Harrin síggja til tykkum, og styðja tykkum í tykkara stóra missi í hesi sváru tíð. Við hesum fátøku orðum lýsi eg frið yvir elskaða beiggja mín Dánjal. Hvíl í friði við Sálma 121. Systir tín Jonitha [...] fekk leygarnáttina 3. oktober, tá Súsanna systir mín ringdi og segði at Dánjal, okkara elskaði bróðir, var fluttur heim til Harran. Dánjal var fluttur heim í dýrdina og er ikki ímillum okkum meira. Alt steðgaði [...] hansara hjarta so nær. Hann gleddi seg til at mamma og pápi fóru at fylla 70 og 80 nærmasta dagin og hansara ynski var, at dagurin skuldi standa í hansara nýggju húsum. Men Harrin vildi tað ikki so. Nei
Faðirleggurin hjá Gutta er úr Innistovu. Pápi Gutta og pápi Kaj vuksu upp saman eitt stutt skifti í gomlu Innistovu. Hon varð brotin niður stutt eftir at Mortan var komin í Hvannasund og nýggj stór hús bygd oman [...] og er tað enn. Í móðurlegg er Gutti ættaður úr gomlu bóndahúsunum í Depli. Tey standa enn. Nú býr Tróndur Trondesen í teimum, hann er eftirkomari av einum seinni festara, sum giftist inn í Depli. Undir [...] ðinum vitjaðu Gutti og eg í húsinum í Depli. Hann segði ikki nógv hesa løtuna, meðan vit vóru inni. Nógv minnir komu fram í høvdinum, og eyguni vættust, nú hann stóð aftur í roykstovuni, har mamman leikaði
sjúkur av sukursjúku, doyði í 1988 og annar av synunum triðja barnið í røðini av fýra, doyði av sjúku í 1999 í bestu árum. Alma og maðurin fingu fýra børn í seks ár, harav tey trý í trý ár. Lærdi at seyma Men [...] hon eigur, hevur hon verið í Peking fyri nøkrum árum síðan, og seinasta vár var hon í Ísrael. Alma Petersen hevur eisini verið í Italiu og í londunum her uttan um okkum og nú í komandi mánaði fer hon til [...] brúka tær til. Í dag hevur hon átta ymiskar maskinur standandi í stóru og rúmligu húsunum á Stoksoyrarvegnum, har hon býr og hevur sítt virksemi. Sjálvbjargin kvinna Tá ið tú kemur innar í lutfalsliga lítla
Í gongini standa kuffertini pakkaði. Í tí, hon setur seg við borðið, avdúkar rithøvundurin Lisbeth Nebelong, at summarfuglarnir í búkinum leika í ríkiliga í beint nú. Ikki av at skula í flogfarið til [...] tvinga hann at umhugsa alla sína framtíð í einum heilt øðrum ljósi og møguliga í einum heilt øðrum landi. Tað eru tankar sum hesir, eg í løtuni royni at seta meg inn í, greiðir Lisbeth frá. Ein mannfólkaverð [...] Lisbeth Nebelong, sum júst hevur verið í Føroyum og savna tilfar, so hon kann leggja seinastu hond á sína aðru føroysku skaldsøgu. Gongst sum ætlað kemur bókin út í heyst. Í pápasa fótasporum ella? Bókin um
endurgivin í bókini hjá Edvardi í Svínoy. Pápi og Símun vóru vinmenn. Vit samskiftu nógv við føroyingarnar. Teir plagdu at sita við hetta borðið og roykja ball. Tá varð nógv prát og nógvur roykur her í stovuni [...] hendi tað henda dagin í fjør 1. desember kl. 5 seinnapartin. Eg var beint tá innkomin og hevði sett meg at eta døgurða í køkinum. Kona mín sat og seymaði frammanfyri vindeygað í stovuni, har tað er stak [...] skilja . Soleiðis greiddi Edvard í Svínoy frá ferðini hjá sær á Finnafjørðinum í 1938. Vit biðja farvæl í august 2005. Hetta hevur verið serliga áhugaverd vitjan so at siga í farnari tíð. Kona Fríðrik og harvið
