Keflavík eitt stig ímóti meistarunum

Fyrsti dysturin í 12. umfari í íslendsku landskappingini hevur verið seinnapartin í dag. Símun Samuelsen og liðfelagar hansara í Keflavík hava verið í Reykjavík, har mótstøðuliðið á Vodafone vøllinum á Hliðarenda var meistaraliðið Valur.

Úrslitið var 1-1. Tað høvdu teir í Keflavík ivaleyst verið nøgdir við frammanundan, men tað er ikki undarligt, um teir iðra seg, nú dysturin er lokin. Keflavík legði seg á odda í 23. minutti, og leiðsluna hildu teir, inntil tað restaðu ellivu minuttir. Tá ið tað restaðu níggju minuttir varð ein av spælarunum hjá Vali vístur av vølli.

Í yvirtíðini brast bólturin í stólpan aftanfyri málverjan hjá Vali, eftir at ein úr Keflavík hevði roynt seg við langskoti. Í síðstu sekundunum mettu teir á heimaliðnum, at dómarin átti at havt bríkslað fyri brotssparki til teirra, men tað var dómarin ikki samdur við teimum í.

Símun Samuelsen var alla tíðina í vinstru síðu á miðvøllinum hjá Keflavík, og hann hevði onkra góða skotroynd ímóti málinum hjá Vali.

Keflavík er oddalið við 26 stigum, og Valur er á fjórða plássi við 20 stigum.