hon, sum fær minni í løn, tí hon verður roknað sum óstabil arbeiðsmegi. Hon, sum ikki fær somu tilboð sum hennara mannligu starvsfelagar, tí tað er hon, sum skal eiga børnini, ansa teimum og fer heim, tá tey eru sjúk. Hon, sum missir pensiónsinntøkur, sum aldri kunnu vinnast innaftur, tí inntøkurnar verða forvunnar, meðan kvinnan enn er ung og standa og renta í so nógv ár.
Men ongin segði tað, sum flestøll hugsaðu: Arbeiðsmarknaðurin kann ikki vera monnum fyri uttan. Og at vit ikki hava ráð at lata mennirnar ansa børnunum, tí teir hava so nógv størri inntøkur enn kvinnurnar. Tað tordi ongin, hóast tað í roynd og veru hevði verið tað erligasta, nú støðan var, sum hon var.
Uppskotið var nevniliga tað, at ikki skuldi bera til at nýta 6 teir bestu mánaðirnar av 12, har inntøka varð forvunnin. Og at farloyvistíðin skuldi leingjast við einum hálvum ári, uttan løn. Uppskotið segði alt: Mammurnar skulu ansa børnunum, tí tað er tað lættasta og tað bíligasta.
Tað lættasta, tí so skal onki broytast:
Arbeiðsmarknaðurin kann koyra víðari í sama lag, og nýtist ikki at laga seg eftir broyttu umstøðunum hjá monnum og konum, sum hava tørv á einum arbeiði og ynskja familju. Arbeiðsmarknaðurin kann satsa uppá, at konurnar taka um endan heima, so maðurin kann vera til taks á arbeiðsplássinum. Páparnir nýtast ikki at læra seg at hava børnini. Sjálvir at ansa teimum og geva teimum umsorgan, uttan at mamman blandar seg uppí. Teimum nýtist bert at gjalda til Barsilsskipanina, sum mammurnar so fáa útgjald frá.
Og páparnir verða framvegis við sviðusoð, tá um foreldramynduleika ræður, tí siðvenjan er tann, at mammur fáa børnini, tá pør fara hvør til sítt. Og børnini mugu bara fylgja við.
Mammurnar nýtast ikki at geva pláss fyri pápunum heima og í staðin átaka sær størri ábyrgd á arbeiðsmarknaðinum og harvið prógva, at tað ber til og er neyðugt at sameina arbeiðs- og familjulív. Og at tað í dag er ein samfelags-skylda at taka lut á arbeiðsmarknaðinum og t.d. í politikki.
Og tað er bíligast, tí føroyskar kvinnur hava lágar inntøkur samanborið við inntøkurnar hjá monnunum. Útgjaldið úr barsilsskipanini verður toygt sum longst, um bara kvinnur skulu hava úr skipanini.
Og verða kvinnurnar framvegis mest heima, fer lønarlagið í teimum yrkjum, har kvinnurnar eru flestar, framvegis at vera lægri enn hjá monnunum. Kvinnurnar verða framvegis tær fátækstu. Umsorgan, læring og aðrar uppgávur, sum kvinnur røkja, verða millum tey lágst raðfestu og tey minst prestigufyltu yrkini.
Teir dagarnir í desember 2002, tá broytingaruppskotið hjá landstýrismanninum í vinnumálum var til viðgerðar, høvdu flestu løgtingslimir yvirhøvur lítið uppá hjarta. Tað varð flent og gnisað í salinum, men tað visti fáur, tí hvørki almenningur ella fjølmiðlar vóru til staðar. Kanska var málið ikki mett at vera álvarsligt?
Minnist annars fleiri mál, har allir fjølmiðlar, allir tinglimir og landstýrisfólk, ja alt Føroya fólk helt ondini nakrar tímar. Tá var ikki flent. Tá var alt á gosi, hóast avleiðingarnar av teimum málum vóru knýttar at einstøkum persónum og vóru lítlar og ongar fyri fólkið og samfelagið sum heild. Avleiðingarnar av, at bert mammur sleppa at ansa børnunum, hava vit hoyrt lítið um, men einki er at ivast í, at hesar eru álvarsligar fyri alt fólkið og alt samfelagið.
Og tey, sum fingu hoyringsskrivið frá landsstýrismanninum í vinnumálum, nýttust kanska ikki at hava lagt so stóra orku í, tí tá av tornaði sóust teirra ráð ikki aftur í uppskotinum, hóast tey eisini hava innlit og eisini duga at meta um avleiðingarnar. Endamálið tá var at spara.
Og tað er tað framvegis í dag, nú talan hevur verið um at seta fram nýtt uppskot um at broyta lógina fyri barsilsskipanina. Hví er endamálið ikki at betra og menna?
Flestøll hava virðing fyri og skilja, at sparingar eru neyðugar. Men virðingin fánar burtur, tá tað ferð eftir ferð vísur seg, at heildarmyndin væntar og at sparingarnar verða framdar ?her og der?, og ikki har, sum tær eru uppá sítt pláss.
Vanligi borgarin kann tilláta sær at hugsa um seg og síni, og lata heildarmynd vera heildarmynd. Tað er sjálvandi ikki sera heppið, men hvør kann lasta borgaran fyri tað? Løgtingslimir og landstýrisfólk hava ikki henda luksus, ella marglæti. Tey skulu hugsa um heildina, um samfelagið og um landið. Tey skulu fremja neyðugar broytingar. Eisini tær broytingar, sum tey frykta fyri, at teirra egni veljaraskari kanska ikki ynskir.
Og her er tað, at løgtingslimir í desember 2002 fóru skeiv, tá teir róstu mammuna uppum skýggja og loyvdu henni at vera heima hjá barninum, uttan at gjalda fyri ansingina. Og tá teir noktaðu pápanum sama rætt og ikki hugsaðu um tørvin hjá barninum.
Eg vóni, at løgtingslimir, nú tey eftir øllum at døma fáa ein tjans afturat at broyta lógina um barsilsskipanina, fara at taka støði í heildini og hava familjuna, arbeiðsmarknaðin og samfelagið sum heild í huga. At tinglimir viðurkenna, at vit eru í 2003 og lata vera við at romantisera farnar tíðir, sum ikki kunnu brúkast sum model í dagsins samfelagi. Og so als ikki í einum samfelagi, sum vil rópa seg altjóða.
Tað ber til í Íslandi. Hví ber tað ikki til í Føroyum?