Skipini fáa aftur svartkjaft

Eftir illveður í eina viku hevur svartkjaftur verið at fingið síðani mikudagin. Fyrstur at landa í hesum umfarinum verður Finnur Fríði, sum verður á Fuglafirði í morgin Tað hevur verið rættuliga friðarligt á Havsbrún í Fuglafirði í hesi vikuni. Á svartkjaftaleiðini var so mikið sjaskut, at tað í tað mesta av einari viku ikki bar til at fiska.

Síðani mikudagin hevur veðrið verið so mikið gott, at tað hevur borið til at fiska.

Fyrsta skipið, sum í hesum umfarinum er á veg til Fuglafirðar, er Finnur Fríði. Hann verður inni í morgin við fullari last, sum er umleið 2500 tons. Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu hava roynt norðari enn hini skipini. Tað líður væl hjá Tróndi at fáa uppí.

Hini skipini hava roynt einar tvey hundrað fjórðingar sunnari. Har eru rættuliga nógv skip, eitt nú íslendsk, norsk og úr ES.

Í morgun hevði Christian í Grótinum fingið 1800 tons. Harvið restaði ógvuliga lítið í, at teir høvdu fingið uppí.

Fagraberg hevði 2400 tons í morgun. Teimum restaði eini 6-700 tons í at fáa uppí.