fingið fótin í ein kant og er farin eftir høvdinum, tað bløðir av nasarygginum. Fólk eru komin til hjálpar, og har verður tosað um ábyrgd. Ein maður peikar upp á meg, og eg má verja meg, havi einki við kommununa [...] at fara á býráðið at kanna tað. Kanska havi eg havt ein part av ábyrgdini kortini. Har átti langt síðani at verið bøtt. Komi eitt sindur pøstur til hús, men ein skón av ljósi er eftir á luftini enn. Kann [...] er tann minsti spurningurin. Pengarnir hava lítið at siga í øllum hesum. Um tað verður ein hálv milliard ella ein heil, hvønn mun ger tað? Afturgjaldingin av høvuðsskuldini verður bara stytt ella longd
Tað var ein dyggur smeitur fyri Havsbrún og allar fuglfirðingar, tá ið landsstýrið fyri tveimum árum síðani tók loyvið frá ídnaðarskipunum at fiska undir Føroyum. Men leiðslan á Havsbrún ætlar ikki at [...] at lata landsstýrið sleppa so. Tí nú verður síðsta hond løgd á eitt endurgjaldskrav, sum Havsbrún ein av døgunum fer at leggja ímóti landsstýrinum fyri tann vinning, virkið hevur mist av tí at ídnaðarskipini [...] javnbjóðis við ídnaðarskipini, sigur Bergur Poulsen. Hava mist 30.000 tons Hann sigur, at tað var ein vanlukka fyri Havsbrún og fyri fuglfirðingar sum heild, at ídnaðarskipini ikki sleppa at fiska undir
flokkar ella flestallir flokkar hava luttikið í.. Skal ein slík lóggáva hava møguleika fyri at vinna frama, so má hon verða eitt úrslit av tí, sum ein meiriluti á tingi vil. Hvussu ofta hevur ikki Tjóðve [...] sjálvræði. Eg havi sagt tað so mangan fyrr, og eg kann endurtaka tað aftur her, at bestu garantar fyri, at avgjørt einki hendir á sjálvstýrisleið, eru Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin. Ein loysing av [...] upp fyri møguleikanum, at eitt drúgvt fyrireikingararbeiði kann byrja, sum síðan kann føra til, at ein politisk semja verður funnin, sum hevur poltiskar møguleikar fyri at verða samtykt. Og tað má sigast
við ábyrgd. Tit hava vónandi lært, at frælsi hjá tí einstaka ikki er nakar sjálvsagdur rættur, men ein skylda, sum mennist í frælsi, og fánar í fjøtrum. Spanski heimspekingurin, Fernando Savater, hevur [...] at standa ímóti?« Hann lýsir hetta við einum glógvandi dømi, sum hann hevur loftað úr útvarpinum: »Ein kona greiðir breggjandi frá, at hon er spælinarkomanur. Ja, hon er so púra burturi í spæli, at hon [...] ja, hon var fús at gera hvat tað skuldi vera, bara hon slapp at spæla. Og hon endaði samrøðuna, sum ein kundi væntað, við forargað at siga: »Hasar ræðuligu maskinurnar áttu at verið avsagdar«. Útvarpsmaðurin
men seinastu 18 mánaðirnar hava ikki færri enn 165 íslendsk skip fingið hesa útgerð ísetta. ? Eg havi sjálvur siglt sum maskinmeistari við íslendskum skipi, sum hevur hesa útgerð. Luftin í maskinrúminum [...] tílíka skipan ísetta, og sjálvur viðgongur Eyðbjørn, at hann er sera bilsin av góða úrslitinum. ? Ein annar trupulleiki er, at oljudampur ofta kemur upp úr maskinrúminum og upp í verksmiðjuna, men við [...] sum er einar 1800 hk og á tveir ljósmotorar. Um skipanin bara verður sett á høvuðsmotorin, er hetta ein íløga upp á einar 45.000 krónur. ? So tað er skjótt at spara henda pening innaftur, sigur Eyðbjørn
verður tað ikki meiri enn ein lappaloysn. Tað verður undir ongum umstøðum ein endalig loysn at leingja flogvøllin í Vágum 200 metrar. Býráðsformaðurin í Havn sigur, at ein framtíðarflogvøllur í Føroyum [...] verður tikin til málið um at byggja flogvøllin í Vágum út. Ein ítøkilig ætlan er um at leingja flogvøllin í Vágum 200 metrar, uppí 1.450 metrar. Og ein onnur ætlan er gjørd um at seta ³glíðibanaanlegg3 upp [...] breiður og hann hevur ein trygdargeira uppá 150 metrar hvørjumegin við. Og tað gevur heilt aðrar møguleikar fyri flogferðslu, enn vøllurin í Vágum gevur. Leivur Hansen sigur, at ein vøllur, sum lýkur hesar
eru einasti fasti lærisetningur hansara. Vakurleikahugtakið er relativt eins og tíðin. Vakurleikin í Salku Valku (1931-1932) er ein annar enn í Brekkubýlissøgu (Brekkukotsannáll, 1957), har "Eitt tár mótvegis [...] lut í sjálvstýrisstríðinum hjá sínum fólki. Hann setti orð á íslendskan veruleika og gjørdi hann til ein part av alheiminum í søgu og samtíð. Tað var minni enn so altíð væl toknað, tað hann segði íslendingum [...] menniskjansligur og ógloymandi gjøgnum kærleika sín til stjúkdóttrina Ástu Sóllilju, lívsblómu sína. Eins og Arnas Arnæus var Halldór Laxness heimsmaðurin, ferða- maðurin, kosmopolitturin, men samstundis
steðginum var 14-10 til tær undirtippaðu. Ivaleyst hava kyndlakvinnur eisini undirmett VB, tí tað er ein sannroynd, at tær gingu sera lætt um spælið, og hóast tekinini vóru um, at tað ikki fór at ganga, sum [...] hálva tíman, tí eingin dystur verður avgjørdur í fyrra hálvleiki, nyttar tað ikki nógv, tá einki broytist í seinna hálvleiki. Og tað gjørdi tað ikki í dystinum leygardagin. Í fleiri førum varð Kyndlaverjan
Danske Bank sigur, at teir hava reint mjøl í posanum? - Tað er bert ein pástandur, sum tú kanst rokna við at ein bankastjóri sigur. - Ein og hvør, sum er skuldsettur fyri at vera sekur, sigur seg at vera [...] stjórnin visti, at bankin hevði brúk fyri meira peningi, men segði einki um tað fyri Landsstýrinum. - Eg havi skilt, at talan er bert um tann partin av avtalunum, sum er um partabrævaumbýtið, ið nú verður nú [...] áðrenn firningarfreistin er av. - Spurningurin er, um tað ber til at siga allar avtalurnar upp, tá ein partur er gjørdur undir skeivum fortreytum, sigur Marita Petersen. - Ert tú samd við løgfrøðiliga
er ikki at undrast á. UEFA hevði gjørt uppskot til skrá, eftir at teir høvdu givið hvørjum landinum ein bókstav. Skotland hevði sum hægst styrkismetta landið fingið bókstavin A, og Estland hevði sum lægst [...] at fylgja væl við og fanga teir møguleikar, sum stinga seg upp, tá teir stóru tingast. Sum eg áður havi sagt, so eru vit væl nøgdir, men samstundis má eg undirstrika, at tað var serliga gagnligt fyri okkum