NFÍ liggur ikki í buktini...

...

John William Joensen skrivar í Norðlýsinum nr. 3, at Norðoya Frítíðar og Ítróttarráð hevur víst hugskotinum, sum nakrir handilsmenn eru komnir við um byggjan av skýli í Klaksvík, aftur. Ein má spyrja, hvar JWH fær hesar upplýsingar frá. NFÍ hevur ikki havt fundið við nakran um skýlið, og NFÍ hevur einki hugskot sæð frá nøkrum handilsmonnum, og tískil er tað ómøguligt at vísa nøkrum hugskoti aftur. Seinast NFÍ var uppií málinum um skýli var fyri góðum ári síðani, tá hevði NFÍ fund við KÍ og har góvu vit teimum fullan stuðul, um KÍ ætlaði sær í gongd við skýlið. Tí tykist tað sera løgið, at JWJ nú skrivar, at Norðoya Frítíðar og Ítróttarráð liggur í buktini, og vil eg við hesum skrivinum vísa aftur, at NFÍ liggur í buktini. NFÍ hevur altíð verið fyri at byggja eitt nýtt skýli, og var tað eisini NFÍ, sum tók stig til byggjan av skýli, har felagshølir vóru til tey flestu feløgini í býnum, men tann ætlanin datt tíverri niðurfyri. Nógvar royndir hava verið gjørdar síðani, men tykist tað, sum at onki felag hættir sær undir byggingina, og tískil er einki skýli komið upp enn.

Mín persónliga meining um málið er, at ein nevnd verður sett at arbeiða við málinum, og skal uppgávan hjá nevndini vera tann, at fáa skýlið uppaftur skjótast gjørligt. Vitandi um at KÍ hevur ætlanir um at brúka hølini hjá Lognbrá, har dansurin í Klaksvík heldur til, hevði ein góð loysn verið at flutt dansin oman í skýlið, tí á tann hátt høvdu norðoyingar fingið sína dansistovu aftur, sum júst var á sama stað, har ætlanir eru um byggjan av nýggjum skýli. Møguleiki er eisini tá, at tey ítróttarfeløg og frítíðarfeløg, sum ikki hava húspláss, koma við í ætlanina, og høli verða gjørd til tey undir skýlinum. Á tann hátt verður økið enn meira eitt ítróttar- og mentunarøki, har næstan øll feløgini í býnum búleikast. Hetta átti at kunnað latið seg gjørt, men til tað krevst samarbeiði, og ivist eg onga løtu í, at feløg, Dansistovan, KÍ, Áhugafelagið hjá KÍ høvdu klárað at fingið skýlið uppaftur, tí tá hevði málið verið loyst hjá teimum øllum, bæði viðvíkjandi dansinum, skýlinum og hølisviðurskiftini hjá feløgunum og KÍ.


Símun á Høvdanum

formaður í NFÍ