Edmund Joensen,løgtings- og fólkatingsmaður
-----------------
Hvat skuldi eitt samfelag gjørt uttan ein góðan eygleiðara, sum kann siga okkum, hvussu veruleikin sær út úr einum øðrvísi sjónarhorni?
Henda spurning setur man sær aftur og aftur, tá man hevur sæð tekningar hjá Óla P. í Sosialinum.
Hóast hann hevur nógv ár á baki sum teknari, ella kanska júst tí, er eygað framvegis líka gløgt og blýanturin líka beinrakin og spískur.
Óli P. hevur ein heilt serligan leiklut í okkara samfelagsorðaskifti, og henda leiklut hevur hann varðveitt í tey samfullu 22 árini, hann hevur teknað í Sosialinum.
Við áhaldandi at seta ljós á dagsins politisku og samfelagsligu hendingar er hann vorðin ein institutión í okkara føroysku verð. Neyvan fer man skeivur, um man sigur, at tann lítillátni og siðiligi teknarin hevur rættiliga stóra ávirkan í føroysku opiniónini.
Í veruleikanum kann teknarin úr Klaksvík síggjast sum ein týðandi partur av fjórða statsvaldinum, sum pressan nevnir seg sjálva. Einføldu tekningarnar bera boð um neyvar eygleiðingar og djúpar greiningar, ið ofta eru bæði beinraknari, betri og rættiliga nógv skemtiligari, enn fjølmiðlarnir megna at gera. Tí hava tekningarnar hjá Óla eisini ein ávísan týdning fyri demokratiið í Føroyum.
Tíverri er føroyskur politikkur – eins og í nógvum øðrum londum – merktur av politikaraleti, sjálvt um politikkurin hevur stóra ávirkan á dagligdagin hjá flestum samfelagsborgarum. Her er Óli P. ein hóskandi mótvekt, tí hann ger tað hugaligari og stuttligari at fylgja við í og arbeiða í politikki.
Sum avísteknari er Óli P. ein bjartur viti her heima, og lítil ivi man vera um, at hann hevði verið eitt kent og virt navn, óansæð hvar í heiminum, hann hevði búð og virkað.
Hóast komin nakað til árs, so vóni eg, at vit kunnu síggja og njóta tekningarnar hjá Óla P. í nógv ár frameftir. Tær fáa okkum at hugsa djúpri yvir tey ymsu politisku og samfelagsligu viðurskiftini, og vit kunnu ikki vera tær fyriuttan.
Tíverri hevði eg ikki møguleika at vera við hátíðardagin, tá mæti viðmerkjarin og skemtiteknarin hevði móttøku í Miðlahúsinum á sínum 75 ára føðingardegi. Harmiligt, tí tað er altíð hugaligt at skifta orð við hendan sanna meistaran á sínum fakøki.
Eina heilsan skal hann kortini fáa frá einum trúgvum lesara.
Tillukku við teimum 75 og blíðan byr, Óli.