Ongar fyrireikingar

Á Kirkju gera stey einki serligt burturúr, at tey fáa drotningavitjan annan hvítusunnudag. Tað hava tey ikki havt tíð til, tí fráboðanin um vitjanina kom so seint

Nú Margretha drotning vitjar í Føroyum í samband við 1.000 ára haldið hjá kirkjuni, fer hon eftir ætlan í kirkju á Kirkju útií Fugloy.

Kirkjufólk halda tað sjálvandi vera spennandi við eini drotningavitjan. Tað er tað altíð.

Men ongar stórvegis fyrireikingar soleiðis eru gjørdar í bygdini í hesum sambandi, sigur Laura Lydersen á Kirkju, sum Sosialurin tosaði við í gjár.

Hon sigur, at fráboðanin um drotningavitjanina kom so mikið seint, at tey hava ikki havt stundir at gera nakað stórvegis burturúr.

Eitt sindur av kommunalum arbeiði hevur verið á Kirkju. Kaðalarbeiði og tílíkt, sum kravdi, at grivið var í vegnum. Hetta er slættað aftur, mest fyri at eingin skal detta oman soleiðis.

Men annars gongur lívið sína heilt vanligu gongd úti í Fugloy.

Tey vænta, at tað verður væl av fólki í oynni um hvítusunnuna. Men tað er tað á hvørjum ári, so heldur ikki tað er nakað, sum er ávirkað av drotningavitjan.

Laura Lydersen heldur tó, at stuttligari hevði verið, um tey fingu fráboðan í góðari tíð, so tey kundu fyrireika seg og víst drotningini og fylgi hennara runt í oynni. Tí har er vakurt og nógv at síggja, sigur hon. Men nú verður tað bara ein heilt stutt vitjan, har drotningin kemur við tyrlu, fær ein kaffimunn og fer í kirkju. Síðan verður farið avstað aftur beinanveg.

Hóast tað er í yvirflóð av útlendskum biskupum og øðrum »gejstligum« í landinum júst hesar dagarnar, verður tað ein vanlig bygdarguðstænasta við deknalestri, sum drotningin fer til annan hvítusunnudag. Tað verður fyrrverandi lærarin, Hans David Matras, sum fer at lesa lestur í kirkjuni á Kirkju.

Men veðrið kann vera lumpið í Føroyum, so um tað ikki viðrar at fara til Fugloyar, verður í staðin farið í kirkju í Kollafirði, har eisini deknaguðstænasta er hendan dagin.

Um so verður, verður tað Niclas Joensen, deknur, sum fer at lesa fyri drotningini.a tingini at fella saman.

Løgmaður vil tó meta, at danir áttu at prioriterað hetta fram um nógv annað. Men hann er so ikki harri yvir, hvussu arbeiðskallendarin hjá donskum ráðharrum sær út.l brot á stýrisskipanarlógina fáa tær neyðugu avleiðingarnar, sum fyriskrivað er. Tað kunna vit væl saktans ikki verða ósamdir um. Men hetta málið hevur jú verið og vent í landsstýrismálanevndini, og tá ið teir ikki hava hildið hetta málið verið brot á galdandi lógir, so kunna tingmenn, í útgangspunktinum, ikki fyrihalda seg øðrvísi enn teir hava gjørt, nevniliga at góðtaka tað sum nevndin varð fullsamd um, vælsaktans og vónandi, eftir at hon hevði kannað málið til botns. Soleiðis er hin politiska skipanin nú einaferð. At tú so seinri hevur bílagt eitt svarð frá einum ella øðrum donskum gummijuristi, tað er so eitt annað mál, og tað hevur ivaleyst eisini givið kassa 1 á Fiskimannafelagnum nakrar økonomiskar skavankir. Men hvat tað skal brúkast til, tað veit eg líka so lítið sum nakar annar, og mín støða til málið kann ongan áhuga hava, tá ið eg bara eri ein av 45.000 vanligum føroyingum, sum ikki finni meg í, at verða pilkaður út úr rúgvuni, av Óla Jacobsen, fyri at svara uppá eitthvørt, tá ið hesi undarligu herðindini royta hann upp í eitt slag av politiskari ekstasu. Kanska hevði tað verið vert at roynt eina rættarsak í hesum máli, Fiskimannafelagið vs. Føroya Landsstýri. Men hondina á hjartað, Óli, hetta málið hjá Signari líkist ikki hesari kastibløkuni hjá tær, tá ið løgtingsgrannskoðararnir í niðurstøðuni, í roknskapinum fyri Sjónvarp Føroya, beinleiðis staðfestu, at stýrisskipanarlógin var brotin. Og hví gjørdi tú ikki okkurt við málið um Yrkisráðið, tá ið tú var løgtingsmaður, og fyri alt tað, tá ið tú, enntá, var landsstýrismaður, í tveimum skiftum, í seinasta løgtingsskeiði(?)


Rúna Sivertsen hevur sett Óla Jacobsen skák í mát

Nú veit eg ikki um tað er ein óskrivað sátt ímillum politikkarar, ikki at svarða Óla Jacobsen aftur. Okkurt bendir á at so er, tí sjaldan kemur hetta fyri. Eingin orkar og tímir hesa verbalu marathonskrivingina, ið sjaldan endar við øðrum, enn eini fullkomnari oyðimarkargongd. Tó síggi eg nú, at Rúna Sivertsen, tingkvinna, hevur sett formannin, meiri ella minni, skák í mát, í Dagblaðnum, - av øllum. Úr sínum uppvøkstri og úr fyritakssama umhvørvinum har norðuri, kennir hon viðurskiftini hjá føroyska sjófólkinum, betur enn tey flestu, so hetta sær ikki so lítið spennandi út. Tá ið nú Rúna hevur innstillað kanónirnar, man tað verða tí, at hon ætlar at stilla upp ímóti Óla, til formansvalið seinri í ár, okkurt er undir uppsigling, tað frættist nú ymsastaðni í fiskimannaumhvørvinum, og nógva ónøgdin, í skýmaskotunum, bendir á eitt skiftið, sum kemur óvæntað á tey flestu. Ja, hví ikki eina forkvinnu í Føroya Fiskimannafelag. Rúna hevur í hvussu er, víðskygdari sosialar hugsanir enn núverðandi formaðurin, tá ið hon rør uppundir eftirlønarskipanir et cetera. Illar tungur vilja verða við, at formaðurin er einasti limur felagsins, sum hevur eina slíka, men kanska er hon so kostnaðarmikil fyri felagið, at ráð ikki eru til so nógv annað. Hetta verða míni seinastu orð í hesum málið. Um formaðurin hjá føroyskum fiskimonnum, fremsti ófrælsis-tænari føroyinga, sponsoreraður av sínum góðvarnu limum, so heldur fram til dómadags, og líkamikið hvussu grovur og perfidur hann annars verður, so fær hann einki svarð aftur hiðani. Over and out.


Tórbjørn Jacobsen