Johan Christian Dam til minnis

Minningarorð


 
Nú ein dagin, eg kom koyrandi millum Porkeri og Tvøroyri, ringdi telefonin hjá mær, tað var kona mín,
sum segði at nú var vinur mín deyður. Tankarnir fóru beinanvegin til tað síðstu løtuna vit høvdu saman.
 
Tað var um jólini, eg frætti at Hanne var illa sjúkur. Eg segði við konuna at eg fari til Havnar í morgin at
vitja hann. Fór so norður tíðliga morgunin eftir og beina leið út á Landssjúkrahúsið. Hitti har eina
sjúkrasystir sum spurdi læknan, um tað var í lagi at eg fór inn. Tað var í lagi. Hanni var sera glaður um
at síggja meg, og vit tosaðu um mangt og hvat, líka frá vit dugdu at ganga.
 
Øll skúlaárini og eisini aftaná skúlaárini vóru vit altíð saman. Tá vit vóru 17 ára gamlir, vóru vit útfyri einari
syrgiligari hending, tað var tá ið torvbáturin gekk burtur. Vit gingu á keiuni, og bíðaðu til torvbáturin skuldi
koma aftur, tí Herman beiggi Hanne var við, men tíðin bleiv so long, at vit fóru út í Porkerisnes við báti at leita,
vit tonktu at teir kundu vera uppstøðgaðir, men lagnan var harðari enn so, teir komu ikki aftur á lívi.
 
Ja, Hanne og eg vóru bestu ungdómsvinir, men sum árini gingu og vit báðir fingu familju, bleiv tað longri ímillum
at vit hittust, men nú kann eg siga at tann besta samrøðan vit nakrantíð hava havt, var tann síðsta samrøðan vit høvdu útí
á Landssjúkrahúsinum, vit tosaðu um Jesus og vit bóðu saman, Hanne bað Jesus um fyrigeving fyri syndina
og takkaði honum fyri blóðið, sum rann á Golgata og fyri frelsuna. So kom læknin og segði at nú mátti
eg fara, men tá kundi eg fara glaður umborð á Smyril, tí tá visti eg, hvar Hanne fór.
 
Pápi Hanne, Johan í Billhúsi, var skipari við Morning Star, og pápi mín var motorpassari hjá honum, Johan
hevði møtir umboð sunnudag og á einum møti tók pápi mín ímóti Jesusi sum sínum persónliga
frelsara, júst sum Hanne gjørdi á Landssjúkrahúsinum.
 
Ja, saknurin er stórur hjá Ásu, børnum, abbabørnum og systkjum, men Harrin troysti og signi tykkum øll.
Friður verið við minninum um vinin Hanne.
 
Erling