mundi starvaðist í Landshandlinum. Tey bæði giftust tann 28. august í 1943, og í øllum førum í B36 munnu nógv kennast við hetta brúdleypið. Mortan var ein av stovnarunum av árstalsfelagnum í Havn, og fyrsta [...] eru búsitandi í Havn. Mortan, sum fyri nógv mundi vera ein býarmynd í Havn, doyði í 1994. Frá tí at hon var gift, hevði Vina aloftast úr at gera við at halda heimið í Hørnabø, men miðskeiðis í seksti-árunum [...] sær heim í Hornabø. Sanna kom á ungum árum saman við Tórálvi Poulsen (doyði í 1981) í Nólsoy, sum búi í somu lonini í Nólsoy, og tí gekk hennara leið ikki til Havnar á sama hátt sum hjá systrini. Tey bæði
landsliðsmálið so meistarliga í Beograd, í tveimum dystum síðani tá hevur verið noyddur at finna seg í at sita á beinkinum í Molde. Johan B. Hansen er onkra ferðina á beinkinum hjá OB í superliguni, men fyri tað [...] men tær eru í báðum førum ein stór avbjóðing. Í mars mánað vórðu dystirnir á útivølli ímóti hesum báðum londunum spældir. Ferðin var stak væl eydnað. Føroyar vunnu 2?0 í Luksemborg, og tapið í Moskva var [...] havt verður í huga, at hetta var frammanundan, at sjøtul var settur á landskappingina í Føroyum, so kann ikki sigast annað, enn at úrtøkan var góð. Setningurin hesa ferð er at endurtaka úrslitið í Luksemborg
lógaruppskot aftaná, at vit fyrst á fundi í landsstýrinum fingu greiða ábending um, at ongar privatiseringar fóru at verða gjørdar, uttan so at starvsfólki var við í arbeiðinum at gera uppskot til slíkar [...] skuldi vera við í arbeiðinum við at gera uppskot til møguligar broytingar á postflutningsøkinum, og at vit skuldu vera við frá byrjan, soleiðis at »arkið skuldi vera blankt«, tá vit komu við í hetta arbeiði [...] starvsrættindini hjá teimum starvsfólkum, sum í dag starvast innan Postverk Føroya, og sum fullkomuliga verða slept upp á fjall um lógaruppskot tykkara verður samtykt í løgtinginum. Hetta er ein so grov háðan
aftaná valið, slapp hann ikki upp í part í Tinganesi. Kortini tykist Jenis av Rana at hava ein leiklut í tí, sum nú fer fram. Teir hóvligu í Tinganesi Teir hóvligu í Tinganesi vilja tað sama sum vit, [...] fullveldi hevur ført til, at rákið í føroyskum politikki er farið heilt av leið. Hann hevur í seinastuni dagliga verið fyri álopum á gøtuni og er niðurringdur í telefonini har fólk spyrja, hvat hann billar sær [...] óhugnalig er støðan, tá vit annars í tinginum fyri fyrstu ferð í semju kunnu tosa um at broyta hesi viðurskifti. Tað er søguligt, at allir flokkar í tinginum vilja broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum
fingu fimm børn - Abraham føddur í 1926, Manni føddur í 1928, Kjartan føddur í 1930, Elin fødd í 1931 og Andrea, sum var fødd í 1934. Eftir á lívi eru Kjartan og Elin, sum býr í Havnini. Tá ið Kjartan varð [...] har teir í inngraving á plátu takka honum fyri, at hann í myndum hevur syrgt fyri, at søgan um seyðahaldið í bygdini er so væl varðveitt. Inntil fyri stuttum hevur Kjartan búð í barnaheiminum í Andrasstovu [...] við øðrum í bygdini. Eina tíð helt trolvirkið til í kjallaranum í Karmel, har 75 ára føðingardagurin varð hildin. Kjartan var eitt skifti málari á Eiði, og so fekst hann við at seta sildagørn. Í 1953-54
