kórlistin ransakandi fer um allan heim í ymiskum búnum og vísir seg við duldari megi við at temja kenslur, vit og skil í sannari list. Og list var tað, sum Jón og fylgisneytar hansara bóru fram hesa kvøldarløtu [...] konu Jóns Steffánssonar. Kirkjan er rúmlig og ljóðhvøll. Her var høgt til lofta og vítt til veggja. Ljóðið lyfti seg upp undir bitarnar, slerdi upp í tróðrið og fylti kirkjurúmið við vælskúlaðum íslendskum [...] seks og var klokkan føst í sjey, tá ið síðsta lagið varð sungið. Flestu løgini á skránni vóru kirkjutónleikur frá nýggjari tíð og sigast má, at oyrað hevur vant seg við hetta slag av tónleiki, og er blivið
vit um jólatræið, og børnini fingu sínar gávur, og so fóru vit tíðliga í song. Hannefía minnist ikki, um tey ótu nakað serstakt jólaaftan, men tey fingu gávur og sungu jólasálmar. Og jóladag fingu tey [...] yvirflóð av øllum, og jólini vara í fleiri mánaðir. Tá gleddi man seg til jólaaftan, tí tástani komu jólini. Og tað var nakað heilt serligt, minnist Poul Sørensen. Hann er føddur í Havn og hevur búð her alt [...] hava jólatræ, men tá kríggið kom, og sambandið við umheimin steðgaði upp, bar ikki til at fáa hendur á jólatrøum. – Man vandi seg skjótt við, at nú var tað kríggj, og so var tað bara soleiðis. Vit hugsaðu
fátæksligt ljós var um hav, land og alt livandi. Føroyski sjómaðurin hevur við stríð og strev baksast á norðurhøvum og sett lív og heilsu í vága fyri at lívbjarga sær og sínum . Ikki minst er teimum fyri [...] í Ansastovu, og har lógu teir og bíðaðu eftir eigaranum. Ymiskir vóru pakkarnir, sum lógu undir trænum. Bleytir pakkar, harðir, smáir og stórir pakkar. Handilsmenninir í bygdini, Eivind og Petur Klein, [...] kendu sálirnar millum Reyðurð og Garðamørk og vistu hvat teimum tørvaði. Millum hesar pakkar lógu pakkarnir úr Hammerfest, og tann eini var eitt sindur langleittur, flatur og skarpur. Á honum stóð til Frits
deknin og sveiggjaðu við beinunum. Tær vóru so glaðar og skemtaðu sína millum. Stovuheini hevði at teimum og bað tær sita stillar og ikki órógva lesturin. Tær so gjørdu og sótu og hildu hendur saman oman [...] morgin, lukka, og tá mást tú vera eitt sindur blíðari og ikki liggja á knæ her og súrmúla. Jesus í Gethsema hugdi við sínum havdjúpu eygum upp á Oluffu eina skamma stund og var stummur eins og Vælfararsteinur [...] Hon sat har eins og allir oyndfirðingarnir ? helt saman hendur, blundaði og sat undir orðinum. Stóraskegg við sínum hvíta jólaskeggi og sínum stóru hondum sat sum ein gamal patriarkur og tók alt til sín
hválvinum og uppi undir tróðrinum, fóru upp á loftið og goymdu seg undir væðingini, har teir gomlu dreingirnir sótu. Okkergula sjalið, ljósið og tað svarta, var ein góður palettur, sum Rembrandt og Eckersberg [...] eftir viku og ár um ár. Rekatræið var komið langvegis frá í froðandi brotum sendandi inn eftir Djúpunum millum Kall og Nasa og hevði lagt seg til hvíldar í eini afturundirgerð norðuri í Reyðurð og tikin heim [...] fram við Novaja Semlja og farin um Hvítahavið, fram við skergarðinum í Noregi og var endað sum sker í sjónum í Djúpunum og hevði nú í ár so mong ligið til terra í Guttaneystinum og var vorðið eitt gott
