og sjóvegis leggja til brots fyri at veita ein linna ella ein lætta. Alt hetta kundi verið úr aldar gamlari søgu, men er hetta so stutt síðani. Emma var góð við síni sóknarbørn og tey við hana. Ikki varð [...] Hon segði tygum og sjúklingurin segði Emma. Tá ið hon var farin út á trappusteinin, var alt gott, og bert góðar vónir vóru fyri framman. Hetta var ein partur av skaldskapinum, men hugsa tær, tá ið farast [...] Símun Abrahamsen vóru fylgisneytar hennara. Sagt var við Emmu, at hetta var kanska ovboðið at fara. ?Nei,? svaraði hon, ? tað var sjúklingin, tað galt.? Hon var gongufólk, og høvdu hesir garpar ilt við at fylgja
eitt eiti, tí at hon var spælirúmið hjá mær og tí minnist eg hana eins væl og roykstovuna hjá Massi, har eg kom hvønn dag og sá eldin lýsa og mangan fekk mær ein góðan drýl og ein turran seið. Har inni [...] minnist, at ein segði okkurt sum, at Tróndur í Gøtu livdi enn í Kirkjubø. Meira skildi eg ikki; men mær var dátt við, tá ið eg hoyrdi hetta. Mundi tað vera satt? Pápi hevði sagt mær, at Sigmundur var bæði deyður [...] Vetrardagar og annars, tá ið ófýsiligt var uttandura, høvdu vit sama spælið inni í roykstovuni, tí roykstova var í Sandagerði eins og køkur. Tað var ein gomul, føroysk roykstova, sum hon eigur at vera
av Tórsvølli kann skrúvast saman, og eg havi ikki dult fyri, at mær hevði dámt væl, um hetta varð gjørt, uttan at Fótbóltssambandið var beinleiðis uppií, sigur Torleif Sigurðsson, sum staðfestir, at so [...] uttan at hetta fyrst varð lagt fyri feløgini at taka støðu til. Heðin Mortensen, stigtakari til Tórsvøll, hevur fleiri ferðir sagt, at farið verður undir arbeiðið at gera Tórsvøll í ár. Men hetta tykist [...] Ivaleyst er tað gjørt fyri at finna út av, hvat skal gerast og sigast um hetta á aðalfundinum, men tað er ikki vorðið til meiri enn ein partur av ársfrágreiðingini. FSF vil hava meiri ítøkiligt at vita um
forrestin, so er talan um ein Chevrolet Bel Air ´57 Wagon. ? Eg keypti hann í Keypmannahavn, har hann hevur verið síðani 1971. Hann var bláur, men eg havi altíð ynskt mær at hava ein reyðan bil, sigur Johan [...] ? Í september 1997 arbeiddi eg í ein mánað hjá B&U hjá Sjónvarpi Føroya og skrivaði eitt manuskript til eina krimi-parodi. Tað er ein lítil filmur í seks pørtum um ein privatdetektiv í Havn, sum eitur [...] at búgva í Føroyum. ? Eg skal vera tann fyrsti at banka uppá, tá ein boripallur kemur at liggja á Kollafirði, sigur Johan, sum í 1996 var í Stavangar fyri at búgva seg út sum oljuborara (Rough Neck). Enn
rørslurnar sirklar. Nú var fullkomileikin fingin til vega, men kirkjuni dámdi einki, at jørðin ikki longur var kjarnin og vildi vera við, at hetta var ímóti Bíbliuni. Tycho Brahe (1546-1601) var eisini ímóti, men [...] »gav eina lyndismetan av mær, sum gjørdi meg ovfarnan: hann segði seg hava rakt við, at eg hóast mínar humanistisku rationalistisku og turrvitugu hugsjónir í míni innastu sál var ein stórromantikari, og styrki [...] seg altso um ellipsir. Kepler var trúgvandi maður og var einki fegin um hetta, hann hevði funnið fram til, tí hví skuldi Gud skapa ófullkomnar sirklar? Men á annan bógvin helt Kepler seg til síni óryggiligu