David Matras, sum fer at lesa lestur í kirkjuni á Kirkju. Men veðrið kann vera lumpið í Føroyum, so um tað ikki viðrar at fara til Fugloyar, verður í staðin farið í kirkju í Kollafirði, har eisini deknaguðstænasta [...] Nú Margretha drotning vitjar í Føroyum í samband við 1.000 ára haldið hjá kirkjuni, fer hon eftir ætlan í kirkju á Kirkju útií Fugloy. Kirkjufólk halda tað sjálvandi vera spennandi við eini drotningavitjan [...] altíð. Men ongar stórvegis fyrireikingar soleiðis eru gjørdar í bygdini í hesum sambandi, sigur Laura Lydersen á Kirkju, sum Sosialurin tosaði við í gjár. Hon sigur, at fráboðanin um drotningavitjanina kom
arbeiða fyri í ár og tað røkkur so stutt, at Landsverk ætlaði ikki at taka arbeiðið upp fyrr enn einaferð í heyst, tí so rukku pengarnar árið út. Og so var ætlanin at halda fram beint eftir nýggjár og arbeiða [...] ætlað. Ætlanin var at taka arbeiðið upp aftur í heyst, men verður uppskotið hjá landsstýrinum samtykt, verður arbeiðið tikið upp aftur stutt eftir páskir. Í fjør hevði Landsverk 21 milliónir at bora fyri [...] milliónirnar í fjør, fingu teir bora 700 metrar, so fyri játtanina í ár verða einir 600 metrar boraðir. Higartil eru 680 metrar boraðir og tilsamans er tunnilin 2,2 kilometrar langur, so tá ið árið í ár er farið
ung, sum ganga í skúla hvat, sum rørir seg í fiski- og alivinnuni á sjógvi og á landi. Økingin tvífaldast Norski granskingarstovnurin SINTEF hevur í eini kanning fyrr í ár, víst á, at í 2030 verða inntøkurnar [...] starvsfólk í einum landi sum í stóran mun livir av fiski- og alivinnuna koma at skilja vinnuna og hvørji viðurskifti gera seg galdandi í henni. Í fjórða flokki Verkætlanin byrjar við børnum í fjórða flokki [...] fiskileiðina inn í eitt kort sum hongur í skúlastovuni og hinar upplýsingarnar brúka børnini at rokna út hvat báturin fær burturúr túrinum ol. Í sætta flokki eru børnini í 2 vikur og arbeiða úti í fiski- og
an í Føroyum hækkar. 2011 hevur ikki bert verið kostár, men eisini oyggjaleikaár. Í summar høvdu vit enn eitt talsterkt lið av ítróttarfólkum, sum luttóku á leikunum á bretsku oynni Isle of Wight í Ermasundi [...] og vit gjørdu í 1989, ið var fyrsta og higartil einasta ferðin, vit hava havt leikirnar. Tá hugsað verður um, at vit vóru tann mest vinnandi tjóðin á leikunum í Álandi í 2009, og aftur í ár stóðu okkum [...] svimjing og ítrótti sum heild, eru olympisku leikirnir í London í 2012. Tíverri er tað ikki enn eydnast okkum at útvega ÍSF og Føroyum sjálvstøðugan limaskap í altjóða olympisku nevndini, og tí er ikki møguleiki
ábyrgdina av, at umhvørvisviðurskiftini í kommununi eru í lagi. Í løtuni eru hesi viðurskifti ikki í lagi, tá hugsað verður um virksemið í Tórshavnar havn, eitt nú í sambandi við ljóðdálking frá skipum, sum [...] eitt nú í sambandi við at staðseta ábyrgd og áseta reglur og mannagongdir fyri ávíst slag av virksemi. Í Tórshavnar kommunu eru tað serliga havnaløgini í Kollafirði, á Oyrareingjum, á Sundi og í Tórshavn [...] Hetta er tað, sum hugt hevur verið eftir í sambandi við umhvørvisgóðkenning av skipasmiðjuni MEST, og soleiðis kundi eisini verið hugt í sambandi við, at virksemið í Tórshavnar Havn verður umhvørvisgóðkent