hjá kommununi, og tí verður kommunan rikin ábyrgdarfult og við tí fyri eyga at tæna borgarunum fyrst og fremst. Valda og gjalda Nú kommunurnar yvirtaka øki frá landinum at umsita, er sjálvandi tann [...] miskunnsamur samariubúgvi og at reka popputan andstøðupolitikk við at lova í eyst og vest, men vit, ið manna meirilutan í Tórshavnar býráð, kenna okkara skyldur mótvegis borgarunum og skattapeninginum hjá [...] innkravdan skatt og tað, brúk er fyri. Tá tað er sagt, so skal Jan Christiansen fáa rætt í, at Tórshavnar kommuna er sera væl fyri fíggjarliga. Men fyri tað, so ætla vit ikki at sita hendur í favn og steðga menningini
tremmusong. Í henni liggur hálvt ára gamla Dora og spælir við eina leiku. Mamman, 26 ára gamla Jacobina, borðreiðir við te og køku. Hálvt annað ára gamli Ernst gongur og melur á gólvinum. Hann veit ikki rættiliga [...] av leikuni, upp og sessast við borðið. Tað er avbera hugnaligt inni í jólapyntaða heiminum á Bums-hamri, og Dora hevur úr at gera við at eygleiða perurnar í vindeyganum. Við fimm børnum og átta vaksnum er [...] at jólagávurnar eru nógvar í heiminum hjá Jacobinu og Niels Paula. Og teirra børn eru ikki øðrvísi enn øll onnur. Tey gleða seg avbera nógv til jóla og eru sera forvitin eftir at vita, hvat fjalir seg handan
dag, at børn og ungdomur ikki dámar og ikki tímir tað og tað.?Meginreglan er fyrst og fremst ikki, hvat einum dámar og tímir, men hvat, ið er neyðugt og rætt. Tó, tað er nógvur ungdómur og børn, sum hava [...] ungdómin og børnini við skynsemi, miðvíst og við kærleika tann neyðuga og rætta vegin..??Triðja meginreglan, at venja?Hvussu skapa foreldur, ommur og abbar, lærarar og onnur, sum vara av ungdómi og børnum [...] læra, leiða og venja ungdómin og børnini tað, sum neyðugt og rætt er t.d. vera foreldrunum lýðin, virða og elska tey, virða tey eldru, virða land og tess lógir, biðja fyri øllum myndugleikunum og virða teir
jólaaftan. Tó ætla Rannvá og familjan at gera sum vit, og pakka upp jólaaftan. Plast og ongan greyt Vanligt er at hava jólatræ, men tey eru úr plasti. Veruligu jólatrøini eru ov dýr og heldur ikki vøkur, tá [...] desember og stendur allan desember, sigur Rannvá. Jóladøgurðin er kalkun. Men rísgreyt fær Rannvá ikki á jólum, tí hóast vanligt rís er at fáa, so er vónleyst at fáa hendur á greytrísi. Jólakort og ljósperur [...] er at gera nógv burturúr jólakortum. Øll geva hvør øðrum jólakort og hesi verða nýtt at heingja á jólatræið, sum jólaprýði. Og eins og vit so ofta síggja tað í amerikanskum filmum, so hava ljósperur stóran
knettir og rippaði húkar. Sum 34 ára gamal kom Johannes til persónliga trúgv, og hevur hann verið virkin í Frelsunarherinum, bæði í Havn og í Helsingør. Har hava hann og Elin víst stórt trúfesti, og var Jóhannes [...] systkjum, fimm systrar og tríggir brøður. Foreldrini vóru Maria, f. Olsen, úr Sørvági, og Jákup Poulsen av Eiði. Frá smádreingi av hevði Jóhannes hug til sjógvin og til fiskiskap, og fór hann tí ungur til [...] Jákup Martin og Gunnar. Alexandra doyði í 1942. Sonurin Jóhan býr á Norðasta Horni í Havn, Jákup Martin sigldi úti og búsettist seinni í Danmark, og Gunnar búsettist í Vági. Jákup Martin og Gunnar eru báðir