Í 2021 kom føroyskt bátasmíð á UNESCO-listan umboðandi siðaarv hjá mannaættini. Hetta merkir, at Føroyar hava eina serliga skyldu at tryggja føroyska bátinum, og bátasmiðinum livilíkindir. Tað hevur verið trekt at seta tiltøk í verk, men nakað av arbeiði er gjørt. Á fíggjarlógini hesaferð verða pengar fyri fyrstuferð játtaðir til UNESCO arbeiði.
Sirið Stenberg heldur, at føroyski báturin hóskar væl inní eitt rák sum er í tíðini. Fólk leita aftur til tað gamla.
- Tað er so løgið við handverkunum, summi koma uppí tíðina. Hetta síggja vit vit binding, brodering, og alt við ull. Hetta var næstan burtur í nøkur ár, men nú duga øll aftur. Við rákinum, sum er í løtuni við burðardygd, og at fólk søkja aðrar upplivingar, so skuldi man trúð, at føroyski báturin hevði endurreisn nú, tí fólk søkja aftur til nógv gamalt. Tú sært tað í kvæðum, og tónleiki, fólk byggja í gamlan stíl, og innrætta neyst. Tað burdi verið pláss fyri føroyska bátinum. Alt annað vildi verið løgið.
##med2##
Les longri samrøðu við Sirið Stenberg í Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið