av, at menn vóru vorðnir ósamdir um eitthvørt, og so fóru teir til hendurs. - Hetta er tað, ið vit kenna sum vanligan gamaldags harðskap, siga tey á politistøðini. Alt tó ikki av tí gamla slagnum Allur [...] harðskapurin í vikuskiftinum var tó ikki av tí gamla, vanabundna slagnum. Talan var nevniliga eisini um rættuliga ógvusligan harðskap uttafyri Náttarravnin í gongugøtuni. Har varð ein maður bæði sparkaður [...] ókendur hjá politinum. Maðurin er fyrr dømdur fyri at hava framt harðskap, og á Ólavsøku tókst hann eisini við at fremja harðskap, ið hann skjótt skal í rættin fyri. Í fjør fekk politiið 80 fráboðanir um
bussur fullur av konufólki eisini úr Vestmanna. Viðmerkjast skal tó, at tað var ringt at fáa eyga á nakað mannfólk, tí hesir kundu teljast á einari hond hetta kvøldið. Handlarnir, sum tóku lut í hesi mótasýning [...] hevði Orkis pyntað við bæði blómum og dekoratiónum, sum avgjørt gjørdi hølið hugnaligari. Sangur og mótasýning Tann unga Gøtudaman Eiðvør Pállsdóttir, sum vann Ársins Songrødd 1998, byrjaði kvøldið við sera [...] gentukjólar og buksur við svej og lummum á síðuni, var tað sum oftast kom uppá pallin. Bæði harra- og damumótin var pregaður av gráum og grønum litum, sum tó í fleiri førum vórðu settir saman við bláum og reyðbrúnum
Norðurlendsku Málnevndina um pengar. Hvørjar útgávur vit eiga at leggja okkum eftir, fara vit ikki at blanda okkum uppí, men hugsast kann, at orðabøkur, vit hava størstan tørvin á, verða raðfestar høgt. Hinvegin [...] Fólkaflokkinum hava skotið upp, at tiltøk verða sett í verk, sum styrkja støðuna hjá málunum í smátjóðunum. Í fyrra lagi, at Norðurlandaráðið setir tað sum mál at stuðla varðveitingini og arbeiðinum at styrkja [...] Lon Jacobsen, formaður í teirri føroysku málnevndini. - Okkara uppgáva sum limir í Norðurlandaráðnum er at fáa til vega karmarnar. Vit fara ikki at gera av, hvussu pengarnir verða brúktir, sigur Jógvan við
ósømiligt, at vit ikki rinda okkara part. Tá ið vit hugsa um, at vit taka tveir sessir frá dønum, kann tað ikki vera rætt, at vit ikki gjalda fyri teir. Føroyska samfelagið er eitt njótarasamfelag, vit njóta uttan [...] fastir, so er teir til láns. Tað er ósømiligt, at vit ikki rinda fyri okkum sjálv og vit høvdu heilt vist kent okkum betri um so var. Fáa vit fullveldi fáa vit samstundis sjálvstøðuga umboðan. Hinvegin havi [...] Møguliga fáa vit pengar til orðabókagerð um ikki so langa tíð. Hini londini rinda hálvt prosent av fíggjarlógini til Norðurlandaráðið og tá ið vit hava eina fíggjarlóg á 3 milliardir áttu vit at goldið 1
hitaorkuna til upphitingarendamál. Tað var eisini ætlanin at fremja eina landsumfatandi orkusparing við nógv umstrídda kubbanum, so vit byrjaðu at spara tey 99%, sum vit tveita út gjøgnum skorsteinin um døgnið [...] alt landið, so vit kundu komið niður á 10% av tí hitaorku, vit nýta í dag. Tað er tann nýggja teknologiin, sum avmarkar dálkingar trupulleikarnar og skapar reinari náttúru og umhvørvi, sum ferðmannavinnan [...] danan, teknologiina og kubbasparing, sum hópin av húsarhaldum fingu sær kring landið. Tað var tá frá aðrari síðu loypt hvøkk í fólk við spreingivanda og øðrum, sum ikki helt nógvum fólkum aftur, ið royndu
