Inni í køkinum stendur ein tremmusong. Í henni liggur hálvt ára gamla Dora og spælir við eina leiku. Mamman, 26 ára gamla Jacobina, borðreiðir við te og køku. Hálvt annað ára gamli Ernst gongur og melur á gólvinum. Hann veit ikki rættiliga, hvat hann skal, nú ókunnugt fólk er komið á gátt. Men hann fær so eisini ein temunn. Jacobina tekur Doru, sum er vorðin troytt av leikuni, upp og sessast við borðið. Tað er avbera hugnaligt inni í jólapyntaða heiminum á Bums-hamri, og Dora hevur úr at gera við at eygleiða perurnar í vindeyganum.
Við fimm børnum og átta vaksnum er óneyðugt at siga, at jólagávurnar eru nógvar í heiminum hjá Jacobinu og Niels Paula. Og teirra børn eru ikki øðrvísi enn øll onnur. Tey gleða seg avbera nógv til jóla og eru sera forvitin eftir at vita, hvat fjalir seg handan øll tey ymisku vøkru gávupappírini.
- Jólagávurnar mugu krógvast sera væl, sigur Jacobina og flennir. Børnini eru ávíkavist átta, fýra, trý, hálvtannað og hálvt ára gomul. So tað kann henda so skjótt, at tað eydnast hjá onkrum av teimum at fáa hendur á einum pakka, um hann ikki er krógvaður.
Jacobina greiðir frá, at sjálvan jólaaftan plaga tey at lata allar pakkarnar liggja í bilinum til aftan á døgurðan, so børnini fáa eitt sindur av mati niðurum, tí tað er vónleyst hjá smábørnum at eta, meðan allir pakkarnir liggja undir trænum og síggja so freistandi út.
Báðar ommurnar, báðir abbarnir og systkin hjá Niels Paula og Jacobinu plaga at halda jól hjá teimum, so tá øll sessast við borðið jólaaftan eru tey heili trettan í tali. Tá tey so eru liðug at eta, so plagar tann eini abbin at fara ein lítlan biltúr, og síðani kemur hann aftur við øllum gávunum.
Nógv er at takast við jólaaftan, tá so nógv fólk skulu samlast, men Jacobina sigur, at tey plaga at gera matin lidnan í góðari tíð, soleiðis at tað eru góðar stundir til at lata børnini í. Síðani hugna tey sær við børnunum, til tað er tíð at fara at eta. Men tað eru nógvir munnar, sum skulu mettast, so klokkan er ofta vorðin nógv, áðrenn Jacobina sjálv etur jólaaftan. Men tað hevur hon onki ímóti.
- Tað er so stutt tíð, at tey eru so lítil, so tað ræður um at njóta tey so longi, heldur hon fyri og leggur samstundis afturat, at tað eru sjey onnur vaksin inni hjá teimum jólaaftan, so tað eru nóg mikið av føvningum ella knøum, um tað gerst neyðugt.
Stákast til jóla
- Vit gleða okkum altíð til jóla, og vit royna altíð at gera okkurt serligt við børnunum, greiðir Jacobina frá.
Millum annað plaga tey øll at fara ein túr til Havnar at hyggja eftir jólabýnum í SMS, og hóast eitt barn er komið afturat, síðani jólini í fjør, so er ætlanin at fara ein túr aftur í ár.
- Tað er ein túrur, sum er vorðin ein fastur táttur hjá okkum, og børnunum dámar so væl at fara, at vit hava gjørt av at tað skal endurtakast í ár. Men tað er ein krevjandi túrur, sigur Jacobina og smílist.
Familjan hevur eisini eini summarhús á Syðradali á Kalsoynni. Og tey plaga at fara yvir ein dag at pynta.
- Tað gera vit fyri tað fyrsta fyri børnini. Tey elska at pynta til jóla. Og so eru ikki so nógv hús á Syðradali, so tá vit hava eitt hús har, so kunna vit tað sama pynta eitt sindur til jóla og lata tað verða ljós í húsinum yvir høgtíðina. So sær tað eisini jólaligt út í bygdini.
Umframt hesi bæði, so plagar familjan eisini at fara at taka ímóti jólaskipinum, sum kemur til Klaksvíkar á hvørjum ári stutt frammanundan jólunum.
- Vit gera eisini jólapynt hvørt ár. Vit klippa nissur og stjørnur, so seta vit navn á tað, sum tey hava gjørt, so at tá pyntið verður tikið fram aftur árið eftir, so vita vit, hvør hevur gjørt hvat. Tað dámar teimum eisini so væl, greiðir Jacobina frá.
Tá prátið fellur inn á jólakeyp, fær hon eitt skeivt smíl uppá. Hon sigur, at tað hevði ikki borið til hjá henni at farið til handils við øllum fimm í senn.
- Eg hevði helst komið í neyð við øllum fimm ? serliga tá vit høvdu komið til kassan, og øll høvdu viljað havt bomm.
Allan jólamánaðin á tamb er altíð okkurt at fara til við børnum, men tey royna at avmarka teirra luttøku, tí tað kann ikki lata seg gera at fara til øll tiltøk við fimm smábørnum.
Hóast børnini eru mong, so stúrir Jacobina ongantíð fyri jólunum.
- Vit gleða okkum helst líka nógv sum børnini, sigur hon.
Jacobina heldur, at jólini eru sera dýr. Nógvar gávur skulu keypast. Umframt teirra egnu børn, so hava tey eisini eini tíggju gudbørn at keypa til. Men tey royna sum frægast at finna gávurnar.
- Tað týdningarmiklasta fyri okkum er, at tá jólini eru farin aftur um bak, at børnini og vit sjálvi hava havt eini góð og hugnalig jól, har hugnin hevur verið í hásæti. So hava tað verið eini góð jól, sigur Jacobina.
Dora, sum hevur sitið og lurtað allatíðina, meðan prátið hevur gingið fyri seg, byrjar at gera vart við, at nú er nóg mikið. Hon er við at verða lin, og Jacobina fer at gera eina fløsku tilreiðar. Nú er tíð hjá lítlu at fara at fáa sær ein seinnapartsblund. Vit takka fyri prátið, ynskja gleðilig jól, og meðan lítla Dora hugnar sær við fløskuni í fanginum á mammu síni, fara vit út aftur í køldu vetrarluftina.