Tað var ein dyggur smeitur fyri Havsbrún og allar fuglfirðingar, tá ið landsstýrið fyri tveimum árum síðani tók loyvið frá ídnaðarskipunum at fiska undir Føroyum.
Men leiðslan á Havsbrún ætlar ikki at lata landsstýrið sleppa so.
Tí nú verður síðsta hond løgd á eitt endurgjaldskrav, sum Havsbrún ein av døgunum fer at leggja ímóti landsstýrinum fyri tann vinning, virkið hevur mist av tí at ídnaðarskipini mistu veiðiloyvið undir Føroyum.
? Vit fara at krevja endurgjald fyri hvørt árið, ídnaðarskipini ikki sleppa at fiska undir Føroyum, sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún.
? Fyribils verður sostatt talan um endurgjald fyri tvey ár.
Bergur Poulsen sigur, at tað er ikki nágreiniliga roknað út, hvussu stórt endurgjaldið verður.
Men hann metir, at tað fer at liggja onkustaðni ímillum fimm og 10 milliónir um árið.
Somu sømdir sum skipini
Bergur Poulsen sigur, at táið Landsstýrið hevur góðtikið, at ídnaðarskipini skulu fáa endurgjald fyri at tey mistu veiðiloyvi, mugu virkini á landi, eisini fáa tað.
?Skipini hava bygt sítt tilverugrundarlag á ídnaðarfiskin. Tað sama hava vit.
Men hava politikarar ikki loyvi at skipa fiskivinnuna undir Føroyum, sum teir vilja?
?Jú, tað hava teir. Teir hava eisini loyvi at jarðleggja alt Føroya land. Tað verður ongin koyrdur í geglið fyri tað. Tað er ongin, sum mótmælir teirra rætti at stýra.
? Men teir hava sjálvir góðtikið, at teir eru noyddir at betala endurgjald táið teir taka grundarlagið undan eini vinnugrein, í hesum føri til ídnaðarskipunum.
?Okkara støða er ikki petti øðrvísi enn tann hjá ídnaðarskipunum. Ídnaðarfiskurin undir Føroyum er eisini grundarlagið undir okkara virksemi, sigur stjórin á havsbrún
? Vit høvdu aldri funnið uppá at bygt virki, høvdu vit ikki ídnaðarfiskin undir Føroyum at dúva uppá, leggur hann afturat.
? Tí eigur Landsstýrið eisini at veita okkum endurgjald, javnbjóðis við ídnaðarskipini, sigur Bergur Poulsen.
Hava mist 30.000 tons
Hann sigur, at tað var ein vanlukka fyri Havsbrún og fyri fuglfirðingar sum heild, at ídnaðarskipini ikki sleppa at fiska undir Føroyum longur.
? Hetta hevur kostað okkum 30.000 tons av rávøru um árið. Og tað í bestu tíð, táið rávørutrotið er størst og prísurin á hvítingsbróðuri tí í topp. Tvs, í tíðini frá august til mars.
Hvítingsbróðurin hevur verið brúktur til fóður.
Men stórar ætlanir vóru frammi um at gera aðrar vørur burturúr honum eisini.
?Royndirnar í tí sambandinum vóru komnar væl á veg. Men nú er alt farið í vaskið, sigur stjórin á Havsbrún.
? Tí eru vit komin í eina sera óhepna støðu, leggur hann afturat.
? Vit hava ikki sæð fiskabein í eitt hálvt ár nú, so støðan er ógvuliga trupul.
Bergur Poulsen sigur, at tað arbeiða eini 60 fólk á Havsbrún og virkið hevur tí ómetaligan týdning fyri lokalsamfelagið.
?Fuglafjørður stendur og fellur við Havsbrún.
? Tí tað mesta av tí virksemi, sum er í Fuglafjørði, er avleidd av virkseminum hjá Havsbrún, m.a. av teimum skipum, sum hava verið í Fuglafjørði.
?Ídnaðarfiskurin undir Føroyum hevði verið við til at tryggja hesum fólkum støðugt arbeiði.
Enn hava tey hampiliga støðugt arbeiði á Havsbrún.
? Men tað er bara tí, at Havsbrún eisini hevur eina fóðurdeild.
? Somuleiðis er sum mest av viðlíkahaldið lagt til um heystið.
? Men hvussu leingi vit klára at halda skútuna flótandi uppá henda mátan er ein stórur spurningur.
Bergur Poulsen sigur, at umframt arbeiðsplássini, sum nú eru á Havsbrún, eru eini tíggju, nýggj arbeiðspláss farin fyri skeyti av tí, at tær nýggju royndirnar, vit vóru í holt við, eru farnar fyri skeytið.
