Multitænastan ger bæði stórt og smátt

Fríði Nolsø eigur og rekur eitt felag, sum rópast Multitænastan. Felagið eigur eisini handilin Ellubitan og helvtina av felagnum Multigólv, sum fæst við ymiska gólválegging kring landið

SANDUR

Tað eru tríggir persónar, sum standa aftanfyri feløgini, Multitænastuna og Multigólv, sum veita ymiskar tænastur og handilin, Ellubitan. Tey eru Fríði Nolsø, sum er stjóri, konan Petrina, sum er pedagogur og hjálpir til við innkeypi til handilin og øðrum – og svágur Fríða, Sigurd Hentze, sum eigur sín part í Multigólvi.

Bert í oynni
Fríði Nolsø vísir á, at hóast Sandoyggin er lutfalsliga lítil í fólkatali, og marknaðurin er hareftir, hevur Multitænastan, sum byrjaði fyri umleið fimm árum síðan, øll árini havt nóg mikið at gera, tó at eftirspurningurin eftir tænastuni sjálvsagt hevur verið skiftandi.
- Multitænastan fæst serliga við timbur, men sum navnið sigur, kunnu vit taka okkum av næstan øllum. Vit byggja hús, gera stórar og smáar umvælingar. Vit kunnu sláa grasplenur fyri fólk. Hava fólk tørv á vasking, útvega vit eisini fólk til tað. Eg plagi at siga, at einki er ov stórt – og einki ov smátt. Tað er bara at seta seg í samband við okkum, og vit kunnu finna út av tí mesta.
Stjórin sigur, at Multitænastan hevur tríggjar dugnaligar handverkarar í arbeiði í løtuni, men verður meiri at gera, enn hesir tríggir kunnu røkka, verður vaksið um arbeiðsorkuna og soleiðis eisini um tænastuna.
- Í løtuni hava vit nøkur lutfalsliga stór timburarbeiði koyrandi, eins og nøkur smáttaríir eisini eru í gongd.
Multitænastan hevur soleiðis smíðað eini stór summarhús í Skálavík, sum Starvsmannafelagið eigur, og í løtuni er tænastan í holt við eina høvuðsumvæling av prestagarðinum á Sandi.
- Í tann mun tað er gjørligt brúka vit undirveitarar úr Sandoynni til tey arbeiði, vit ikki gera sjálvi, eitt nú hvs og máling. Í Skálavík hava vit málað sjálvi, meðan vit hava undirveitara til at mála prestagarðin, leggur Fríði Nolsø aftrat.
Sum nevnt í byrjanini, eigur Multitænastan eisini handilin Multitænastan ger bæði stórt og smáttSum nevnt í byrjanini, eigur Multitænastan eisini handilin Ellubitan, sum serliga selir barnaklæði, tógv við ymiskum tilhoyri og er umboð fyri Vodafon á Sandi.


Álegging kring landið
Multigólv er ein fyritøka, sum tekur sær av gólválegging kring landið, og her kann talan vera um øll hugsandi gólv, undantikið flísagólv, ið meiri hoyrir undir múraraarbeiði.
- Vit leggja nógv gólv í vátrúm fyri privatfólk. Hetta eru serliga tey vælumtóktu vinylgólvini. Vit pussa og lakera eisini gólv fyri privatfólk, og vit vaska og bona gólv í handilsbygningum og á skrivstovum.
Fríði Nolsø vísir á, at gólvarbeiði, sum Multigólv ger, fyri tað mesta er uttanfyri Sandoynna.
- Vit eru eisini í samstarvi við fyritøku í Saltangará, sum selir tilfar, og har vit síðan syrgja fyri álegging hjá viðskiftafólkunum.
Stjórin sigur, at Multigólv hevur umleið hálvt annað ár á baki, og hetta er ein tænasta, sum eisini vísir seg at bera til.
- Vit hava í løtuni ein gólváleggjara, sum ferðast kring landið, men verður virksemið størri, kunnu onnur fólk setast inn, sigur hann.