veðrið var gott. Pápi mín var í sóknarstýrinum, sum tað tá æt, ella býráðnum, sum tað nú eitur, og var áhugaður í bygdini og menningini av samfelagnum. Foreldur míni høvdu sum fá innlit í samfelagið og [...] eftir, tá tú fert út við sunnara landinum. Tað eitur inn í Líðina, inn á Oyrarnar, inn í Tórmansá, inn í Langadalar, inn á Núp, inn í Tórshaga, inn í Ónavík, inn á Lopranseiði, inn til Loprara, inn á Leiti [...] Finnur Johansen Eg var barn í Vági í tríatiárunum. Foreldur míni vóru bæði lærarar har suðuri. Har vaks eg upp, gekk í skúla, og har stóð eg í læru, áðrenn eg fór burtur. Tá eg var barn gingu vit mangan
eg, hvar Hanne fór. Pápi Hanne, Johan í Billhúsi, var skipari við Morning Star, og pápi mín var motorpassari hjá honum, Johan hevði møtir umboð sunnudag og á einum møti tók pápi mín ímóti Jesusi sum sínum [...] Havnar í morgin at vitja hann. Fór so norður tíðliga morgunin eftir og beina leið út á Landssjúkrahúsið. Hitti har eina sjúkrasystir sum spurdi læknan, um tað var í lagi at eg fór inn. Tað var í lagi. Hanni [...] eg kom koyrandi millum Porkeri og Tvøroyri, ringdi telefonin hjá mær, tað var kona mín, sum segði at nú var vinur mín deyður. Tankarnir fóru beinanvegin til tað síðstu løtuna vit høvdu saman. Tað var um
19 ára gamla Erla situr í kamarinum hjá sær í kjallaranum heima hjá foreldrunum. Hon fæst við eitt hvørt á telduni. Tað er fríggjadagur, og hon hevur verið til hálvársroynd í skúlanum og er bara glað [...] hon plagar sum oftast at kunna fáa fatur á honum. Hann man arbeiða yvir í kvøld, uggar hon seg sjálva. Uppi í køkinum situr pápi Erlu, tá telefonin ringir. Tað er løgreglan, sum spyr, um Erla er inni. [...] aftur. Mánadagin aftan á jarðarferðina fór Erla aftur í skúla. Tá hevði hon verið heima í eina viku. Næstan øll í flokkinum høvdu verið til jarðarferðina, so hon hevði heilsað upp á flestu teirra. Tað
hann aftur í teimum ævigu bústøðum. Jesuspápi styrki og signi tykkum. Æra verið minnið um mín elskaða pápa. Dóttir tín Maria. Sangur sum Jón yrkti til abba sín og sum hann sang við børðuna í kirkjuni. Tá [...] aftur einaferð. Í himlinum, har alt er gott. Eg gráti nú; men í vón. Alla tíð er sorgin við mær tó, at gleðin fyllir mína sál. Sjálvt um deyðin kom, so livir tú. Tú ert komin fram á mál. Í himlinum, har [...] Tað vóru tung boð at fáa, at tú góði pápi ikki longur vart okkara millum, enn einaferð mugu vit sannað, at Guds vegir ikki altíð eru okkara vegir. Tá tú vart her í Randers til konfirmatiónina hjá Róa,
Hvíldarheimið var ein annar pápi við einum barnavogni, men hann slapp sær inn eftir lítla vegnum har, og slapp tí eisini snikkaleysur. Bilurin tók í grótgarðin sum er beint har, og fór í leysari luft nakrar [...] ætlaðu sær í viðalundina at geva dunnunum, og komu gangandi niðaneftir Gundadalsvegnum. Konan og 11 ára gamli sonurin steðgaðu við Statoil, og fóru inn at keypa okkurt smáting at hava við í viðalundina [...] drukkin, og í útvarpinum mánamorgunin segði løgreglan beinleiðis, at maðurin var skítfullur, so hann kann rokna við at spæla av við koyrikortið. Ótúliga heppin Skelkurin situr framvegis í foreldrunum,