Landavegi 32 í Havn síðani einaferð í sekstiárunum. Í næstum kann hetta vera eitt yvirstaðið kapittul. Tað váttar stjórin í Restorff’s Óla-Svenn Nolsøe. – Tað er ein langtíðarætlan, og vit eru mitt í planleggingini [...] ikki selt øl í rúsuni í tríggjar mánaðir. Munngátt, Pilsnar og Skansaøl fæst ikki á bryggjarínum í løtuni, og umsókn er farin til býráðið um, at ríva bryggjaríið niður fyri at byggja íbúðir har í staðin. Vit [...] eigarunum í Restorff’s bryggjaríi, at gera viðmerkingar til málið. Men kortini eru nøkur ting greið longu nú. Restorff’s gavst at framleiða sodavatn í 2005. Sama ár høvdu teir 3,8 milliónir krónur í undirskoti
tykist í ár vera meira spennandi, enn hon nakran tíð hevur verið áður. At kalla alt árið hava trý lið verið mest sum ájøvn í oddinum, og vikuskiftið broytti einki í so máta. Oddaliðið úr ÍF vitjaði í Havn [...] ikki vilja lata trúnuna fara fyri einki, nú ÍF roynir at hótta, men í hesum dystinum var annað kanska ikki vænandi. Veruliga styrkisroyndin í so máta verður í Trongisvági tann 2. mars, tá ÍF kemur á vitjan [...] skránni, og tá fæst helst at vita, hvussu veruliga styrkin á liðnum er. Tað er tó einki at ivast í, at Mjølnir fyri ein stóran part hevur tær royndirnar, sum skulu til fyri at standa seg í oddinum, men
og í løtuni er tænastan í holt við eina høvuðsumvæling av prestagarðinum á Sandi. - Í tann mun tað er gjørligt brúka vit undirveitarar úr Sandoynni til tey arbeiði, vit ikki gera sjálvi, eitt nú hvs og [...] øðrum – og svágur Fríða, Sigurd Hentze, sum eigur sín part í Multigólvi. Bert í oynni Fríði Nolsø vísir á, at hóast Sandoyggin er lutfalsliga lítil í fólkatali, og marknaðurin er hareftir, hevur Multitænastan [...] smátt. Tað er bara at seta seg í samband við okkum, og vit kunnu finna út av tí mesta. Stjórin sigur, at Multitænastan hevur tríggjar dugnaligar handverkarar í arbeiði í løtuni, men verður meiri at gera
at søkja at. Serliga í fyrra umfarinum vóru teir ágangandi í løtum og settu gestirnar undir trýst. Eitt nú var Nikolaj Eriksen nær við, tá hann úr góðari støðu sendi upp um málið. Í verjustøðu stóðu toftamenn [...] Argjum leygardagin var hin sjeyndi upp í slag, har B68 fekk stig. AB hevur annars staðið seg væl á heimavøllinum í hesum kappingarárinum. Men toftamenn løgdu líka í hagtølini og greiddu sína skyldu – og [...] plássið í Vodafonedeildini. Fimm stig eru til heiðursmerkjaplássini, og ein sigur er alneyðugur, um liðið framvegis skal verða við í kappingini um evropeisku plássini. AB skal varðveita sætið í deildini
hetta fær fólk at ivast í, um Vágur er eitt stað har tað ber til at liva og breyðføða seg og síni. Tá fólk byrja at ivast í, um framtíðin hevur nakað gott í vantu, er skjótt at fella í fátt. Komandi mánaðarnar [...] dagskránna í vikuni, eru lítið hugalig. Vikur uttan arbeiði á stóra og framkomna flakavirkinum í býnum skapa ótryggleika og óvissu. Tíðindini um, at peningastovnurin, ið hevur røkt bankavirksemi her í mong ár [...] stríðast við arbeiðsloysi og fólkafráflyting. Einki at ivast í, at støðan, sum fleiri av okkara borgarum eru í er óhugalig, men vit mugu halda fast í, at vit hava fyritreytirnar fyri at kunna venda skútuni