dansurin í Klaksvík heldur til, hevði ein góð loysn verið at flutt dansin oman í skýlið, tí á tann hátt høvdu norðoyingar fingið sína dansistovu aftur, sum júst var á sama stað, har ætlanir eru um byggjan [...] handilsmonnum, og tískil er tað ómøguligt at vísa nøkrum hugskoti aftur. Seinast NFÍ var uppií málinum um skýli var fyri góðum ári síðani, tá hevði NFÍ fund við KÍ og har góvu vit teimum fullan stuðul [...] hevur víst hugskotinum, sum nakrir handilsmenn eru komnir við um byggjan av skýli í Klaksvík, aftur. Ein má spyrja, hvar JWH fær hesar upplýsingar frá. NFÍ hevur ikki havt fundið við nakran um skýlið, og
er so góð, sum tað ber til, tá farið verður undir landskappingina. Sæð út frá fyrra sjónarmiðnum og við styrkini á liðunum í fjør í huga, so er tað nógv, sum bendir á, at lutakastið hjá B36 var gott, meðan [...] Tá feløgini saman við nevndini hjá FSF í november hugdu aftur á kappingarárið 1997 var breið semja millum fundarluttakararnar um, at kappingin um løgmanssteypið í framtíðini skuldi skipast øðrvísi, enn [...] vera, at bólkakappingin hevði verið ov lítið áhugaverd, tí munurin millum bestu og vánaligastu liðini var ov stórur. Tríggir bólkar Tá lutur leygardagin varð kastaður um, hvussu tað skal spælast í kappingini
sjónarmiði um Tórsvøll. Ikki talan um 2,5 milliónir Heðin Mortensen var á aðalfundinum, har hann hevur talurætt, tí hann er formaður í ÍSF. Hann var tann einasti av teimum meiri enn hálvt hundrað luttakarunum [...] í sambandi við Tórsvøll, sóu teir báðir eins upp á møguleikarnar hjá nýggja stadion í høvuðsstaðnum. Torleif Sigurðsson segði, at teirra metingar vóru, at tað var ikki ráðiligt at reka Tórsvøll við einari [...] Fótbóltssamband Føroya ætlaar sær einki at gera við Tórsvøllin í næstu framtíð. Hetta varð sligið fast við tíggju tumma seymi á aðalfundinum, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum leygarmorgunin. Í for
eydnaðist av fáa javnleik, men móti Týskalandi taptu vit 7-0, sum heild ein rímiliga góð ítróttarlig luttøka.« U-16 landsliðið fekk hetta skoðsmálið: »U-16 landsliðið luttók í trimum kappingum í 1997, á páskum [...] i til aðalfundin hjá FSF, sum var leygardagin, viðgjørdi ungdómslandsliðini. Um U-18 kvinnurnar segði hann, at tær luttóku fyri fyrstu ferð í einari EM undankapping: »Ein vinardystur varð leiktur í Føroyum [...] venjingarstøðið hjá leikarunum og uppfylging av hesum í sambandi við tvær tær seinnu kappingarnar«, var tað, sum formaðurin hevði at siga. Hóast FSF hevur gjørt av fyribils at steðga arbeiðnum við U-15
síðani fór føroyski landsliðsspælarin Julian Johnsson, sum í fjør var við til at spæla B36 til FM-heitið, til Noregs, har hann hevur gjørt ein trý ára sáttmála við Kongsvinger Idrettslag, sum spælir í bestu [...] nøgdur við fysikkin hjá mær og sigur eisini, at tað tekniska ikki er so galið, sum eg sjálvur vil gera tað til, sigur Julian. Hart arbeiði Lívið sum yrkisleikari er ikki bara ein dansur á rósum. Tað er [...] ikki nógv av ? ein vika í juni orsakað av HM-endaspælinum, og tríggjar vikur í november, men annars ikki fyrr enn á jólum. Vónsvikin av EM-lutakastinum Julian sigur annars, at hann var eitt sindur vónsvikin