Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark í tíðindaskrivi undan ríkisfundinum í næstu viku. Tað var í setanarrøðu síni í Fólkatinginum í oktober, at hon nevndi viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum á henda hátt [...] sambond eru avgerandi -- ikki minst í eini krígstíð í Evropa og øktari trygdarhóttan frá Russlandi. – Eg gleði meg at hitta mínar nærmastu starvsfelagar úr Føroyum og Grønlandi í Aalborg og virðismeti okkara [...] Johannesen, og landsstýrisformanninum í Grønlandi, Múte Bourup Egede, at greiða frá um politisku og búskaparligu støðuna í Ríkisfelagsskapinum. Týsdagin er fundur í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitisku
er skipað í teimum trimum londunum, royndir við hesum og hvørjar ætlanir eru fyri framman. Seinna evnið snúði seg um, hvat londini gera fyri at fáa fólk í starv og fyri at varðveita fólk í starvi á h [...] skipa og hvørjar royndirnar eru við hesum. Í Føroyum verður arbeitt við fyrireikingum um møguliga at yvirtaka Landslæknaembætið. Grønland yvirtók Landslæknaembætið í 1992. Tí hevði Margit Stórá ein fund við [...] við Landslæknan fyri at kunna seg nærri um, hvussu skipanin riggar í Grønlandi. ”Samstarvið í Útnorði er sera týdningarmikið. Hóast londini eru ymisk, líkjast vit á fleiri økjum og hava fleiri av teimum
myndprýddi í sambandi við 1000 ára haldið fyri kristnanina í Føroyum. Við á framsýningini eru sjálvandi eisini føroysku bíbliutýðingarnar. Framsýningin á Bøvegi 16 í Fuglafirði verður opin í morgin, leygardagin [...] serstøku samlingina av bíblium í 500 ár, verður sagt í skránni um mentanardagar. Á framsýningini eru danskar, íslendskar og føroyskar reformatiónsbíbliur og konga- og drotningabíbliur í fimm øldir. - Alt frá sonevndu [...] mentanardagar eru í Fuglafirði um vikuskiftið. Skráin fyri mentanardagarnar sæst um heimasíðuna hjá Fuglafjarðar kommunu - www.fuglafjordur.fo og á Facebook-vanganum Mentanardagar í Fuglafirði.
trúgva tænastu tilframa fyri barnaansingarøkið í Tvøroyrar kommunu. Mýrifípan hevur seinastu árini ment seg til ein av størstu barnaansingarstovnum í Føroyum. Frá upprunaliga at hava pláss fyri 52 børnum [...] frítíðarskúla. Stovnurin liggur í náttúruvøkrum umhvørvi við góðum møguleikum fyri spæli og menning, og hevur verið ein týðandi partur av barnaansingini í Suðuroynni í 35 ár. Hátíðarhaldið var ein góð [...] felagsskapin, sum eyðkennir stovnin. Millum gestirnar vóru borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen, og forkvinnan í sosialu nevndini, Anita Vibergsdóttir. Tey nýttu høvið at heilsa upp á starvsfólk
nevnt Nordic Organisational Meeting. Fyrsti NOM-fundurin varð hildin í Århus í 1946, og fundurin í Føroyum í ár er fundur nummar 68 í røðini. [...] vóru í 1989 og 2019. Evnið fyri ráðstevnuna í ár er "Lesandi og fráflyting" (Student Migration), og snýr seg um stóru avbjóðingina, sum smærri lond ofta standa í, tá ungfólk flyta út ella flyta í onnur [...] innlit í bygnaðin í skipanini og setti serliga sjóneykuna á tey øki, har fráflyting hevur størst ávirkan. Eisini varð tosað um politiskar ætlanir, eitt nú framtíðar kampusætlanina og føroyska luttøku í evropeiskum
øll eru høvuðspersónurin í okkara egna lívi. Verkið er ein granskan av menniskjans samleika, sum menniskja og sum einstaklingur, og teir ytru faktorar, ið spæla ein leiklut í menningini av okkara samleika [...] “Høvuðspersónurin” hjá dansivirkinum RIVA kann upplivast í Norðurlandahúsinum fríggjadagin tann 9. mai kl 19:30. Verkætlanin er eitt samstarv millum tey trý í RIVA, Rannvá G. Niclasen, Vár B. Árting og Búi Rouch [...] RIVA, av tí at tað er ein forkunnugur møguleiki at RIVA kann samstarva við 4 altjóða yrkisdansarar í Føroyum yvir eitt longri tíðarskeið. Listaliga tilgongdin gerst ein onnur og nýggir spennandi møguleikar
fingu steypið handað í morgun eftir 28-25 sigurin á Íslandi. Næsta uppgávan hjá ungu monnunum verður EM-endaspælið, sum verður í august 2026 í Serbia. Skrivar HSF. Málskjúttar hjá Føroyum: Boas á Skipagøtu [...] uppstillingar, at fáa allar leikarar í spæl, hetta við komandi uppgávum fyri eyga. Munurin vaks ikki tað stóra í seinna hálvleiki og endaði dysturin 31-19. Endaliga støðan í Nordic Open gjørdist harvið at Týskland [...] Føroyar nummar 4 í Nordic Open. Føroyska liðið koma stak illa frá byrjan og vóru aftandfyro 4-0 longu eftir 5 minuttir. Luftin tóktist vera farin nakað úr ballónini eftir tveir harðar dystir í gjár og fyrradagin
na í Functional Fitness, sum verður hildin í Australia í vetur. Functional Fitness Hetta er fyrstu ferð føroyskir íðkarar luttaka í einari kapping í Functional Fitness, og úrslitini vísa, at vit í Føroyum [...] Kristensen – nr. 6 (35–39 ár) Íðkararnir venja dagliga í Tvørmegi, har grundarlagið verður lagt við miðvísari og drívandi venjing. Eyðun billett til HM í Australia Við sínum framúr 2. plássi hevur Eyðun tryggjað [...] Føroyum eisini kunnu kappast á høgum stigi í hesari ítrottargreinini. Vit ynskja Eyðuni góða eydnu í Avstralia, og gleða okkum at fylgja øllum okkara íðkarum víðari á teirra ferð. ##med2## ##med3## ##med4##
sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá fólkatalið vaks við umleið 900 fólkum ella 1,8 prosentum uppá eitt ár. Síðan tá er fólkavøksturin støðugt minkaður niður í ein triðing, og seinastu [...] sum vóru fødd. Nettoflytingin minkaði nakað í mun til undanfarna tíðarskeið, tí meðan færri fluttu úr Føroyum, vóru uppaftur færri, sum fluttu til Føroya. Í undanfarna tíðarskeiði var burðaravlopið á 2 [...] gin á 3,7 fyri hvørji 1.000 fólk. Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir
kortum tiltøk í verk mótvegis tveimum russiskum reiðaríum, sum eisini eiga skip, ið fiska undir Føroyum. Ikki orsakað av krígnum í Ukraina, men tí orsøkir eru at halda, at teirra skip taka lut í illgrunasomum [...] kunnu seta hesi tiltøk í verk. Og í Gasa er støðan ræðulig. Landsstýrið tekur fult undir við fráboðanini, sum 30 lond skrivaðu undir fyri viku síðani, um at enda kríggið í Gasa í stundini, segði Aksel V [...] millum annað í ólavsøkurøðu løgmans, tá tingið varð sett í dag. – Støðan er ófrættakend. Óviss. Tollstríðið hjá USA kann fáa stórar fylgjur fyri Føroyar, tí tað, vit framleiða, útflyta vit í stóran mun,