Virksemið á økjunum hjá Tórshavnar Havn er í stóran mun av vinnuligum slag, og eigur tí at verða umhvørvisgóðkent. Ein umhvørvisgóðkenning ásetir neyvari mannagongdir og reglur fyri virkseminum, so tað í mest møguligan mun slepst undan larmi og øðrum umhvørvisskaðiligum árini frá tí alsamt vaksandi virkseminum.
Ein framkomin kommuna kann ikki bara standa hendur í favn og hyggja at, meðan borgarar og umhvørvi plágast av larmi og dálking frá virkseminum í teimum kommunalu havnunum.
Kommunan eigur tí at fáa virksemið hjá Tórshavnar Havn umhvørvisgóðkent. Hetta hevði verið í samsvari við yvirskipaði hugsjónina um ta grønu kommununa, sum allir politiskir flokkar reypa sær so nógv av.
Ein umhvørvisgóðkenning er eitt hent amboð hjá myndugleikum, virkjum og einstaklingum, eitt nú í sambandi við at staðseta ábyrgd og áseta reglur og mannagongdir fyri ávíst slag av virksemi.
Í Tórshavnar kommunu eru tað serliga havnaløgini í Kollafirði, á Oyrareingjum, á Sundi og í Tórshavn, at fólk búgva nærindis og verða órógvað í størri og minni mun av virkseminum.
Felagið Heimafriður, sum skjótt hevur tvey ár á baki, hevur gjørt sítt til at varpa ljós á larm og dálking frá nógvu havnaløgunum í landinum. Tá Heimafriður hevði eitt árs stovningardag, 10. desember 2019, valdu tey at heiðra skipasmiðjuna MEST fyri teirra arbeiði at avmarka og minka umhvørvisligu árinini frá teirra virksemi, eitt nú í sambandi við larm frá skipum.
Í grundgevingini fyri at heiðra MEST fyri hetta arbeiði sigur Heimafriður m.a.:
“Síðani Heimafriður var stovnað er ein broyting farin fram. Serliga er tað skipasmiðan MEST, sum hevur framt broytingar. Seinastu tíðina eru nærum øll skip, sum eru komin á skipasmiðjuna á Vestaru Bryggju í Tórshavn løgd til landstreym. MEST hevur sjálvt tikið stig til hesa broyting.”
Men tað er ikki av tilvild, at MEST verður heiðrað fyri mátan, tey handfara trupulleikan við óljóði frá virkseminum. Í 2012 søkti MEST Umhvørvisstovuna um at fáa umhvørvisgóðkenning, og 12. desember 2013 fekk MEST góðkenningina frá US.
Í góðkenningini verður m.a. upplýst, at Umhvørvisstovan hevur serliga lagt dent á,
· at virkið skal fyribyrgja og avmarka dálking av luft, havi og jørð
· at umhvørvisdálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið
· at óljóð og útlát av dusti verður avmarkað mest møguligt
· at innaneftirlit, umhvørvisstýrisskipan og skrásetingar samsvara viðurkendum skipanum
· at umhvørvisliga besta tøknin í størst møguligan mun verður nýtt
· at vandin fyri óhappum, sum kunnu hava dálking við sær skal minkast mest møguligt
· at virkið áhaldandi arbeiðir við at skifta evni, sum kunnu vera dálkandi, út við meira umhvørvisvinarlig evni
Hetta er tað, sum hugt hevur verið eftir í sambandi við umhvørvisgóðkenning av skipasmiðjuni MEST, og soleiðis kundi eisini verið hugt í sambandi við, at virksemið í Tórshavnar Havn verður umhvørvisgóðkent. Tá tað ber til at umhvørvisgóðkenna MEST, eins væl og annað virksemi í Føroyum, sum hevur við havnaløg og skip at gera, eigur tað eisini at bera til at umhvørvisgóðkenna virksemið, sum hevur við bátar og skip í Tórshavnar Havn at gera.
Kommunan hevur ábyrgdina av Tórshavnar havn, og kommunan hevur eisini ábyrgdina av, at umhvørvisviðurskiftini í kommununi eru í lagi. Í løtuni eru hesi viðurskifti ikki í lagi, tá hugsað verður um virksemið í Tórshavnar havn, eitt nú í sambandi við ljóðdálking frá skipum, sum liggja við kai og hava motorin gangandi allan sólarringin.
John Dalsgarð,
valevni fyri Tjóðveldi til kommunuvalið