sløttum sum í brøttum« og fevnir um tað sera umskiftandi tíðina frá 1968 til 1986. Hetta tíðarbilið byrjaði við, at norðhavssildin hvarv, samstundis sum toskafiskiskapur okkara í Grønlandi minkaði í stórum [...] løgtingið helt tað í 1970 vera neyðugt at broyta skattalógina, sum Eiler fekk skyldina fyri. Norðborg royndist so væl, at hon man eiga met í støðugari manning, og Krúnborg skaraði í fleiri ár framúr sum [...] sum besta nótarskip í Norðsjónum. Summi stúrdu og onnur skeldaðu, tá Eiler sjálvur annar á lítlum glastrevjabáti í trý samdøgur millum Noreg og Hetland bardist fyri lívinum í himmalsins ódnarveðri. Tá
kvinnunum verður í Klaksvík, har Stjørnan tekur ímóti Kyndli. Einki er at ivast í, at Stjørnan er risa stórur favorittur at vinna dystin. Eisini hóast liðið í løtuni ikki er so væl fyri, og skulu tey í Klaksvík [...] avgerandi týdning sum hjá kvinnunum. Í Vestmanna verður dystur millum KÍF og Kyndil leygardagin, og her fæst kanska at vita, júst hvussu langt teir í Kyndli eru komnir í royndunum at byggja sær liðið uppaftur [...] talan í roynd og veru verða um dystin, sum bjargaði árinum. Í Havn fær Neistin vitjan av VB, go eisini her er spenningurin stórur. Eftir at bæði liðini fyri tað mesta hava stríðst um bronsumerki í ár, so
Eingin 2. bólkur verður í ár, men ein opin bólkur verður í staðin. Nú ert bert at vóna, at teir, sum akkurát verða ov stuttir til landsliðsbólkin, ikki setast aftur, men fara at luttaka í opna bólkinum. Unglingarnir [...] verið væl umboðaður, og tilfarið í ár er eisini gott. Tí kunnu væntast nógvar unglingar í ár. Átta umfør verða somuleiðis telvd í unglingadeildini. Lýst verður nærri í bløðunum, hvussu telvararnir kunnu [...] FM fyri einstaklingar í ár verður skipað á ein øðrvísi hátt enn undanfarin ár. Fyrsta broytingin er, at byrjað verður ein leygardag í staðin fyri fríggjakvøld, og síðsta umfar verður sum vanligt leygardagin
hansara – fyri nøkrum árum síðani – í miðal vórðu seldir fyri 20.000 dollarar. ##med4## Í 2011 varð forvitnisligt brot um Hans Skálagarð lagt út á YouTube. Í verkstaði sínum í USA greiðir hann frá lívinum, [...] ættaður úr Skúvoy, men búði meginpartin av lívinum í Kalifornia í USA. ##med2## “Hanus búði í fjøruni sum smádrongur,” sigur yngri bróðir hansara, Hjartvard. “Seyð og jørð hevði hann ongan áhuga fyri, men [...] gjørdu innrás í Normandínum. Men ringast var hann staddur í Kyrrahavinum, sigur Hjartvard. Tá var hann umborð á einum tangaskipi, sum japanskur sjálvmorðspilotur stoytti seg niður á og bumbaði í luftina. ##med3##
Føroyar í altjóða samfelagnum sum ein grønur miðdepil í Norðuratlantshavi í eini Norðuratlantsamgongu við okkara grannalond. Í Tjóðveldi ætla tey eisini at taka ungdómin í álvara og tí skal flokkurin í orða [...] Í næstum skal Tjóðveldi taka eina greiða støðu til spurningin um at broyta hjúnabandslógina. Tað stendur í eini yvirlýsing, sum flokkurin samtykti á flokstingið í Havn um vikuskiftið. Í yvirlýsingini eru [...] høvuðsmál floksins sett upp, og í hesum sambandi er greitt, at nú skal flokkurin eisini taka greiða støðu til ein av mest umstríddu spurninginum í føroyskum politikki seinastu árini. Í yvirlýsingini staðfestir