Vágur á nýggja kós

Avgerðin er okkara. Tað eru vit, sum búleikast í Vági og sum eru góð við staðið, sum koma at avgerða, hvør leiðin verður. Avbjóðingin er stór – men tað er ikki ein spurningur um at taka hana á seg ella ikki. Vit hava onki val! Skulu vit liva her, so mugu vit stríðast fyri at skapa øllum góð og livilig kor.

Tíðindi úr Vági, sum settu dagskránna í vikuni, eru lítið hugalig. Vikur uttan arbeiði á stóra og framkomna flakavirkinum í býnum skapa ótryggleika og óvissu. Tíðindini um, at peningastovnurin, ið hevur røkt bankavirksemi her í mong ár, letur aftur. Tíðindini um, at posthúsið fer at steingja komandi ár, alt hetta fær fólk at ivast í, um Vágur er eitt stað har tað ber til at liva og breyðføða seg og síni. Tá fólk byrja at ivast í, um framtíðin hevur nakað gott í vantu, er skjótt at fella í fátt.

 

Komandi mánaðarnar fara at vera avgerðandi fyri, hvønn veg Vágur fer. Við teimum avgerðum, sum vit taka í dag, kunna vit vera við til at mynda morgindagin. Tað eru avgerðirnar vit taka her og nú, sum avgerða um Vágur fer at hava eina bjarta framtíð ella um Vágur enn einaferð noyðist at stríðast við arbeiðsloysi og fólkafráflyting.

 

Einki at ivast í, at støðan, sum fleiri av okkara borgarum eru í er óhugalig, men vit mugu halda fast í, at vit hava fyritreytirnar fyri at kunna venda skútuni á rætta kós.

 

Fiskivinnudepil

Vit hava t.d. sera góðar umstøður til at gera Vág til ein fiskivinnudepil. Vit hava eitt væl útbygt havnalag, vit hava fleiri góð og framkomin virkir, vit hava eina frálíka djúphavn og ikki minst hava vit nógvar og góðar arbeiðsførar hendur í bygdini og oynni sum heild. Í veruleikanum eru allir karmar til staðar fyri at gera Vág til ein fiskivinnudepil í Norðuratlantshavi - tað einasta sum manglar, tað er at taka avgerðina um hetta og síðani handla samsvarandi.

 

Tey sum skulu stjórna býnum í komandi valskeiði mugu ganga undan. Tey mugu slóða fyri, at privata vinnan fer at síggja tað sum eina sjálvfylgju at stovnseta og/ella varðveita virksemi í Vági, tað verði seg innan framleiðsluvinnuna, bankavinnuna, tær almennu tænasturnar og innan nýmenning av nýggjum vinnuvegum.

 

Býráðið í Vági hevur tó ikki øll kortini á sínum hondum. Landsmyndugleikarnir mugu eisini vera við og taka ábyrgd. Ein Suðuroyargrunnur má stovnsetast ongantíð ov skjótt. Løgtingið eigur á komandi fíggjarlóg at halda lyfti um at seta 40 mió kr í Suðuroyargrunnin, soleiðis at váðafúsur kapitalur fæst til vinnuvirksemi í oynni. Vit mugu geva fólki møguleika at sleppa til arbeiðis, arbeiði eigur og skal verða ein sjálvsagdur rættur, ikki bert fyri fólki á meginøkinum, men eisini fyri okkum sum búleikast í útjaðaranum.

 

Sum býráð hava vit nakrar skyldur og eina ábyrgd bæði mótvegis borgarum og vinnulívi. Tey, sum skulu stjórna býnum komandi valskeið, mugu hava dirvi at ganga undan og finna loysnir, sum tryggja eina bjarta framtíð fyri Vág.

 

Serstakar umstøður krevja serstøk átøk. Hetta eiga landsins ráðandi at skilja!

 

Danjal Bjarkhamar, á lista E