Eiler Jacobsen, reiðari, hevur givið út annað bindið av endurminningum sínum. Triða bindið kemur næsta ár
Nú um dagarnar kemur út annað bindið av endurminningunum hjá Eileri Jacobsen, »Skálvíksdrongur sildakongur«, út. Bókin verður send teimum, sum í fjør keyptu fyrsta bindið.
Hendan bókin ber undirheitið »Á sløttum sum í brøttum« og fevnir um tað sera umskiftandi tíðina frá 1968 til 1986.
Hetta tíðarbilið byrjaði við, at norðhavssildin hvarv, samstundis sum toskafiskiskapur okkara í Grønlandi minkaði í stórum, so føroyingar stardu eina lemjandi kreppu beint í eyguni.
Men ístaðin fyri kreppu fingu vit eitt hitt mesta vakstrarsekið í nýggjaru søgu okkara, tá føroyski fiskimenn brutu nýggjar slóðir, teirra millum skiparin úr Skálavík, sum júst hevði latið fyrstu Sólborg byggja.
Hon og onnur nótarskip glúpaðu so nógv »gull« úr Norðsjónum, at løgtingið helt tað í 1970 vera neyðugt at broyta skattalógina, sum Eiler fekk skyldina fyri.
Norðborg royndist so væl, at hon man eiga met í støðugari manning, og Krúnborg skaraði í fleiri ár framúr sum besta nótarskip í Norðsjónum.
Summi stúrdu og onnur skeldaðu, tá Eiler sjálvur annar á lítlum glastrevjabáti í trý samdøgur millum Noreg og Hetland bardist fyri lívinum í himmalsins ódnarveðri.
Tá triðingurin av føroyska útflutningsvirðinum seinna part av 70-árunum var skírt »Norðsjóvarlygnin«, umboðaði Eiler tey 18 nótar- og 28 ídnaðarskipini í orrustuni til valið í 1978, sum mundi vera eitt hitt beiskasta valstríðið í nýggjari tíð.
Eftir at øll londu høvdu flutt fiskimørkini út á 200 fjórðingar, bleiv tað strævnari hjá okkara minkandi nótar- og ítnaðarflota at lívbjarga sær. Men tá hevði Eiler spjatt sín váða við at lata »reyðu« Sólborg byggja til rækjufiskiskap. Tað var tá vinna við vandum vinningi.
Tá nótarflotin hevði tað stríggið fyrra part av 80-árunum, skein Sólborg sum ein sól og skuplaði saman við ørðum rækjuskipum pening inn til manningar go eigarar, til land og fólk.
Men tvær ferðir brann Sólborg og einaferð Krúnborg, so dramatikki var ovmikið av. Men tað ber itl at venda óhappi til møguleika, so at vanlukka roynist signing.
Tá Eiler seldi »reyðu« Sólborg til Grønlands í 1986 fyri tvær ferðir byggiprísin á skipinum, stóð hann á einari av sínum lívs tindum, hámettur av summum og øvundaður av øðrum.
Hetta annað bindið av Skálvískdrongi Sildarkongi er nærum 400 blaðsíður í vavi við nærum líka nógvum myndum, 100-tals persónsnøvnum og nógvum spennandi avdúkingum um eitt hendingaríkt lív hjá einum av okkara mest litføgru núlivandi vinnulívsmonnum.
»Á sløttum sum í brøttum« verður ikki, sum upprunaliga ætlað, seinasta bind av endurminningum Eilers. Eitt triðja bind kemur nevniliga í næsta ár, sum snýr seg um tíðarskeiðið frá 1986 upp til nútíðina.
Eins og bind I kostar bind II 190 kr. Henda bókin fæst heldur ikki í bókabúðunum, men bert við at tekna seg fyri henni á Posthúsinum.