? Og harumframt hava fuglfirðingar mist eini 10 arbeiðspláss í vinnum, sum høvdu verið avleiddar av hesum.
? Og so eru tað sjálvandi tey 30 - 40 arbeiðsplássini umborð á ídnaðarskipunum, sum eisini eru mist.
Beint Ímóti øllum tilráðingum
Bergur Poulsen sigur, at landsstýrið tók veiðiloyvini frá ídnaðarskipunum beint ímóti øllum tilráðingum.
? Tað er ongin lívfrøðilig, vinnulig ella fíggjarlig grundgeving fyri at banna ídnaðarveiði undir Føroyum.
? Tað vil siga, at hetta er tann beri politikkur. Og tað má fáa avleiðingar.
Hann sigur, at fiskifrøðingar hava beinleiðis mælt til at fiska eini 30.000 tons av ídnaðarfiski undir Føroyum.
Men er tað ikki rætt at tað er so nógvur hýsumurtur uppií, at ídnaðarfiskiskapurin er skaðiligur fyri annan fiskiskap.
? Fyri tað fyrsta fer ídnaðarfiskiskapurin fram á einum sera avmarkaðum øki. Tað er sum eitt lítið frímerki afturímóti øllum Føroyagrunninum.
? Og harafturat er ein rist uppfunnin sum ger hjáveiðina av hýsumurti nógv minni, enn annars.
Men tað verður jú sagt, at ristin ger ongan mun, at hon er tað bera ?bluff?
? Hatta er nakað sum verður sagt, uttan at prógv eru fyri tí. Hinvegin hava fólk frá Fiskirannsóknarstovuni verið við skipum, tá i ristin er roynd. ? Og eg haldi, at eg velji at trúgva teimum, heldur enn tí, sum verður tikið úr leysari luft.
Men Bergur Poulsen sigur eisini, at náttúran er so háttað, at tað slepst ongantíð undan eini ávísari hjáveiði.
? Men í hesum føri er talan um hýsumurt. Og tað yvirlivir kortini bara ein brotpartur av tí, sum verður gýtt. Náttúran er so vísiliga innrættað, at hon ?framleiðir? í yvirmát av yngli. ? Tí hevur hjáveiðan lítlan og onga ávirkan á hýsustovnin.
? Men vit eiga eisini at gera virðini upp.
? Vøran, vit gera burturúr ídnaðarfiskinum, er einar 70 milliónir verd um árið.
? Og fóðuri verður til laks, sum eisini verður útflutt fyri stórt virði.
? Virðið av hýsu, vit møguliga missa av ídnaðarfiskiskapinum, kemur ikki nær og námind upp á tað virðið, ídnaðarfiskurin gevur okkum.
Nú verður sagt, at hýsan er rættiliga við at koma fyri seg aftur og at orsøkin er, at ídnaðarskipini vórðu beind burtur fyri tveimum árum síðani?
? Hatta er tikið úr leysari luft. Tað er neyvan nakar samanhangur tað, at ídnaðarveiðan helt uppat og tað, at meiri hýsa er at fáa nú.
Ikki mist allar vónir
Eftir, hvat skilst á Bergi Poulsen hava tey ikki mist allar vónir um at fáa løgtingið at geva ídnaðarbátunum veiðiloyvi undir Føroyum aftur.
? Eg havi tíverri ongar vónir um, at tey, sum nú manna løgtingið, hava rygg til at taka vinnlívsmál í álvara.
? Tey eru meiri upptikin av bankakanningum, inniluftini á Kambsdali og yvirtøkuni av kirkjuni og øðrum slíkum málum, sum neyvan koma at hava nakran sum helst týdning fyri kappingarførið hjá vinunni
? Men nú er eisini valár. ? Og í valári verður bara hugsa um valagn. Nú verður ikki hugsa um sakligan politikk. Nú verður bara hugsað um, tað sum kann geva nakrar atkvøður.
? Men táið valið hevur verið, vóni eg, at vit hava fingið fólk á ting, sum hava rygg til at føra skilagóðan vinnulívspolitikk - sum tískil fara at taka ídnaðarfiskiskapin undir Føroyum uppaftur.
? Tá fara onkrir uttan iva at mótmæla, og siga, at nú kunnu ídnaðarskipini so ikki sleppa aftur undir Føroyar, tí tey hava fingið endurgjald.
? Men við teir fari eg at siga, at tað endurgjald, skipini hava fingið er ikki meir enn eitt rímiligt endurgjald fyri tað, tey hava mist higartil. sigur bergur Poulsen.
? Okkara náttúra er so kørg, at tað er skilaloysi út um alt mark, ikki at gagnnýta hana til fulnar, so leingi tað er á burðardyggum grundarlag, leggur hann afturat.