ein slíkan hvøkk á seg, tá ið áin knappliga fór at leypa, at hann ikki fekk rópt fyri ræðslu. Ólavur doyði í áarlopinum og slongdist við ánni oman á sandin, har líkið seinni varð funnið á Neystaroyru, sum [...] viðurskiftum og gleddist yvir hvørt framstig, ið gjørt var her á landi. Málið viðvíkjandi tí nýggju kirkjuni á Skála lá honum heitt á sinni – hann var formaður fyri bygginevndina og hevur saman við [...] systkin, 6 dreingir og 3 gentur. Báðar systrar mínar liva enn, nevniliga Marin, ið býr hjá A. Weihe á Selatrað, og sum fylt hevur 91 ár, og Sigga Malena, 88 ára gomul, sum býr í Dúvugørðum. Harimóti eru
og skemtiteknarin hevði móttøku í Miðlahúsinum á sínum 75 ára føðingardegi. Harmiligt, tí tað er altíð hugaligt at skifta orð við hendan sanna meistaran á sínum fakøki. Eina heilsan skal hann kortini [...] sær aftur og aftur, tá man hevur sæð tekningar hjá Óla P. í Sosialinum. Hóast hann hevur nógv ár á baki sum teknari, ella kanska júst tí, er eygað framvegis líka gløgt og blýanturin líka beinrakin og [...] hann varðveitt í tey samfullu 22 árini, hann hevur teknað í Sosialinum. Við áhaldandi at seta ljós á dagsins politisku og samfelagsligu hendingar er hann vorðin ein institutión í okkara føroysku verð.
vektbólkinum undir 42 kg. undir 15 ár. Sanna Djurhuus, sum lesur á universitetinum í Oxford, og sum dagliga venur við Oxford Judo, luttók leygardagin í judokapping fyri lesandi á universitetunum í Bretlandi. Og [...] og tey eru øll á einum máli um, at hetta var ein sera lærurík kapping, har venjingarlega eisini var partur av tiltakinum. Føroyar vunnu tvær bronsumedaljur í kappingini. Petur Sigurd á Túgvu úr Sunda Judofelag
Minnist fyrsta dagin tá eg kom umborð. Tá tey hoyrdu, at eg kom úr Føroyum, fall tosið alt fyri eitt inn á túrin, sum skuldi gerast til Føroyar. Neyvan er gingin nakar dagur, hetta seinasta hálvtannað árið, [...] at umbyggja skipið dróg so nógv út, vórðu tað mong, sum máttu fara heim og kundu tí ikki verða við á ferðini til Føroyar. Hetta var tað, sum tey flestu vóru ógvuliga kedd um, men vónandi bíðst høvið hjá [...] skiltu hetta, at Føroyingar skuldu verða so blíðir og fyrikomandi, men tað fingu tey so sjálvi at sanna undir hesi vitjanini í Føroyum. Trúgvi neyvan at skipið hevði verið komi so langt sum tað er, uttan
Bjørga at arbeiða á Flakavirkinum. Í 1976 fluttu tey á Argir, har tey høvdu bygt eini nýggj hús, og her búgva tey enn og trívast sera væl. Bjørga hevur arbeitt nógv ymist, eftir at hon flutti á Argir, m. a. [...] verið dagrøktarmamma, gongsgenta á Landssjúkrahúsinum, vaskifólk á barnagarinum á Argjum. Bjørga og Sommer hava bæði verið sera virkin og vælumtókt, har tey hava arbeitt. Nú tey eru farin frá vegna heilsu [...] Bjørga er dóttir Hervør og Jóhan Hentze, Uttastovubóndan í Trøðum á Sandi. Av tí at Hervør gjørdir sjúk og ikki var før fyri at passa tær báðar elstu døturnar eina tíð, vóru tær passaðar av hvør sínari
til persónliga trúgv á Jesus, og fekk hetta ein avgerandi týdning og ávirkan á framtíð teirra og okkara. Tey gjørdust íðin í arbeiðinum í missiónshúsinum í Sumba, og gekk pabba m.a. á odda fyri at seta kjallaran [...] hava verið arbeitt, tað hálva árið gjørdist til 5 ár. Afturkomin á klettarnar fekk Pabba starv á smoltstøðini hjá Marine Harwest á Hellunum, har hann starvast enn og er hetta eitt starv, sum pabba hevur [...] fáa berghol til Sumbiar. Hetta var serliga aftan á ræðandi hendingina, har skúlabussurin fullur av skúlabørnum, var tikin av vindi sumbiarmegin Hestin, á veg til Vágs skúla. Barnaárini hjá pabba
Tað er við sorg í barmi, at hesi orð verða fest á blað. Leygardagin 10. mars 2012 andaðist ein av okkara størstu kvinnuligu fyrimyndum, Leila Solmunde, bara 50 ára gomul. Tað var við sorg og skelki, at [...] at eg sunnumorgunin fekk boðini. Tað er so stutt síðan, vit báðar vóru á fundi saman í MBF-húsinum. Sum altíð vart tú greið, positiv og framskygd. Lítið visti eg, at hetta fór at verða okkara seinasti fundur [...] Vit hava mist ein íbirtara og framherja. Samfelagið er blivið fátækari. Eitt gott fólk í orðsins sanna týdningi hevur lagt árar inn. Mín samhugi fer til tykkum, ið eftir sita. Mínir tankar og hjartaliga
blaðmannin vísir Hjørdis á ein grundleggjandi sannleika og sigur: »Hetta tekur botnin undan øllum sjálvstýrishugsjónum«. Ja, hatta er støðan í fáum orðum, og vit eru mong, sum mugu sanna, at slíkur menniskj [...] tí, sum Hjørdis segði, teimum dámdi tað. Er nakar at finna í landi okkara, sum fólkið kann hava álit á?
undangongumaður á sínum øki í Føroyum, og systkin, børn og abbabørn, teirra millum lítli Axel, fáa eisini gott pláss á veggjunum. Ein blíð abbadóttir kemur inn í stovuna at bjóða karamellur. Á stovuborðinum [...] hann síðan givið okkum meistaraverk á føroyskum, týdd beinleiðis úr griksum, týskum, enskum, norskum, donskum og øðrum málum, sum bøkurnar upprunaliga eru skrivaðar á. ? Alt er týtt úr upprunamálinum, men [...] málið lærdi eg, tá eg las til prest, tí Nýggja testamenti er jú skrivað á grikskum, men tað vísti seg fyri mær at vera stórur munur á tí og so klassiskum grikskum. ? Shakespeare fór eg undir, tí tað dámdi
sum ikki finnast í dag. Orðið »mentan«, sum nú er á lofti annan hvønn dag, mundi hann sjáldan taka í sín munn. Men tað var mentan - í orðsins sanna týdningi - sum eyðkendi henda mann. Við tøkk fyri trúskap [...] miðlarnir fáa menniskjuna at hyggja alt meira burtur frá veruleikanum, og tað mannfall, sum heldur á - uttan at virða teldu ella tólmenni - kann tí onkuntíð koma einum dátt við. Fyrr í ár andaðist ein [...] eyðkent fyri ta føroysku bygdina, at - veri hetta hvørvisjón ella ikki - stórur munur tóktist at vera á húsum og ættum. Uttan at taka dagar millum nakran, so hevði hvør slekt sítt háttalag og sítt lyndi,