Hvat er functional fitness?
Functional fitness er ein ítróttargrein, ið er sprottin burtur úr CrossFit. Functional Fitness og CrossFit byggja á náttúrligar rørslur og venjingar, ið styrkja kroppin til dagligdagin. Í kapping verður testað innan ymiskar rørslubólkar – alt frá rennibreyt og lyfting til balansu og tekniska fimleikar.
Til kappingina skuldu luttakararnir gjøgnum 5 "workouts" útførdir á sama degi:
Endurance – úthaldni og kondi
Styrki – kraft og tyngd
Power – eksplosiv styrki
Skills – teknikkur og kroppslig fimi
Mixed – samansettar avbjóðingar fyri at vísa heildarførleikar
Úrslitini hjá føroyingunum
Teir føroysku luttakararnir kláraðu seg sera væl og komu heimaftur við flottum úrslitum
Eyðun H. Hentze Højgaard – nr. 2 (45–49 ár)
Jóhanna av Steinum – nr. 4 (45–49 ár)
Tordis Tróndarson – nr. 5 (35–39 ár)
Katrin Hovland Kristensen – nr. 6 (35–39 ár)
Íðkararnir venja dagliga í Tvørmegi, har grundarlagið verður lagt við miðvísari og drívandi venjing.
Eyðun billett til HM í Australia
Við sínum framúr 2. plássi hevur Eyðun tryggjað sær pláss til Heimsmeistarakappingina í Functional Fitness, sum verður hildin í Australia í vetur.
Functional Fitness
Hetta er fyrstu ferð føroyskir íðkarar luttaka í einari kapping í Functional Fitness, og úrslitini vísa, at vit í Føroyum eisini kunnu kappast á høgum stigi í hesari ítrottargreinini.
Vit ynskja Eyðuni góða eydnu í Avstralia, og gleða okkum at fylgja øllum okkara íðkarum víðari á teirra ferð.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
















