ófatiligt er, at løgtingsmenn ikki sláa nevan í borðið, tí tað kann ikki vera rætt, at loftmiðlarnir nærum skulu kappast um, hvør er snildari at kroysta pengar úr fólki. Og er tað ikki at ganga jólahátíðini [...] Stuttligt er at spæla, og í sjálvum sær var spælið »óskyldugt«, tí tað koyrdi á sín vanliga máta, og eingin áleypandi lýsingarferð og nýggj spøl tóktist neyðug. MEN peningatilfeingið er avmarkað, og tá ráð ikki [...] mansins sigur, at Gekkurin hevur ikki árin á annað spæl ? bingospøl hjá áhugafeløgunum ella V4 ? og tí var eingin grund at tala at. GAV frágreiðingin eina rætta mynd og hvør metti? Tað er eitt, men meira
kyn - og ikki eftir dygd. Bara tað, at so stór mótstøða er ímóti javnstøðulógini man vera besta prógvið fyri, at ein slík lóg er neyðug - eisini her hjá okkum. Víst er tað so, at politikararnir verða »kroystir« [...] javnstøðulóg, og tað hevur borið so góða frukt, at lógin ikki er neyðug longur, og verður tí tosað um at taka hana av. Í Noreg var tað eisini Javnaðarflokkurin, sum legði til brots við kynskvotering, og hóast [...] kvinnur«, sum hon vil. Eftir stendur, at fyri at styrkja demokratiið, so er tað av týdningi at allir bólkar í samfelagnum eru við til at taka avgerðir, bæði kvinnur og menn - og ung sum gomul.
. MEN neyðugt er við eini miðvísari ætlan, og neyðugt er, at politisku flokkarnir virka saman. Tað er heilt givið, at menningarætlan fyri útjaðaran kemur at kosta, tí neyðugt er ikki bara við vinnuligum [...] um. EITT er at leggja almennar stovnar út. Eitt annað er at stovna ein nýggjan menningargrunn, sum bara lænir til útjaðaran. Eitt triða er at skipa so fyri, at útjaðarin fær somu farma- og flutningsprísir [...] Tvøroyri fegnast um, at Javnaðarflokkurin er sinnaður at gera nakað við trupulleikarnar hjá útjaðaranum, sum varð meinast raktur í kjalarvørrinum frá búskaparkreppuni. TAÐ er ikki nýtt, at Javnaðarflokkurin
taktikkur! Kann tað hugsast, at teirra taktikkur er at halda føroyingar til pínubonkin til tað seinasta og tá ?tíðin? er úti at sláa hart til. Hvat tað so skuldi verið stendur opið. Kann tað hugsast, at teir halda [...] halda tað fer at verða lættari at hava við føroyingar at gera eftir eitt komandi val, tá tann treiski Edmund kanska ikki er løgmaður longur! Kann tað hugsast, at bretar fara at seta fót fyri eini føroyskari [...] sigast, at vit eisini eru komin eitt stig nærri oljuni. Tí tað er eingin ivi um, at vit fara at fáa nyttu av royndunum hjá bretum hinumegin markið. Hetta fær okkum eisini at minna bretar á, at tað hevur
Birthe Weiss, ein klókur og humanur sosialdemokratur. Men tá so flóttafólka og innflytaraspurningurin kom upp og øll sóu, at hann fór at avgera valið, skifti Nyrup Weiss út og setti Torkild Simonsen í [...] til høgransaringnina er tann, at flóttafólkaspurningurin gjørdist ein aðalspurningur í valstríðnum. Tað eydnaðist fólkaflokkinumn at píska upp eina øsing móti fremmandum og innflytarum. Tann víðagitna danska [...] verður at reka ein politikk, ið kann fáa tey fráfallnu aftur til flokkin. Hetta gerst við at reka ein reglurættan og heilhjartaðan sosialdemokratiskan politikk. Hetta saman við tí sera skilagóða og úrslitaríka
