hevur verið konsentrerað í teimum týdningarmestu løtunum. Nógvar løtur hava kanska heldur ikki verið so góðar, men hóast vit hava tapt onkrar býttar dystir, so hava vit klárað at verið har, tá tað stóð [...] – Kenslan er líka góð hvørja ferð, og kanska er tað serliga gott hesa ferð, tí vit vinna tað á síðsta degi. Hetta er øgiliga stórt fyri meg, segði gamli málrevurin, Andrew av Fløtum, sum leygardagin vann [...] royna at hjálpa HB víðari eisini, um eg kann vera við til tað. Felagið vil altíð vinna, og eg vil gjarna vera við, so leingi sum eg klári tað. Spurdur, hvør fremsta orsøkin er til, at HB er best av øllum
Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum ymsastaðni kring landið í góðveðrinum í nátt. Tað hava eisini verið fleiri stór tiltøk í nátt, á Toftum var bátastevna, í Vági var dansibandsfestivalur og í [...] løgreglan sigur, at sum heild hevur tað verið rættiliga friðarligt. Tveir mans komu til ilnar á einum skeinkistaðið í Havn og har varð annar sligin so meint, at løgreglan viðger tað sum harðskap. Teir báðir menninir [...] verða so avhoyrd nú. Tá ið slík tiltøk eru, er rúsdrekka altíð uppi í, og løgreglan mátti ásanna, at tað eru ikki øll, sum duga sær hógv. Í hesum sambandi vórðu heili seks fólk tikin fyri rúsdrekkakoyring
Í dag er tað, at allar koronu-avmarkingarnar fara úr gildið, og tað merkir, at samstundis gevast tey í sjúkrahúsverkinum við teimum skipaðu koronu-kanningunum. Tað merkir, at nú gevast tey í sjúkrahúsverkinum [...] Tvøroyri, hava kanningarstøðir eisini verið á Sandi, Vestmanna, Vágum, Oyrabakka og Nólsoy. Støkk-upp kanningar hava verið í Runavík, og koronukanningar vóru á útoyggj, um tað mundið koronusmittan tók seg upp [...] í dag er sostatt seinasti dagur, fólk kunnu biðja um tíð til koronukanning hjá sjúkrahúsverkinum. Tað eru sløk tvey ár síðani, at fyrsta koronukanningin varð gjørd í Sjúkrahúsverkinum. Hendan fyrsta kanningin
góð milliard og tað eru 0,3 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Inntøkurnar hjá kommununum hava verið stívliga 1, 2 milliardir higartil í ár og tað eru 0,2 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði [...] hava verið støðugt hækkaðar hesi seinastu árini, sær nú út til, at stígur er komin í. Hesar fyrstu sjey mánaðirnar frá í januar til í juli í ár, hava inntøkurnar av skatti hjá landskassanum verið ein góð [...] i í fjør. Ein uppgerð hjá Taks vísir eisini, at av teimum 29 kommunum kring landið, eru tað heilar 19 kommunur, sum hava fingið minni í kassan av kommunuskatti higartil í ár enn tey fingu í sama tíðarskeiði
Ndende hevur verið skaðadarvaður. Tað er ivasamt, um hann er førur fyri at vera við frá byrjan. -Spælið hevur verið á góðari leið seinastu ferðirnar, og vit vóna og rokna eisini við, at tað skal fara at [...] at eydnast at vinna úrtøku, sigur TB miðvallarin John Villi Wøldike Leo. Hjá víkingunum var tað vónbrot, at tað hósdagin á Toftum ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku. Umframt langtíðarskaddu Finn Justinussen [...] ábyrgdarmanni. Nýggi venjarin Lars Heiliger úr Týsklandi lendi í Føroyum í gjár. Hann hevur sostatt ikki verið so nógv saman við spælarunum, nú teir fyrireika seg til avbjóðingina í Sarpugerði seinnapartin. Karl
Hliðarenda var meistaraliðið Valur. Úrslitið var 1-1. Tað høvdu teir í Keflavík ivaleyst verið nøgdir við frammanundan, men tað er ikki undarligt, um teir iðra seg, nú dysturin er lokin. Keflavík legði seg [...] Fyrsti dysturin í 12. umfari í íslendsku landskappingini hevur verið seinnapartin í dag. Símun Samuelsen og liðfelagar hansara í Keflavík hava verið í Reykjavík, har mótstøðuliðið á Vodafone vøllinum á Hliðarenda [...] seg á odda í 23. minutti, og leiðsluna hildu teir, inntil tað restaðu ellivu minuttir. Tá ið tað restaðu níggju minuttir varð ein av spælarunum hjá Vali vístur av vølli. Í yvirtíðini brast bólturin í stólpan
Liðið er ov gott til tað. Vit kunnu nógv meira, enn stigatalvan vísir eisini. Vit hava havt leikarar uttanfyri, sum nú koma aftur. Og eg eri vísur í, at tað fer at gera mun. Tað hevur verið torført hjá mær [...] hava í øllum førum ikki verið við tykkum, og nú taptu tit eina ferð enn? - Seinni hálvleikurin í gjár var dømi um, hvat vit kunnu. Vit høvdu tamarhald á tí, og høvdu vit verið meira neyvir, høvdu vit fingið [...] burtur úr dystinum. Tað var uppiborið, at teir vóru á odda við tveimum í steðginum, men eftir hvíldina vóru vit omaná. Tvey verjumistøk var orsøkin til, at teir vunnu sær leiðsluna, og tað var torført at koma
svartkjaftaleiðini var so mikið sjaskut, at tað í tað mesta av einari viku ikki bar til at fiska. Síðani mikudagin hevur veðrið verið so mikið gott, at tað hevur borið til at fiska. Fyrsta skipið, sum [...] í eina viku hevur svartkjaftur verið at fingið síðani mikudagin. Fyrstur at landa í hesum umfarinum verður Finnur Fríði, sum verður á Fuglafirði í morgin Tað hevur verið rættuliga friðarligt á Havsbrún [...] last, sum er umleið 2500 tons. Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu hava roynt norðari enn hini skipini. Tað líður væl hjá Tróndi at fáa uppí. Hini skipini hava roynt einar tvey hundrað fjórðingar sunnari. Har
aftur til nógv gamalt. Tú sært tað í kvæðum, og tónleiki, fólk byggja í gamlan stíl, og innrætta neyst. Tað burdi verið pláss fyri føroyska bátinum. Alt annað vildi verið løgið. ##med2## Les longri samrøðu [...] Føroyar hava eina serliga skyldu at tryggja føroyska bátinum, og bátasmiðinum livilíkindir. Tað hevur verið trekt at seta tiltøk í verk, men nakað av arbeiði er gjørt. Á fíggjarlógini hesaferð verða pengar [...] Stenberg heldur, at føroyski báturin hóskar væl inní eitt rák sum er í tíðini. Fólk leita aftur til tað gamla. - Tað er so løgið við handverkunum, summi koma uppí tíðina. Hetta síggja vit vit binding, brodering
árið verið hjálparvenjari í KÍ, og áðrenn tað var hann høvuðsvenjari í B68 og NSÍ. Hann hevur áður verið hjálparvenjari hjá Skála. Les eisini: Tí gevst Eliesar [...] Tað verður Skálamaðurin Pauli Poulsen, sum nú skal venja Effoliðið hjá Skála. Eliesar Olsen, sum hevur havt ábyrgdina av liðnum seinastu árini, fór í gjár úr starvinum. Pauli Poulsen hevur seinasta árið