hvørvur sum døgg fyri sól, so er hetta í sær sjálvum ein búskaparlig ávirkan, sum sanniliga fer at fáa avleiðingar fyri føroyska búskapin. Hetta er tað sum stríði átti at staðið um: Orka vit (einstaki [...] urninginum. Vit hildu báðir heimastýrisskipanina verða ótíðarhóskandi, og vit hildu eina endurnýggjan av skipanini vera neyðuga til tess at geva rúm fyri politiskari menning í Føroyum. Vit vóru báðir á [...] blokkstuðulin fyri uttan. Semja er eisini um, at soleingi føki búskapurin er heftur at donskum stuðli, so fylgja treytir við, sum skerja politiska rásarúmið í Føroyum. Tey, sum vilja hava størri politiska rásarúmd
globalum høpi eru vit í stødd bert ein lítlibeiggi, sum í ríkisfelagsskapi við ein góðviljaðan stórabeiggja hava vunnið okkum virðing sum tjóð, og tað eiga vit at vera stolt av. Vit, sum búgva í Føroyum [...] samanhangi. Vit føroyingar hava ikki enn fingið tikið okkum saman til at siga Danmark tøkk fyri hjálpina, tá vit eftir dansin um gullkálvin í áttatiárunum, fingu tørv fyri 7 milliarda veghaldi, og sum vit fingu [...] sama olmussu-suppidasi, sum vit flýggjaðu frá. Vónandi koma vit tó ongantíð so langt, at vit skulu sanna, at bert er bróðurleyst bak. Regin Eikhólm
einki, sum bendir á, at tey umleið 25 oljufeløgini, ið hava sett Føroyar á sítt leitingarkort, eru við at pakka saman. Heldur tvørturímóti skulu vit døma eftir tí nógva vitjanarvirkseminum, sum verður [...] Hydro og Lasmo. Fyritøkan er eisini við í oljuleiting við Grønland. Eitt av evnunum, sum tosað verður um, er um møguleikar at finna gass við Føroyar og avleiðingarnar av tí. Eisini verður røtt um umhvørvi og [...] har høvi var at hitta tríggjar føroyingar, sum arbeiða hjá Mærsk. Elttør var eisini á vitjan hjá DONG, har hann hitti fleiri av stjórunum í fyritøkuni, sum hevur stóran áhuga fyri føroyska økinum. At
Tinganesi og við teimum eisini teirra stýri. Hetta hava vit longu sæð er hent við eitt nú heilsu- og almanna-stýrinum, sum er flutt út í Eirargarð saman við landsstýriskonuni. OG nú er eisini frammi at flyta enn [...] i. Vit kunnu einsvæl taka fulla stigið nú og skipa eitt sjálvstøðugt oljumálastýri, nakað, sum eisini hevur verið frammi í orðaskiftinum, men har tað hevur ligið í luftini, at hetta var nakað, sum kundi [...] um hoyrir Oljuumsitingin, og eftir tí sum Sosialurin hevur skilt, skulu hon og landsstýrismaðurin í oljumálum flyta á Bryggjubakka. TAÐ er ómetaliga spell, um vit longu nú frá byrjan skulu taka skeivar
nógva umrøðu orsakað av ? sum allir fótbóltsáhugaðir føroyingar munnu vita ? at fleiri føroyingar eru í felagnum. Venjari er Páll Guðlaugsson, sum er av íslendskum uppruna, men sum hevur búð í Føroyum í nærum [...] ár, og sum sjálvandi var venjari hjá føroyska landsliðnum í byrjanini, tá vit vunnu á Eysturríki, fingu javnleik í Norðurírlandi og taptu »tepurt« í Ítróttarparkini móti Danmark. Hann var eisini venjari [...] heilt til finaluna, sum teir kortini taptu móti ÍBV av Vestmannaoyggjunum í endanum av august. Tíbetur fyri Leiftur bleiv ÍBV eisini meistari, so menninir hjá Pálli sleppa út í Europa sum íslendskir steypavinnarar