eisini sínar arbeiðsætlanir at ganga eftir. Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at lóggávan fór at verða samtykt í 1997 ella fyrst í 98 - og at eitt útbjóðingarumfar, sum er tað, ið oljufeløgini spent bíða [...] eftir, skuldi verða lýst leyst í fyrru helvt av 98. TÁ málið hevur fingið 1. viðgerð fer tað so í nevnd, har tað skal viðgerast í smálutum í ein mánað. Tað er at vóna, at bæði 1. viðgerð og komandi nevn [...] orðaskifti, tó at hetta ikki hevur verið nógv. EINGIN ivi er um, at oljulóggávan fer at hava stóran týdning fyri framtíðina hjá hesum landi og tess fólki. Sum so verður hon karmurin kring tað arbeiði og virksemi
hava nógv at geva hvør øðrum og vit hava nógv at læra hvør av øðrum. Okkara lutur sum smátjóðir, ið vilja verja mál, mentan og sereyðkenni fyri ikki at tosa um náttúruna og umhvørvi annars, er at hittast [...] formaður, og vit síggja fram til, at hann fer at halda fram við tí politikki, sum undanmaður hansara, Lars Emil Johansen rak mótvegis grannalondum sínum. Tað er altíð hugaligt og forvitnisligt at fáa vitjan [...] hava at takka grønlendingum fyri, tá tað snýr seg um at troyta teirra fiskigrunnar. SÍÐANI virksemið í Føroyingahavnini datt niðurfyri og einki útlit var fyri at menna hetta av nýggjum hevur tað kanska
løgmann er: fer tú at fyritaka tær nakað, soleiðis at henda ruta ikki dettur heilt niðurfyri. Ella hóvar tær tað fínt, at tað syndarliga syndrið, sum er eftir av hesi rutu, eisini syndrast? OG loksins - [...] henni, at løgmaður ynskir hvørki at útbyggja flogvøllin í Vágum og eiheldur at gera nakran undirsjóvartunnil!!! SÍÐANI er tað Skotlandssiglingin. Eisini hesa ?arvaði? løgmaður eftir S.P.í.G. Tað vísir seg [...] Hvussu við Skotlandssiglingini og hvussu vit tippingini fyri bert at taka nøkur av málunum fram. TAÐ er einki dulsmál, at løgmaður ikki er lættur hjá føroysku pressuni at fáa hendur á. Sjálvandi er ein
sinnað at liva upp til setning sín undan valinum um , at Bretland ynskir at virða sínar grannar - skulu hesir somu grannar virða Bretland. NÚ er at vóna, at bretar vísa sín góða vilja og ikki knúska og traðka [...] annað at gera enn at fara inn í eina politiska samráðing sum samtíðis er seinasti útvegurin áðrenn ein fer til dómstólin. TAÐ verður áhugavert at síggja, hvat nýggja bretska arbeiðarastjórnin hevur at siga [...] áttu teir at brúkt hetta høvið til at fingið góð viðurskifti við Føroyar við tí fyri eygað at bæði londini so avgjørt hava nógv at samvinna um bæði í sambandi við olju og aðra vinnu. Fyri ikki at tosa um
aftur er broyttur fullkomiliga og aftur hevur fingið gamla innihaldið: at føroyingar hava alla skyldina sjálvir, at talan er um oysl og yvirforbrúk og at orsøkin til at støðan er so fræg sum hon er í Føroyum [...] ni at koyra aftur. Vit mugu so seta okkara álit til, at hesin maðurin ikki er enn ein trojanskur hestur hjá donskum politikarum, embætismonnum og bankafólki. Tað er so eisini ein sannroynd, at tað, sum [...] eisini, at endar bankamálið sum tað kundi sæð út í løtuni - við at Nyrup og hansara fólk - sleppa snikkaleys burtur úr øllum - og føroyingar ikki fáa eina uppreisn bæði moralskt, politiskt og peningaliga